Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 166 - 1. september 2008 ] Full ferð á Amager Tað gongur framvegis ógvuliga væl hjá FC Amager - í hvussu so er tá ið dystirnir verða avgjørdir á vøllinum. Í gjár vann FC Amager 4-0 í Roskilde. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Tað vóru Roskilde og FC Amager, sum í fjør kappaðust um at vinna 2. deild eystur. Tá var Roskilde omaná, men bæði feløgini fluttu upp. Nú er FC Amager omaná. Tað vístu spælararnir hjá Toda Jónsson væl og virðiliga í gjár. 20 ár millum toppskjúttarnar 20 ár eru millum Trónd Sigurðsson og Jens Erik Rasmussen, sum kappast um at gerast tann besti málskjúttin í 1. deild hjá monnum. Tróndur Sigurðsson, sum spælir fyri AB, er føddur í 1988, og Jens Erik Rasmussen, ið spælir fyri 07 Vestur, er føddur í 1968. Tað man næstan verða eindømi, at tað er so stórur aldursmunur millum tveir fótbóltsspælarar, ið kappast um at gerast toppskjútti í einari vaksnamannadeild. Sum einstaklingur endaði Joan sum nummar sjey og sam­ an við liðfeløgunum vann hon gull, tá HM­ kappingin í triathlon á longum teini var í Hollandi í gjár TriaThlon Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í triathlon á longum teini skulu íðkararnir svimja 4 kilometrar, súkkla 120 kilo- metrar og renna 30 kilometr- ar. So tað var ikki bara smá- vegis kapping, sum Joan og liðfelagarnir fóru undir í gjár. Talan var um HM-kapp- ing, og tí var talan sjálvandi um krútsterka mótstøðu, men hetta helt ikki Joan frá at gera seg galdandi. Sjálv gjørdist Joan nummar sjey í kappingini, og bara tað í sjálvum sær er eitt fram- úrskarandi avrik. Og tað gjørdist ikki verri av úrslitunum hjá liðfeløg- unum. Charlotter Kolters vann silvur, meðan Ann Banke gjørdist nummar 11. Og saman við sjeynda pláss- inum hjá Joan rakk hetta til HM-gull. Eitt úrslit, sum Joan sjálvsagt fegnast um. - Eg eri sera fegin um hetta sjeynd plássi, tí hetta var eitt sterkt felt við nógv- um góðum kvinnum. Eg hevði sett mær sum mál at koma inn í top 10, og tað náddi eg, og eri eg sjálvandi sera fegin. At vit so eisini vinna gull í liðkappingini er fantastiskt. Vit arbeiddu hart fyri tí í dag, og tað er jú altíð stuttligt, tá alt tað harða arbeiði, sum ikki bara er í dag, men eisini venjingin og fyrireikingarnar, løna seg, sigur Joan í tíðindaskrivi til føroysku miðlarnar. Joan er heims- meistari TB venjarin ásannar, at hansara lið ikki longur er partur av kappingini um at flyta upp í bestu deildina FóTbólTur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð í ár er hvørki VB/Sumba ella TB annað av liðunum omanfyri strikuna, sum í síðsta enda fer at gera av, hvørji liðini verða, sum næsta kapping- arár skulu spæla í bestu deildini. TB legði bragdliga fyri í vár, og VB/Sumba hevur leingi verið annað av odda- liðunum. VB/Sumba megn- aði ikki meiri enn málleysan javnleik í Gundadali leygar- dagin, og tað ber við sær, at nú eru tað AB og 07 Vestur, sum bæði vunnu hesa ferð, sum eru á tveimum teimum fremstu plássunum. TB tapti 1-0 á Argjum. TB venjarin, Jón Johanne- sen, segði undan vikuskift- inum í samrøðu við Suður- rás, at hetta var síðsti møgu- leikin hjá hansara liði. Um TB ikki vann á Argjum, so varð eingin vón fyri upp- flyting í ár. Við at hyggja at støðutalvuni er skjótt at verða samdur við TB venj- aran í hesum. AB er fremsti favoritturin, tí argjamenn eru einsamallir á toppinum. Men tað er framvegis møguleiki fyri, at tað skjótt skal snara ann- an veg. Komandi vikuskifti er eingin dystur í Formula- deildini, tí landsliðið fer at spæla á útivølli. Men tað verður fult umfar í næst- bestu deildini. Tá verður lyklauppgerðin í Sørvági, har AB fer at vitja. Fyrr í ár vann 07 Vest- ur 4-3 á heimavølli ímóti AB. Tað eru eisini aðrar uppgerðir, sum mugu rokn- ast at vera lyklauppgerðir. Eitt nú skal 07 Vestur spæla á Sevmýri annan leygardag, 20. september fer AB at vitja á Vágseiði, og 27. sep- tember fer 07 Vestur at vitja í Vági. Lyklauppgerðir bíða fyri framman So eiga Føroyar eisini ein heimsmeistara. Saman við donsku liðfeløgunum svam, súkklaði og rann Joan Bláfoss seg til gull, tá hon í gjár legði í alt 154 kilometrar aftur um bak 20. umfar AB-TB 1-0 (1-0) 1-0: Allan Michelsen 32. Reytt kort: Tórur Mortensen, TB B68-07 Vestur 1-4 (0-2) 0-1: Tór-Ingar Akselsen 26. 0-2: Jóan Petur á Stongum 38. 0-3: Jens Erik Rasmussen br 60. 0-4: Jovan Panic 72. 1-4: Óli Olsen 87. EB/Streymur-NSÍ 1-3 (1-2) 0-1: Klæmint A. Olsen 4. 0-2: Kári Hansen br 17. 1-2: Andru Poulsen 27. 1-3: Eddie Mikkelsen 90. Reytt kort: Niels Pauli Danielsen, EB/Streymur HB-VB/Sumba 0-0 KÍ-Víkingur 1-2 (0-1) 0-1: Bárður Hansen 13. 1-1: David Bertholdsen 54. 1-2: Sverri Jacobsen br 87. Reytt kort: Asbjørn Tungá, KÍ, og Bjarki Vágstún, KÍ 21. umfar 7. september 07 Vestur-AB NSÍ-HB VB/Sumba-KÍ Víkingur-B68 8. september TB-EB/Streymur FAKTA um 1. deild