Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 166 - 1. september 2008 Onkuntíð eru tón­ leika­up­p­livinga­r so inniliga­r, a­t kenslur­ na­r á p­a­llinum nær­ um gera­st fysiska­r, hetta­ hendi, tá Petur Háberg odda­ma­ður í Bet You Are Willia­m sa­ng sa­ngin “So Long”, ið Petur hevur skriva­ð til ommu og a­bba­ sín, ið doyðu í ferðsluva­nlukku í fjør. Ummæli Niels Uni Dam post@sosialurin.fo Á Fjarðafestivalinum vóru fleiri góðar løtur, men ein tann inniligasta løtan var, tá Petur Háberg í Bet You Are William sang lagið “So Long”, ið best kann lýsast sum sorg í tónum. Lagið hevur Petur skrivað til ommu og abba sín, ið lótu lív í ferðsluvanlukku í fjør. Í hesum lagi er Petur nakn­ ari enn í øðrum løgum, og pínan í røddini var næstan fysisk. Tað var torført ikki at verða rørdur av ommu­ soninum, ið angrar allar tær vitjanirnar, ið hann ikki fór á hjá ommuni og abbanum og um saknin innaní. Petur er ein inniligur sangari, og í hesum álvarsliga og hjarta­ liga sangi er inniligheitin størri enn nakrantíð. Ein serligur bólkur Bet You Are William er ein heilt serligur bólkur, og onkursvegna kennist tað, sum um vit eiga at gleðast um, at hann er okkara, tí heimurin man skjótt fara at fáa eyguni upp fyri sjarmuni og oyruni upp fyri løgunum hjá teimum, og tá vera vitjanirnar her heima helst meira sjáldsamar. Góð menning Á stóra pallinum á Fjarða­ festivalinum endaði bólkur­ in sína summar konsertferð, og eins á øllum hinum kon­ sertunum, ið eg havi sæð við bólkinum í ár, var fram­ førslan ordiliga góð. Onkur spurdi meg um munin á hes­ ari framførsluni og fram­ førsluni hjá bólkinum á Fjarðafestivalinum í fjør, og eg mátti viðganga, at munurin er ikki so stórur, men bólkurin er fyrst og fremst mentur innan laga­ skriving. Í fjør vóru nøkur heilt góð løg, og fleiri fín ífyllu løg, men leygarkvøldi spældi Bet You Are William eina rúgvu av heilt góðum løgum og nøkur heilt fá ífyl­ lu løg. Sterkur samleiki Eftir eina eitt lítið sindur leitandi byrjan, kom Bet You Are William ordiliga í gongd í øðrum lagi Electri­ city, og eftir hetta var ikki vent aftur. Ein røð av ordi­ liga góðum vælskrivaðum nútímans rokkløgum, við sterkum Bet You Are Wil­ liam samleika. Ein samleiki, ið letur hugin leita til bólkar sum donsku Carpark North, men eisini í ein ávísan mun til popp/rokk úr 80’árunum. Tónleikurin er eksplosivur og byggir støðugt upp til lítlar eksplosiónir, og eks­ plosiónirnar eru altíð væl­ eydnaðar, ikki minst orsak­ að av gittarleikaranum Bart­ ali, ið bæði í framburi og spæli er líka eksplosivur sum tónleikurin , ið eksplo­ siónunum er hann garr vill­ ur. Eitt nú megnaði hann at smildra ein gittar niður í pallin, og løtu seinni hoppa av pallinum og klatra upp­ aftur á pallin við brotna gittarinum. Tað er fasineran­ di at eygleiða hann, meðan hann við sínum klønu grindalokka beinum hoppar runt á pallinum, í einum kovboybuksum, ið sita so stramt, at undranin um, at buksur finnast í hesi stødd­ ini blandast við undranini, um at beinini ikki brotna av villu framførsluni. Ein góð kensla Hæddarpunktini vóru fleiri á konsertini, eitt nú Electri­ city og risa hittið Here We Go Stereo, umframt sum longu sagt tann inniligi “So Long”, meðan lagið Dynas­ ty, ið er at hoyra fyri tíðina, ikki veruliga livdi upp til vónirnar, tó so fólk hoppaði til hetta lagið. Petur Háberg er ein dugna­ ligur ungur maður. Røddin er rættiliga sermerkt, eitt sindur for søt, hetta taldi niður tá hann royndi seg í fittu singer/songwriter stíli­ num. Men í Bet You Are William er ríkiligt av skit­ num larmi at balla røddina inn í, og heildin gerst tí her­ lig. Tónleikararnir eru kend­ ir úr øllum møguligum samanhangum, men tá tú lurtar eftir teimum, kennir tú veruliga, at heildin er størri og betur enn summur­ in av øllum staklutunum, og tað er ein góð kensla. Ikki profetur í egnum landi Bet You Are William hevur megnað at vinna sær pláss í hjartanum á einum breiðum áhoyraraskarða, ið eisini telur fólk uttan fyri kristnu samkomurnar, hetta er nak­ að, ið flest allir føroyskir bólkar á Fjarðafestivalin­ um, bert kunnu droyma um. Men eingin verður profetur í egnum landi, tað kundi man staðfesta enn einaferð, tí tað var synd at siga at tað var trongt frammanfyri pall­ in, tá Petur Háberg og han­ sara menn spældu á hesum festivali, ið má metast sum teirra upprunaligi heima­ vøllur. Sorg í tónum Petur rørdi hjartastreingir í lagnum “So Long, ið hann ognaði ommu og abba sínum Mynd: Álvur Haraldsen Bartal er eitt garrvilt lívsstykki á pallinum Mynd: Álvur Haraldsen fjarðafestivalurin