Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 166 - 1. september 2008 ] Mistøkini vóru dýr Fuglfirðingar vóru vón­ brotnir av sær sjálvum eftir vánaliga avrikið og tepra tapið í Runavík. Venjarin, Albert Ellef­ sen, staðfesti, at mis­ tøkini høvdu kostað nógv: ­ Fyrsta málið fáa teir í snarálopi, eftir at vit hava mist tvørbólt. Næsta málið skorað teir eftir returbólt frá málverjanum, sum ikki skuldi komið fyri. NSÍ eigur nógvar góðar spælarar, og teir tóku av og sektaðu, tá ið vit ikki vóru nóg neyvir. Albert Ellefsen held­ ur, at hansara lið legði væl fyri, og hann er samdur í, at tað darvaði nógv á miðvøllinum, tá ið Høgni Madsen hevði sæð gult. -jh Hava fokus á silvur- krónunum NSÍ spælararnir vóru lættir og fegnir um heimasigurin á ÍF. Teir hildu, at tølini ikki samsvaraðu við avrikið. ­ Tað týdningarmikl­ asta var, at vit vunnu øll stigini. Harvið eru vit framvegis næstovast, og vit miðja eftir silvur­ krónunum. Gullið hugsa vit ikki um, tí tað ber illa til at ímynda sær, at EB/Streymur fer at tveita gullmerkini burtur, nú teir eru tíggju stig frammanfyri okk­ um, og tað eru átjan stig eftir at spæla um. Næstu ferð skulu vit spæla týdningarmiklan dyst í Gøtu, og nú fara vit at hava fokus á honum. -jh Meistararnir spældu á heimavølli fugl­ firðingar út av vøll­ inum, inntil fleiri útskiftingar vórðu framdar, og heima­ sigurin gjørdist so lítil, sum tað ber til at vera, tá ið øll stigini skulu vinnast Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað gjørdist síðstu løtuna í góðveðrinum við Løkin nógv meiri spennandi, enn fyrstu 85 minuttirnir høvdu lagt upp til, at tað skuldi verða. Eftir at NSÍ hevði lagt seg framum við trimum málum, vórðu tríggjar skiftingar gjørdar á heimaliðnum. Tað verður neyvan sagt, at hetta var fyri at spara spælarar, tí sigurin var tryggjaður. Og tað er heldur ikki fyri at seta niður á teir tríggjar evnagóðu spælararnar, sum trinu vøllin fyri meistararnar, at tað verður víst á, at tað var eftir skiftingarnar, at fuglfirð­ ingarnir skoraðu tvey mál. Høgni Madsen var fyrstu løtuna framúr á ÍF mið­ vøllinum. Síðani var hann eitt sindur darvaður av, at hann tíðliga sá gult. Men fram ímóti dystarenda var um reppið, at hann var orsøk til, at gestirnir fóru við einum stigi. Høvdu teir tað, so hevði talan verið um tað næsta, sum tað ber til at koma stuldri í fótbólti, tí leingi var lítil – ógvuliga lítil – stiril í ÍF spælarunum, ið tóktust mettaðir av teim­ um trimum stigunum, sum teir mikukvøldið á heima­ vølli vunnu ímóti B36. Við brakandi skoti úr tíggju metrum og umvegis tvørtræið minkaði Høgni Madsen, sum var farin framvið innskifta Einari Hansen, um munin til 3­1, tá ið tað restaðu fimm min­ uttir. So koppaði alt. NSÍ spælararnir, sum høvdu ver­ ið einaráðandi, høvdu skor­ að trý mál og spælt seg fram til fleiri aðrar heilt stórar málmøguleikar, tókt­ ust ikki heilt at vita, hvørj­ um beini teir skuldu standa á. Ein av luksus útskifting­ unum hevði verið, at sera raski og tryggi Jónas Þór Næs var tikin av høgra vongverja, og tað hevði fleiri broytingar við sær. Í síðstu sekundunum gjørdist fyrrverandi NSÍ spælarin Andy Olsen blankur í vin­ stru – har sum Jónas hevði verið so stinnur – og so varð 3­2. Fuglfirðingar skundaðu sær aftur á egnu hálvu. Deymurin av javn­ leiki og stigi stóð teimum í næsarnar. Men Petur Rein­ ert, sum hevði fínt tamar­ hald á, bríkslaði fyri síðstu ferð, og so var tað greitt, at NSÍ hevði vunnið øll stigini. Alt annað hevði verið órímuligt. Eftir eitt sindur trilvandi byrjan setti NSÍ seg skjótt á illa uppløgdu mótstøðumenninar. Bogi Løkin, Nenad Stankovic, og Hjalgrím Elttør vóru meistarar fyri fleiri góðum álopum, og Karoly Potem­ kin og Øssur Dalbúð vóru í fremstu røð væl upplagdir. Miðskeiðis í 1. hálvleiki bar hetta úrtøku við sær. Bogi Løkin og Hjalgrím Elttør vóru kreatørar, og Karoly Potemkin sendi av brotsteigarmarkinum bóltin í málið dygst niðri við stólparótina. Tíggju minuttir seinni var aftur galið hjá fuglfirðing­ um, sum ikki vóru nóg neyvir við eftiransingunum, og sum ikki vóru nóg skjót­ ir, tá ið tað ráddi um næstu bóltarnar. Eftir fínt uppspæl smekkaði Bogi Løkin til. Andras Gango hálvbjargaði, men bólturin fór eitt sindur út í høgru hjá NSÍ, har Øssur Dalbúð var leysur og sendi bóltin í handara síðunetið. Eftir steðgin var NSÍ yvirvágin ikki minni, teir høvdu bóltin á stólpanum, og eftir ein tíma skoraði Hjalgrím Elttør triðja málið. Eisini hesa ferðina var landsliðsspælarin Bogi Løkin við í uppspælinum. Spurningurin var so, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Tað vil siga, um hann skuldi verða trý mál, ella um hann skuldi verða uppaftur størri. So var tað, at teir í NSÍ fóru at spæla við eld. Rút­ man og fokus hvurvu, fugl­ firðingar tóku av, og úrslitið gjørdist nett tað sama, sum tað varð, tá ið NSÍ tíðliga í ár vann 3­2 á heimavølli ímóti ÍF. Men hesa ferð var tað lítið og einki, sum minti á dramatisku uppgerðina fyrr í ár. Burtursæð frá tá ið NSÍ gav fuglfirðingum lítlafing­ ur, og teir tóku alla hondina – næstan! ÍF NSÍ Leingi hevði NSÍ fullkomuliga tamarhald á dystinum, men móti dystarenda reyk pulsurin hjá heimaáskoðarunum nakað upp, tá fuglfirðingar brádliga skoraðu tvær ferðir á rað savnsmynd NSÍ-ÍF 3-2 (2-0): NSÍ spældi við eld og brendi seg næstan So tapti AB Eftir eina framúr góða byrjan í donsku 1. Deild, mátti AB fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum lúta. Teir spældu á heimavølli ímóti Silkeborg, og tað vóru teir úr Jútlandi, sum skoraðu bæði málini í dystinum. Christian Høgni Jacobsen, sum longu hevur skotið trý mál fyri AB, byrjaði í álopinum, men hann varð skiftur út, tá ið ein góður tími var spældur. Gongur einki hjá Frem Fýra dystir og eitt stig. Tað er kaldi veruleikin hjá danska 1. Deildarliðnum Frem, har Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen eru millum spælararnar. Í dag spældi Frem ímóti Skive á heimavølli, og tað endaði við 4­1 tapi. Bæði Jón Rói og Atli spældu allan dystin. Í hálvleikinum var støðan 1­1, men í seinna hálvleiki gekk heilt galið hjá Frem.