mánadagur 1. september 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 166 - 1. september 2008
Tað var ikki ætlanin
at Torkil Mørkøre
skuldi spæla á Fjarða
festivalinum, men
hann var í øllum
førum vælkomin
Ummæli
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fitt av fólkið var komið
saman til konsertina hjá
Torkili Mørkøre á Fjarða
festivalinum
2008.
Tey
fyrstu, ið komu inn vóru
skjót at seta seg á stólarnar
í salinum, so tað sást at ein
friðarlig konsert var á veg.
Við Torkili á pallinum
vóru fimm Klaksvíkingar,
Kristoffur Mørkøre, Høgni
Klakkstein,
Jóan
Petur
Hansen, Mikkjal Hvanna
stein og Leivur Vitalis. Allir
hava spælt nógv í andaliga
tónleikaumhvørvinum
í
Føroyum, so talan var um
royndar menn.
Framførslan var eisini
hareftir, teir spældu væl,
hóast teir ikki hava verið
nógv samlaðir áðrenn kon
sertina. Fjøldin var trygg
leidd gjøgnum framførsl
una, og ongin slingur var í
valsinum.
Sum heild høvdu teir
skipað
seg
væl,
so
tónleikurin var borin fram á
besta hátt.
Tað var eisini deiligt, at
fyrireikararnir høvdu lagt
skránna soleiðis til rættis at
Torkil Mørkøre kundi fáa
fólkið niður á jørðina aftur,
aftaná ein heilan seinnapart
við flúgvandi, buldrandi
rokki.
Torkil Mørkøre hevði
heilt stóran tokka millum
fólkið heilt frá byrjan, og
tað kann hugsast, at hetta er
tí hann hevur, so ella so,
framført
á
festivalinum
hvørja ferð.
Ætlanin var at seinasta
lagið skuldi vera »Can the
World see Jesus«, sum var
á fløguni hjá Torkili, men
hann var klappaður upp
aftur á pallin, men av tí
hann onki eykalag hevði
framførdi hann »Vilji tín«
einaferð enn.
Øgiliga lekkurt at ein
maður við einum hitti, ikki
goymir hetta til eykalag, á
sama
hátt
sum
nógvir
bólkar gjøgnum tíðina hava
gjørt.
Helgi Abrahamsen
bjóðaði næstseinasta
bólkinum, Tollarar
og syndarar, á pallin,
tá klokkan enn gekk
móti eitt
Ummæli
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Bárður
á
Lakjuni
er
oddamaður og forsangari í
bólkinum. Hann er nokk
mest kendur frá SALT, tað
skuldi boða frá einari góðari
rødd, og tað fingu øll, ið
vóru í Keldusalinum í kvøld
at hoyra.
Allir í bólkinum hava
spælt heilt nógv. Hetta
hoyrdist eisini aftur, tí teir
spældu heilt væl.
Fyrsta
lagið
leiddi
tankarnar í onkran møtisal,
men tað gjørdu tey seinnu
ikki, tí tá gjørdist alt eitt
sindur meira alternativt og
spennandi. Størsti vansin
við tónleikinum eru vóru
tekstirnir,
sum
kanska
høvdu verið góðir til sunnu
dagsskúla ella møtir, men
hetta var væl vigað upp við
løgunum, sum onkuntíð
vóru heilt fangandi og góð.
Eitt sum fekk T.O.S. at
bróta frá hinum bólkunum,
var at teir sungu bara á
føroyskum. Tað er ein
styrki, um ætlanin var at
fáa ein boðskap út til fólkið
í salinum. Til hetta hjálpti
eisini at bólkurin á ongan
hátt skammaðist av røddini
hjá Bárði, sum altíð hoyrdist
betur enn ljóðførini.
Oddamaðurin
riggaði
sum heild væl. Hann var
fittur, sjarmerandi og ikki
bangin av sær. Í útsjónd
minti Bárður á Lakjuni eitt
sindur um ein glaðan Petur
Pólson, og tað er í hvussu
so er ikki neiligt.
Á skránni hevði bólkurin
eisini sangin »Gud er mín
styrki og borg«, sum er
kendur frá møtum kring
landið. Fólkið tók sera væl
ímóti
variantinum
hjá
T.O.S. og satt at siga er
fjøldin á Fjarðafestivalinum
heilt víst tann, ið syngur
vakrast av øllum festi
valfjøldunum í Føroyum.
Bárður á Lakjuni skrivar
tekstirnar í bólkinum, men
fær heilt nógvan íblástur úr
Sálmunum og Fjallaprædik
uni í bíbliuni.
FjarðaFestivalurin
Torkil er hugnaligur
Sálmarnir og Fjallaprædikan
Tollarar og syndarar
skaptu ein serligt huglag
við fangandi løgum sínum
Mynd: Álvur Haraldsen
Torkil Mørkøre hevði
lagt framførsluna væl
til rættis og var deiliga
friðarligur, aftaná villari
bólkarnar seinnapartin
leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen