Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 1. september 2008 29 Credo merkir »Eg trúgvi« á latíni, og eru helst nógv, ið sita eftir við hesi kenslu, aftaná konsertina hjá Credo Ummæli Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Klokkan gekk móti sjey, tá fýra ungir norðoyingar og ein telda trinu á innipallin. Forsangarin sat væl goymdur og bukaði eisini uppá trummur, tí tummurnar vóru í stóran mun bukaðar av hesum bólkið, sum serli­ ga at byrja við hevði nógv vill løg. Tað órógvaði eitt sindur, at sangarin eisini var trum­ muspælari, tí tá hann av og á kom fram á pallin var hann ein góður oddamaður. Teldan hevði eisini sín stóra leiklut, hon tosaði mil­ lum sangirnar, kom við ymiskum ljóðum og spældi trummur, tá sangarin gjørdi tað, hann burdi gjørt. Konsertin gjørdist veruli­ ga góð tá bólkurin spældi lánilagið »Hurt« hjá Johnny Cash. Stutti forsangarin sá heilt stórur út og fylti væl út á pallinum. Aftaná spæl­ du teir onkur løg afturat, og hildu hesi eisini eitt gott støði og raktu teir við hvørt okkurt inni í áhoyrarunum. Eisini var stuttligt at síggja, at fyrstu headbangararnir á degnum vístu seg, og hetta merkir, at Credo hevði gott samband niður av palli­ num. Samanumtikið ein deiliga vill konsert við einum bólk­ ið, mann kundi trúð uppá, um teir funnu sær ein trummuleikara. Tað var helst ein orsøk til, at Humble Cry vóru fyrstir á pallinum í dag. Teir vóru ikki nøkur stór tónleikalig uppliving, men sóu út til at hug­ na sær óført, og fáu fólkini á gólvinum sóu út til at hugna sær saman við teimum. Ummæli Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bólkurin byrjaði rættiliga popput, har teir spældu lov­ sangir. Eftir nakrar sangir skiftu teir forsangara. Hetta hækkaði framførsluna mun­ andi, tí Meinhard Hansen, koyrdi meira futt í sum heild og framførðslan var meira rokkutt enn framman­ undan. Hetta fekk eisini pallmyndina at síggja betur út, tí tær tríggjar bønargent­ urnar skaptu meira fjølbroyt­ ni enn tá teir poppaðu avstað. Hesar tríggjar bønargentur vóru nakað bólkurin, í eini profeti hevði fingið boð um at hava á pallinum, og tað riggaði væl at tær gingu runt og fingu bønir frá fólk­ ið, sum síðani vóru hongdar á stóra krossin á pallinum. Kanska bólkurin ikki er klárur at spæla á einum festivali, men kanska er ætlanin als ikki, at teir skulu vera tað, men heldur spæla fyri stuttleikar, tí sjálvt um teir fingu sín kristna boð­ skap út, sá ikki út til at teir vóru samdir um hvussu boð­ skapurin skuldi borðreið­ ast. The Last Breath vóru næsti bólkurin á palli­ num leygardagin Ummæli Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Limirnir í bólkinum spældu gittara baseraðan rokktón­ leik, og kenna fólk Creed og aðrar líknandi bólkar, hava tey hoyrt alt, The Last Breath gjørdu, fyrr. Men sum heild var fram­ førslan fín, teir koyrdu á alla tíðina, og tað ljóðaði á ongan hátt illa. Teir megnaði at fáa gott samband við lítlu fjøldina frammanfyri pallin, og áhoyararnir bæði hopp­ aðu og klappaðu gjøgnum alla konsertina. Í samband við sangin sær út til, bólkurin hevur tørv á venjing, men hetta kann ger­ ast nakað við. Tað kann hugsast, at um bólkurin heldur fram og verður ordiliga samanspæld­ ur, kann tað ljóða heilt væl hjá teimum. The Last Breath verða nokk ongantíð heimskendir, tí tónleikurin teir spæla hev­ ur havt sínar bestu dagar, men spurningurin er sjálv­ andi hvørjar ætlanirnar hjá bólkinum eru. Eg trúgvi uppá Credo Sangarin spældi væl á trummurnar, men betur hevði verið um hann bara sang Bygdasligir ungir menn Alt er gjørt fyrr Humble Cry spældu ikki so væl og vistu ikki heilt hvønn tónleik teir spældu, men talan er um heilt ungar menn The Last Breath skulu ikki skammast av framførsluni, men teir kunnu heilt víst gerast betur fjarðafestivalurin