Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 167 - 2. september 2008 Strandferðslan noktar at gjalda havnargjald fyri Smyril á Trongisvágsfirði, men tað vil Tvøroyrar Býráð ikki finna seg í. Fyribils er rokningin komin upp á góðar sjey milliónir og hon hækkar fyri hvønn mánað, sum gongur. Finst ongin loysn á trætuni, endar málið í rættinum Havnargjald Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skal Strandferðslan betala Tvøroyrar Kommunu góðar sjey milliónir krónur, ella ikki? Tað er spurningurin, sum Tvøroyrar Býráð, Strand­ ferðslan og Innlendismála­ ráðið í Landsstýrinum hava togast um nú í trý ár. Tvøroyrar Býráð heldur fast um, at tað skal hava peningin, men higartil hava Strandferðslan og lands­ stýrið sagt nei. Og ósemjan ímillum part­ arnar er so stór, at finst ikki ein loysn heilt skjótt, endar málið í rættinum. Nokta at gjalda Tað er flaggskipið hjá Strandferðsluni, Smyril, sum liggur í buktini. Strandferðslan vil ikki gjalda havnargjald fyri Smyril, tá ið hann kemur inn á Trongisvágsfjørð. Tvøroyrar Býráð sigur, at ongin ivi er um, at hann skal betala. Strandferðslan og lands­ stýrið siga, at tað er tað almenna, sum hevur bygt og goldið samferðsluhavn­ ina á Krambatanga á Trong­ isvágsfirði og tí skal Smyril heldur ikki betala havnar­ gjald. Tvøroyrar Kommuna sig­ ur, at hetta hevur onki við sakina at gera. ­ Vit hava eina havn, sum er opin 24 tímar um sam­ døgurið og vit hava vakt 24 tímar um samdøgurið. Og sjálvandi skal Smyril betala havnargjald fyri at koma inn í havnina, akkurát, sum øll onnur skip, sum koma inn á fjørðin, sigur Tvør­ oyrar Býráð. Umframt havnargjald, rinda øll skip eisini bryggju­ gjald fyri at leggja at sjálv­ ari bryggjuni, men hetta gjaldið krevur Tvøroyrar Býráð ikki frá Smyrli, tí tað er tað almenna, sum hevur bygt bryggjuna. Sjey milliónir til góðar Havnargjald verður goldið eftir, hvussu stórt skipið er, og fyri Smyril snýr tað seg um einar 2,5 milliónir um árið. Og hóast Strandferðslan ikki vil gjalda, sendir Tvør­ oyrar Kommunu trúliga rokning hvønn einasta mánað. Higartil er rokningin sostatt komin upp á góðar sjey milliónir og hon veksur fyri hvønn mánað, sum gongur. Tvøroyrar Kommuna hev­ ur roynt at loyst málið við báðar teir undanfarnu lands­ stýrismenninar í innlendis­ málum, ávikavist Jógvan við Keldu og Jacob Vester­ gaard, men til fánýtis. Nú er so Helena Dam á Neystabø fingið málsøkið at umsita í landsstýrinum og nú verður so roynt einaferð afturat. Helena á fund Á býráðsfundi á Tvøroyri í gjár varð upplýst, at Helena Dam á Neystabø skal hava fund við partarnar um málið í allarnæstu framtíð. Tvøroyrar Býráð hevur vónir um at finna eina loysn, men eydnast tað ikki, verður farið víðari í rættin við málinum. Í Tvøroyrar Býráði ivast tey ikki í, at tey hava eina góða sak. ­ Øll skip gjalda havnar­ gjald og Smyril er einasta skip í londunum rundanum okkum, sum vit samanbera okkum við, ið ikki vil betala havnargjald, varð sagt á býráðsfundinum í gjár­ kvøldið. Upplýst varð eisini, at alla aðrastaðni noyddust skip at betala havnargjald, saman hvør átti sjálvan bryggjukantin. ­ Sama um sjálv bryggjan er kommunal, ogn hjá land­ inum, ella privat, skulu øll skip betala havnargjald fyri at koma inn á fjørðin, varð upplýst á býráðsfundinum í gjárkvøldið. Góðkenna ikki roknskapin Av tí, at Tvøroyrar Komm­ una heldur seg eiga peningin til góðar, er havnargjaldið eisini ført sum inntøka á roknskapinum hjá kommun­ uni. Grannskoðarin hevur so bara skrivað í viðmerking­ unum, hvussu støðan er og at ósemja er um havnar­ gjaldið. Higartil hevur Innlendis­ málaráðið góðtikið rokn­ skapin við hesi viðmerking. Men nú er tað fíggjar­ málaráðið, sum skal góð­ kenna roknskapirnar hjá kommununi og nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð. Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð upplýst, at fíggjarmálaráðið fer ikki at góðkenna roknskapin fyri 2007, verður havnargjaldið ikki strikað sum inntøka hjá kommununi. Men Tvøroyrar Býráð samtykti einmælt í gjár­ kvøldið ikki at ganga krav­ inum frá fíggjarmálaráðnum á møti, men sendi ráðnum roknskapin til góðkenningar, akkurát við hann var við havnargjaldinum uppi á. Rokning upp á sjey milliónir fyri Smyril Smyril siglur inn og út eftir Trongisvágsfirði fleiri ferðir um dagin og tað vil Tvøroyrar Kommuna hava pening fyri. Men Strandferðslan noktar at gjalda Gott samstarv í Skálavík Í Skálavík hendir nógv fyri tíðina. Stóri frítíðardepilin hjá Eileri Jacob­ sen er í gerð og nýtt grótkast í gerð. Ábøtur skulu gerast á verandi grót­ kast og annað. Skálavíkar Kommuna telur fimm limir, og situr Sæbjørn Olsen (myndin) sum varamaður fyri Olivur Sømark (A), ið er uttanlands og siglir. Sæbjørn hevur meginpartin sitið hesi fýra árini fyri Olivur. ­ Hetta hevur verið ein góð tíð í bygdarráðnum, hóast herviliga ódnin rakti bygdina meint, men nú byggja vit upp aftur og síggja fram eftir, sigur hann við heimasíðuna bkv.fo. Sæbjørn situr sum varaformaður í bygginevndini og har fer eisini nógv fram, umframt stóra depilin hjá Eileri. Nøkur sethús eru bygd og koma afturat. ­ Eftirspurningurin er vaksin seinnu árini, sigur Sæbjørn at enda. Misjøvn nátaveiða í Sandoy Menn lata onki serliga at fonginum av náta. Ein bátur úr Skálavík var mánanáttina eftir náta, og stimaði aftur og fram, suður til Dalsendan og kom aftur við einans einum náta!, skrivar bkv.fo. Í gjáramorgunin fóru bátar avstað aftur. Onkur av teimum hevur fingið gott 60 ungar. Eins og í fjør eru ungarnir seinir í ár, so menn rokna við at hendan vikan gongur í øllum førunum til nátaveiðu.