mánadagur 1. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 166 - 1. september 2008
Heine Lutzen var fyrs
ta navnið á útipalli
num í dag. Alt ljóðaði
væl, men Heine er lít
ið broyttur
Ummæli
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Heine Lutzen hevur verið á
øllum Fjarðafestivalunum,
og onkur vildi mett, at hann
er ímyndin av føroyskum
kristnum tónleiki. Gjøgnum
konsertina spældi hann flei
ri av gomlu hittunum og
okkurt hann ikki hevur
spælt so ofta.
Í dag riggaðu kingoløgini
hjá Heina væl og røddin varð
líka góð sum altíð. Eisini rigg
aði tað væl at hann hevði syst
ir sína, Maluna, við á palli
num, tí hon stuðlaði honum
óført.
Kanska hildu summi at
ljóðið var í so hart frá, so tíð
liga á degnum, tí nógv bakk
aðu burtur frá pallinum.
Tað er ikki so nógv meira
at siga um Heina, tí hóast
hann er óbroyttur, er hann
væl verdur at lurta eftir, og
heldur verandi gongd fram,
verður hann eisini verdur at
lurta eftir í næsta ár.
Keldan og friðarligur
tónleikur eru ikki
vinir, tó kláraði Sarah
Kelly at fáa tamar
hald á sussinum við
at prædika, skipa fyri
klappimøti og felags
sangi.
Ummæli
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Tað pena hevði aftur í ár ein
trupulleika á Fjarðafestivali
num. Í fjør var tað fram
førslan hjá Martini Joensen,
ið druknaði í áskoðaralarmi,
og í ár fekk Sarah Kelly
eina larmutta móttøku. Tað
má staðfestast, at larmurin í
Kelduni er drepandi fyri
friðaligan tónleik. Tí var
tað gleðiligt, at frásøgumað
urin Helgi Abrahamsen bað
fólk um, at vera still, eftir at
Sarah hevði hitað upp við
einum friðarligum lagi, og
hetta hjálpti rættiliga væl
eina løtu. Sarah Kelly var
seinasta navnið á festival
skránni leygarkvøldið, og
við tí tá tætta sirminum og
lága áskoðaratalinum var
konsertin flutt inn í Keld
una.
Superhetju við á pall
Ætlanin var, at Superhero
skuldi spæla undir hjá
Saruh Kelly, men svikaliga
veðrið gjørdi, at til bar ikki
hjá teimum at venja saman.
Men lukkutíð er Sarah ein
habilur tangentleikari, ið
uttan himpr settist við eitt
klaver, og trummuleikarin
hjá Superhero royndi at spæ
la áslattur aftur við, hann
horydist tó so illa, og spældi
so lítið at hetta tyktist meira
sum moralskur stuðul enn
nakað annað.
Føroyskar
superhetjur
Sarah Kelly er ein serstak
liga dámlig kvinna, og
greiddi livandi frá um alt
møguligt, millum annað
um sína ferð til Føroyar.
Hon segði seg vera sannfør
da um, at okkara flogskipar
ar eru superhetjur, ið megna
at kava gjøgnum skíggini
og niður á flogvøllin.
Røddin er sera sterk, og
rungaði í rúminum í einum
støðugum bardaga við sussi
av fólki, ið eftir øllum at
døma ikki vóru á festivali
fyri at hoyra tónleik. Hetta
er sjálvandi keðiligt fyri
tey, sum vóru komin fyri at
hoyra Saruh.
Vekingarmøti
Við at fáa fólk at klappa við
og syngja við fekk Sarah
Kelly móti endanum heilt
tamarhald á sussinum, og
eg kundi staðfesta aftur í ár,
at áskoðararnir á Fjarðafesti
valinum syngja sera væl.
Men
samstundis
tyktist
markið millum konsert og
vekingarmøti at vera viskað
burt.
Tað kemst tó ikki uttan
um, at av tí at løgini ikki øll
vóru líka spennandi, vóru
tær mest rørandi løturnar,
tá hon tosaði millum løgini,
t.d. at hoyra, hvussu hon
greiddi frá, um at hon var
misnýtt av einum presti, tá
hon var barn. Hetta gjørdist
tó sum sagt eitt sindur møti
kent í støðum. Men eg eri
ikki vísur í, um hetta er nak
ar trupulleiki á Fjarðafesti
valinum, tí fólk tykjast ikki
at hava nakað ímóti hesum.
Á onkran hátt var tað iva
leyst hóskandi á sama hátt,
sum ein Dynamit framførsla
er hóskandi á Summarfesti
valinum. Hetta er ikki til
fyri ummælarar ella tilvild
arligar vilstar sálir, ið eru
komnar framvið, men heilt
beinrakið til primera mál
bólkin á festivalinum.
Andalig masasja
og klemm
Sarah sjálv lýsti konsertina,
sum eina tónlistarliga masa
sju, men hetta tyktist tó mei
ra sum ein andalig masasja,
og tá songkvinnan insistrer
aði uppá at hon skuldi klem
ma allar áskoðararnar á veg
úr salinum, gjørdist uppliv
ingin ivaleyst sera persónlig
fyri nógv.
Sjálvur fekk eg knappiliga
ein brennandi hug, at fáa
mær ein kopp av kaffi í fjøl
miðlarúminum, áðrenn leið
in gekk aftur til Havnar.
Sarah vann á larminum
Sarah Kelly spældi síni løg í
eini munandi naknari útgávu
enn vanligt er
Mynd: Álvur Haraldsen
Heine Lutzen er fastur gestur á Fjarðafestivalinum og spældi júst tað, ið var væntað av honum
Heine sum vit
kenna hann
fjarðafestivalurin