Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 166 - 1. september 2008 Hóast gott føroyskt veður á Fjarðafestivalinum í ár, vóru færri fólk á festivalinum í ár enn í fjør. - Mann má minnast til, at vit mistu høvuðsnavnið í ár, og tað hevur ávirkað billettsøluna, sigur Vinjard Johansen, stjóri í AD- Management EftirmEting Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Sambært fyrireikarunum var ársins Fjarðafestivalur ein tann frægasti, ið hevur verið. Men atgongumerkja­ sølan var lakari enn í fjør, hó­ast veðrið tað mesta av tíðini, var so gott mann eina­ ferð kann roknað við tá heystið er um at byrja. ­ Fó­lkini, sum vó­ru á festivalinum vó­ru sum heild sera væl nøgd. Bæði við bó­lkarnar sum spældu og við karmarnar sum heild, sigur Vinjard Johansen. Ikki so nógv fólk Til festivalin vó­ru færri fó­lk enn í fjør, og kann het­ ta undra tí veðrið var so nó­gv betri enn í fjør, tá mestsum ó­dnarveður var. ­ Mann má minnast til, at vit mistu høvuðsnavnið í ár, og tað hevur ávirkað billett­ søluna, sigur Vinjard Johan­ sen, stjó­ri í AD­Manage­ ment Sum skilst hugnaðu tey umleið 1300 fó­lkini, sum vó­ru á festivalinum sær ó­ført og hetta gevur fyri­ reikarunum mó­t til í næsta ár eisini. ­ Í næsta ár verða vit fyrs­ ti festivalurin á árinum, veðrið burdi eisini hó­ska seg betur til tjalding og hús­ vognar, so vit síggja bara heilt ljó­st uppá tað. Tá talan er um so fá fó­lk á einum festivali, er skjó­tt at seta spurningar um tað fíggjarliga, men tað eru teir á Fjarðafestivalinum ikki bangnir um. ­ Nú er so stutt fráligið, so vit hava ikki tey presisu tølini, men eg ivist onga løtu í, at festivalurin fer at javnviga, greiðir stjó­rin í AD­Management frá. Mjørki í Vágunum Um vikuskiftið hevur tjúkk toka ligið í Vágunum, og ávirkaði hetta ein part av festivalinum. ­ Veðrinum eru vit ikki harrar yvir, so tað er nakað vit bara mugu fyrihalda okk­ um til. vit gjørdu nakrar broytingar í skránni, og eru heilt nøgd við hvussu alt spældi av, staðfestir Vinjard Johansen. Bó­lkarnir, Superhero og Sarah Kelly, høvdu sera langan veg til Føroyar, og gjørdi hetta, at Sarah Kelly var flutt inn í salin, heldur enn at spæla á stó­ra palli­ num. ­ Grundin til at vit koyrdu Sarah Kelly inn, var at hon ikki fekk vant saman við Superhero áðrenn hon skul­ di á pallin. Men vit eru heilt ó­trúliga væl nøgd við solo­ konsert hennara, og flyting­ in eisini var heppin tí tað fó­r at regna av grimd uttan­ fyri. Harafturat eru vit glað fyri at hon slapp at vera inni, tí hon hevði verið lein­ gi á ferð, og tað kundi skjó­tt ávirkað rødd hennara, um hon sang úti, sigur Vinjard Johansen. R2 Net beinleiðis R2 Net sendi beinleiðis frá tí mesta av festivalinum, og vó­ru fyrireikararnir glaðir fyri hetta, hó­ast tað kanska eisini hevði við sær at færri fó­lk komu á festivalin. ­ Vit eru øgiliga glað fyri arbeiðið hjá R2 Net, tí so kemur boðskapurin út til heilt nó­gv fó­lk. Sum heild er vit eisini glað fyri, hvus­ su væl miðlarnir vó­ru til staðar á festivalinum, sigur Vinjard Johansen. Sightseeing í Føroyum Sum skilst vó­ru bó­lkarnir fegnir um at vitja Føroyar, og leygardagin vó­ru nakrir av teimum eitt sindur runt og hugdu at Føroysku náttúr­ uni. ­ Allir bó­lkarnir vó­ru glaðir fyri at hava verið í Føroyum, tey vó­ru sera imponeraði av landinum, og serliga Sarah Kelly var hugtikin av nó­gva seyðinum í landinum, greiðir Vinjard Johansen frá Ótroyttir møguleikar Møguligt var at hava hús­ vognar og bátar við á festi­ valin, men tað var ikki nak­ að serliga nó­gv nýtt. ­ Tað er liðið so nó­gv út á árið, at tað kanska ikki er so øgiliga hugaligt at koma við báti ella húsvogni, men í næsta ár vera vit fyrsti festivalurin á árinum, áðr­ enn bátafestival og so fram­ vegis. So vit kalla árið í ár eina roynd, og vó­na at hesi tiltøk verða væl mó­ttikin í næsta ár, sigur Vinjard Johansen. Delirious Á Fjarðafestivalinum varð kunngjørt at bó­lkurin, Delirious, sum skjó­tt fara at gevast, koma til landið í heyst og spæla konsert í Kelduni fimta novembur. ­ Vit eru sera væl nøgd um at hava fingið hendan bó­lkin til Føroyar, og er het­ ta eitt stó­rt tak hjá AD­ Management. Vit hava roynt eftir bó­lkinum í fleiri ár og fingu hann í tøkum tíma, tí teir gevast um árs­ skiftið. Klár til 2009 Sum sæst gjøgnum greinina, eru fyrireikararnir á ongan hátt falnir í fátt, hó­ast lut­ falsliga fáu fó­lkinum á festi­ valinum, og tosa teir mest frameftir, og vilja ikki finn­ ast at nøkrum serligum í ár. ­ Ja, sjálvandi gleða vit okkum til næsta ár og vó­na, at vit tá vera eitt sindur hep­ nari við høvuðsnavninum, og ein annar fyrimunur er eisini, at bó­lkarnir sum heild eru bíligari fyrr um árið. Vit eru longur byrjaðir at fyrireika festivalin í næs­ ta ár, og eru als ikki bangnir fyri at festivalurin dettur niðurfyri, staðfestir Vinjard Johansen, stjó­ri í AD­Mana­ gement, sum stendur fyri Fjarðafestivalinum. Nøgd, men betri næsta ár - Veðrinum eru vit ikki harrar yvir, so tað er nakað vit bara mugu fyrihalda okkum til. vit gjørdu nakrar broytingar í skránni, og eru heilt nøgd við hvussu alt spældi av, staðfestir Vinjard Johansen fjarðafestivalurin