Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 1. september 2008 31 Stutt Sagt Leita eftir drápsmanni Løgreglan í amerikanska stórbýnum Los Angeles leit­ ar eftir einum manni, sum sambært løgregluni hevur beint fyri 11 fólkum tey sein­ astu 23 árini. Tey flestu myrdu eru skøkjur, og hóast morðini eru framd yvir eitt so langt áramál, er løgreglan rættiliga vís í, at talan er um tann sama drápsmannin, sigur CNN. Tað seinasta morðið var í januari fjør, og løgreglan sigur, at ymisk viðurskifti í sambandi við tað morðið góvu greiðar ábendingar um, at drápsmaðurin hevði tilknýti til fleiri onnur morð. Hóast umfatandi kanning­ ararbeiði hava myndugleik­ arnir ikki illgruna til nakran ávísan mann. Ein hugsan hjá løgregluni er, at maðurin kann hava sitið í fongsli nøkur av teimum 23 árunum, og at tað tí er so langt ímill­ um tað fyrsta og tað seinasta morðið. Tað er heldur ikki vist, at drápsmaðurin er í Kalifornia longur. Tann einasta niðurstøðan higartil er, at drápsmaðurin er sinnis­ sjúkur, sigur CNN. Børnini vilja ikki vitna Í Eysturríki hevur ákæru­ valdið fingið ein trupulleika í málinum ímóti Josef Fritzl, sum er skuldsettur fyri at hava havt dóttir sína sum fanga í kjallaranum í 24 ár og fyri at hava fingið seks børn við henni. Trupulleikin hjá ákæruvaldinum er, at hvørki dóttirin, Elisabeth, ella nakað av børnum henara vilja vitna ímóti pápanum. Tað er í hvussu er tað, sum ákæruvaldið hevur fingið at vita frá sakføraranum hjá familjunmi, skrivar Reuters úr Wien. Somu boð hevur ákærin fingið frá konu Josef Fritzl, Rosemarie. Ákæruvaldið hevði eisini ætlað, at ein sálarlækni skuldi kanna Elisabeth fyri at fáa staðfest, um hon hevur fingið varandi mein av áganginum hjá pápanum, men Elisabeth sigur nei. Tað er eitt bakkast fyri álæru­ valdið, tí sambært eystur­ ríkskari lóg kann Josef Fritzl fáa upp í 20 ára fongsul aftur­ at, um varandi mein kann staðfestast. Eysturríkskir fjølmiðlar siga, at tvey av børnunum hjá Josef og Elisabetg, tann 19 ára gamla Kerstin og tann 18 ára gamli Stefan, eru til reiðar at tosa við fjølmiðlarnar um tað, sum hendi í kjallaranum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Hetta kann gerast aldarinnar ódn, og tey, sum ikki taka hetta í álvara, verða revsað Ray Nagin útlond Fyrrverandi ameri­ kanski uttanríkis­ ráðharrin Madeleine Albright heldur ikki, at altjóä samfelagið má revsa Russland fyri Georgia­krepp­ una. Russiski forsetin sigur, at Russland fer at svara aftur ­ Vil Putin ikki endurskoðað síni sjónarmið, mugu vit kanna møguleikarnar fyri at avbyrgja Russland í altjóða høpi, sigur Madel­ eine Albright við týska tíðarritið Der Spiegel. Sjálv heldur hon, at amerikanska stjórnin hevur ikki hand­ farið Georgia­kreppuna nóg væl. ­ Tað rætta var, at Condoleezza Rice fór til Moskva. Tað hevði eg gjørt. Eg hevði gjørt russum greitt, at teirra framferð kundi ikki góðtakast, men samstundis hevði eg vissað teir um, at vit komu ikki við nakrari hóttan, sigur Madeleine Albright. Hin­ vegin er hon ikki í iva um, at tað rætta er at geva Georgia limaskap í NATO sum skjótast. Russiska stjórnin fer ikki at lata sær lynda altjóða tiltøk ímóti landinum. Í samrøðu við fronsku tíðindastovuna AFP ávarar Dmitrij Medvedev, forseti, ríkis­ og stjórnarleiðararnar í ES­londunum ímóti Russlandi. ­ Samtykkja teir at seta tiltøk í verk, fer Russland at svara, og vit eru til reiðar at broyta okkara lóggávu, gerst tað neyðugt, sigur Medvedev og tekur ger greitt, at avgerðin at viðu­ rkenna Suðurossetia og Abkhasia verður ikki broytt. Mugu umhugsa at avbyrgja Russland Madeleine Albright var uttanríkisráðharri hjá Bill Clinton Mynd: Polfoto Í kvøld kemur trop­ iska ódnin Gustav inni yvir amerikon­ sku suðurstrondina ­ Hetta kann vera aldarinnar ódn. Hetta er vandamikið, og tey, sum ikki taka ávaringar okkara í álvara og flýggja, kunnu enda í fongsli. Hóttanin kom frá borgar­ stjóranum í New Orleans, Ray Nagin, og hann veit, hvat hann tosar. Hann var eisini borgarstjóri, tá ódnin Katrina herjaði New Orleans fyri trimum árum síðani. Ta ferðina tóku hvørki myndugleikarnir ella fólkið støðuna í nóg stórum álvara við tí úrsliti, at umleið 1.800 fólk doyðu. Hesaferð hava fólk í New Orleans og aðrastaðmi fram við amerikonsku suður­ strondini tikið ávaringarnar í álvara. Myndugleikarnir siga, at umleið tvær milli­ ónir fólk eru flýdd undan ódnini. Tíðindafólk í New Orleans siga, at umleið 300.000 fólk eru flýdd úr býnum, og at gøturnar eru at kalla tómar. Tey nógvu plátukløddu vindeyguni boða frá, hví fólk eru farin, og hvat tey vænta. Longu í gjárkvøldið gjørdist luftin yvir New Orleans ógvuliga dimm, og tað hendi so brádliga, at onkur evrop­ eiskur tíðindamaður, sum var í býnum, segði seg ongantíð hava upplivað slíkt áður. Amerikanski veðurstovn­ urin segði í morgun, at Gustav verður helst minst líka ring sum Katrina. Veður­ menninir vænta, at Gustav kemur inn yvir land einar 150 kilometrar vestan fyri New Orleans, men teir ávara samstundis sum, at slíkar ódnir broyta ofta kós. Vænta flóðaldu Fyri trimum árum síðani legði Katrina tað mesta av New Orloeans undir í sjógvi, og amerikonsku veðurmenninir siga, at tað sama kann henda hesaferð. Summar metingar siga, at Gustav kann hava eina fýra metrar høga fkóðaldu við sær. Tí er stórur vandi fyri, at byrgingarnar við New Orleans fara, og at sjógvur fer at floyma inn yvir býin og láglendið har um vegir. Tað er eisini tí, at myndugleikarnir hava biðið fólk fara úr býnum. Í morgun varð mett, at umleið 95 prosent av teimum 300.000 íbúgvunum í New Orleans hava gjørt eftir boðunum. George W. Bush, forseti, sum stóð fyri skotum orsakað av vantandi hjálp­ ararbeiði í sambandi við Katrinu, er farin til Texas, so hann kann vera nærri van­ lukkuøkinum. Hann hevur eisini avlýst sína luttøku á uppstillingarfundinum hjá republikanska flokkinum, har hann eftir ætlanini skuldi halda røðu í dag. Tað hevur verið nevnt, at republikan­ ararnir fara kanska at avlýsa uppstillingarfundin orsakað av Gustav. New Orleans flýggjar undan Gustav Túsundtals bilar eru á veg burtur frá strondini og lágeldninum Mynd: Polfoto Tær tóku gøturnar og pláturnar fyri vindeyguni lýsa støüna í New Orleans Mynd: Polfoto