mánadagur 1. september 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 1. september 2008
27
Stór orka men manglandi innihald
Mammuth lótu seg
ikki ávirka av, at sera
fá fólk høvdu leitað
sær út at lurta eftir
teimum, teir leveraðu
ein serstakliga orku
fulla framførslu, men
gott var tað ikki.
Ummæli
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Svenski tungmálmsbólkurin
Mammuth skuldi upprunali
ga á pall kl. 1 sunnunáttina,
men afturtlítandi var tað iva
leyst gott, at framførslan
varð flutt, tí klokkan 1
meyð tað niður í Skálabotni.
Orsakað av seinkingum í
flogferðsluni varð framførsl
an flutt til kl. 20.45 leygar
kvøldið. Men klokkum var
um 21 tíðina, tá hesir tungu
harrarnir fóru undir fram
førsluna, við bulduri og bra
ki.
Sum á Pop Top
konsert
Framman fyri pallin stóð
ein fjøld av sera ungum
børnum, umleið tann nøgd
in og aldurin, ið er á eini
miðal Pop Top konsert. Het
ta tyktist tó ikki at ávirka
tónleikararnar, framførslan
var serstakliga orkufull, og
teir runnu sum svakir runt á
pallinum. So sum so var het
ta júst sum ein tílík konsert
skal vera. Men hetta var tó
ikki nóg mikið at bjarga
konsertupplivingini, sum í
besta fall gjørdist miðal
hampa. Løgini vóru nærum
øll sera einkisigandi. Einas
tu ljósu løturnar vóru tvey
løg av nýggjastu fløguni, ið
vóru nøkurlunda góð. So
hóast bólkurin spældi væl
og var orkufullur á pallinum,
høvdu løgini neyvan borið
til ein sigur á áðurnevndu
Pop Top konsert.
Veikur sangari
Sangarin var ikki serliga
góður. Hann skrálaði rími
liga væl, men tá hann sang
komu eyðsýndu manglarnir
í røddini til sjóndar, og tían
verri sang hann nógv meira
enn hann skrálaði. Tað sama
við ringu góðskuni á løgu
num, gjørdi upplivingina
sera langdrigna. Ofta kann
karisma bera langt, men
heldur ikki á hesum økinum
var oddamaðurin í Mam
muth serliga væl stillaður.
Jú gamaní, tað var ikki frítt,
at hann líktist eitt sindur
Axl Rose, men tíanverri
ikki tí unga tekkiliga Axl
Rose, men heldur tí gamla
uppblásta Axl Rose,tá hann
fyri nøkrum árum síðan
royndi at enduruppfinna
seg sjálvan, og tað var lítið
tekkiligt.
Tann eini gittarleikarin
sang eisini og hann stjól
myndina frá oddamann
inum, tí umframt at hann
var munandi betur sangari
enn oddamaðurin, var hann
eisini munandi meira karis
matiskur.
Eitt løgið fyribrygdi
At ein bólkur við so stórum
veikleikum skal sleppa út
um svensku landoddarnar
er merkisvert, og tað ørkyml
aði meg at síggja at fleiri
kristiligir festivalar kring
Evropa hava lagt pall til teir
ra, og eg klári ikki at treing
ja tankan burt, at hesin bólk
ur neyvan var komin longur
enn til lokala vertshúsið,
um teir spældu verðsligan
tónleik.
Superhero bardist
ímóti tøkniligum og
metereologiskum
forðingum, og megn
aði sum fyrsti bólkur
veruliga at seta lív í
fjøldina á graslíkis
vøllinum aftan fyri
Kelduna.
Ummæli
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Skotski rokkbólkurin Super
hero hevði ferðast í tvey og
eitt hálvt døgn fyri at koma
á Fjarðafestivalin, og sam
bært bólkinum sjálvum var
tað bert orsakað av einum
góðum blandi av dugna og
ørskapi hjá føroysku flog
manningini, at teir komu
vegin fram. Teir komu tó ik
ki á festivaløkið fyrr enn í
síðstu løtu, einans átta
minuttir áðrenn teir skuldu
hava ljóðroynd, var bólkurin
í Skálabotni. Men teir komu
fram, og tað var gleðiligt, tí
hóast bólkurin var merktur
av longu ferðini, var fram
førslan ein rættiliga jalig
uppliving. Hetta var fyrsti
bólkur, ið veruliga fekk lív
í fjøldina uttan fyri Kelduna.
Fólk vaggaðu við, hoppaðu
og veipaðu við ørmunum.
Endiliga var veruligur kon
sertstemningur við útipallin.
Hetta hóast fólkamongdin
ikki var serliga stór leygar
kvøldið.
Skerd superhetja
Superhero kom á Fjarða
festivalin, sum ein nógv
skerdur bólkur, gittarleikar
in Gavin gjørdist álvarsliga
sjúkur í lungunum fyri nøkr
um vikum síðan, og fekk
forboð at flúgva í átta vikur.
Hann slapp tí ikki við á ferð
ina, ið bólkurin sjálvur vildi
vera við, at teir høvdu glett
seg til. Ráð vóru tó fyri
hetta, og ein vinmaður hjá
bólkinum var biðin sum
avloysari. Tveir dagar áðr
enn fráferðina, gjørdist hes
in tó mateitraður og mátti
eisini avlýsa ferðina. Tí var
bólkurin um at avlýsa, men
fyrireikararnir á Fjarða
festivalinum fingu teir at
koma alíkavæl.
Teknikkurin var ímóti
Umframt ferðina og sjúku
var teknikkurin ímóti bólki
num. Ljómborðið helt upp
at við at rigga beint áðrenn
konsertina, hetta seinkaði
konsertini nógv. Áskoðarar
nir, ið vóru savnaðir at hygg
ja at fýrverkinum, ið skuldi
hita upp fyri Superhero,
stóðu tí og bíðaðu, meðan
tøkningar bardust fyri at fáa
ljómborðið at rigga. Hetta
eydnaðist
loksins,
men
sama ljómborð spældi teim
um puss fleiri ferð gjøgnum
framførsluna, til eitt nýtt
ljómborð varð funnið. Men
eisini eftir hetta vóru fleiri
steðgir í framførsluni orsak
að av øðrum tøkniligum tru
pulleikum.
Ordiliga bretskt
Tøknin saman við regn
inum, ið alsamt gjørdist
tættari, taldi nógv niður.
Men Superhetjan royndi at
berjast víðari. Tað taldi
sjálvandi upp, at tónleikurin
var góður og viðkomandi.
Skotland hevur í hesum
ártúsundinum verið ein ein
tónlistarligur orkudepil, og
Superhero er einki undan
tak. Tónleikurin var ordiliga
skotskur, ella kanska heldur
ordiliga bretskur, tí nakað
hoyrdist av valisisku Manic
Street Preachers í teirra tón
leiki. Løgini vóru góð og
fangandi og tíðarhóskandi.
Stór spæligleði
Framførslan hjá Superhero
var sum heild góð, hóast
onkrir tónar ikki vóru heilt
reinir, og okkurt spæl ikki
heilt í topp. Men spæligleðin
var eyðsýnd, og framførslan
var undirhaldandi. Tað er
sjálvandi torført at fylla
ljóðmyndina út, tá høvuðs
gittarleikarin manglar, tá so
ljómborðið, ið skal taka sær
av einum parti av hesi
uppgávu
er
somikið
svikaligt, kundi tað lætt
fingið ljóðmyndina at virka
sera tunna. Men hetta var
bert hendinga ferð ein
trupulleiki. Í móti endanum
royndi Superhero, at ganda
gittarleikaran framvið eini
teldu.
Tá
hetta
ikki
eydnaðist, tí teknikkurin
aftur var svikaligur, og tað
samstundis fór at oysa
niður, gjørdist tað eitt lítið
sindur ov nógv av tí góða,
og hesin ummælarin kreyp
innar at kroka.
Hóast tøkniliga
trupulleikar og svikaligt
veður vann superhero
hjørtuni á áskoðarunum á
Fjarðafestivalinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Sangarin í Mammuth var
veikasti liður í bólkinum, ið
veruliga ikki hevði nógv uppá
seg
Mynd: Álvur Haraldsen
Torført er at steðga eini superhetju
fjarðafestivalurin