Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 167 - 2. september 2008 Í gjár kunngjørdi Smyril Line, at And­ ras Róin fór frá sum stjóri í felagnum eftir bert einum ári í starv­inum. Í hansara stað er komin Peter S. Holm, ið hev­ur stjóri í Kaupthing Føroyar, sum lat aftur um árs­ skiftið, tá Eik yv­irtók v­irksemið Tíðindi Rógvi Nybo og Kári Mikkelsen Sosialurin og Rás2 Í gjár klokkan 15.30 kunn­ gjørdi Smyril Line, at And­ ras Róin var farin frá sum stjóri, og at eftirmaður hans­ ara skuldi verða Peter S. Holm. Peter Holm er 39 ár og útbúgvin Cand.Merc. í fígg­ ing og rokniskapi. Seinastu átta árini hevur hann starv­ ast sum stjóri á Kaupting í Føroyum, inntil tað um árs­ skiftið lat aftur og Eik yvir­ tók virksemið hjá felagn­ um. Nú er hann so settur í starv sum stjóri á Smyril Line, og verður tað hann, sum skal reka felagið fram­ yvir. Samstundis er Rúni Vang Poulsen settur sum varastjó­ ri í felagnum. Rúni er 32 ára gamal og hevur seinastu trý árini starvast sum fíggj­ arstjóri á Smyril Line. Gongdin ikki nøktandi Tá Rás2 prátaði við Peter S. Holm í gjár og spurdi hann, hvussu hann ætlar at venda gongdini í felagnum, svar­ aði hann, at hann verður fyrst noyddur at seta seg inn í tingini. Men samstund­ is kundi hann staðfesta, at hann ikki heldur gongdina í felagnum, og avkastið til partaeigarnar í felagnum hava verið nøktandi seinastu árini. ­ Henda gongdin, sum hevur verið seinastu árini, fær størsta, sigur Peter S. Holm. Tó vildi hann ikki koma inn á, hvussu henda gongdin skuldi vendast. Hann hevði onga viðmerk­ ing til fleiri spurningar, nevnliga hvørt Norrøna er egnað at sigla til Føroya, hvørt hon framvegis kemur at sigla til Føroya um vetur­ in, ella um fólk fara at verða uppsøgd. Tó segði hann, at tað ligg­ ur ikki í kortunum at siga fólk úr starvi, og at har eru aðrir mátar at fáa rakstur í felagið aftur, enn at siga fólk úr starvi. Men greitt er, at neyðugt verður at fáa rakstur í rutu­ netið aftur, har ein annar trupulleiki, sum eisini spæl­ ir inn, er vetrarsiglingin hjá Norrønu. Gjørdi skjótt av Tíðliga gjáramorgunin hoyr­ dist, at Andras Róin skuldi verða farin úr starvi, men hetta varð tó ikki váttað. Spurdur, nær Peter S. Holm fekk boðið møguleikan at taka við starvinum sum stjó­ ri í felagnum, svarar hann, at tað síðstu vikuna hevði verið tosað nakað um tað, men at tað var ikki fyrr enn seint gjáramorgunum og seinnapartin í gjár, at tað heilt konkret lá eitt tilboð á borðinum. Peter S. Holm var eisini skjótur og tók av, tí longu klokkan 15.30 kundi nevnd­ in í Smyril Line kunngerða, at hann varð settur í starv. Tá Rás2 spurdi hann, um hann ivaðist í at taka av hes­ um tilboðnum, svaraði hann, at tað er ein stór av­ bjóðing, og at ein verður noyddur at gera sær greitt, at tað krevur ein stóran arbeiðsinnsats, men at hon­ um dámar væl avbjóðingar, og at hann tískil ikki ivaðist í at taka av tilboðnum um at gerast stjóri í Smyril Line. Fjórði stjórin í trý ár Fyrstu 23 árini hevði Smyril Line bert ein einaráðandi stjóri. Tað var nevniliga stig­ takarin til Smyril Line, Óli Hammer, sum sat frá 1982 til 2005. Tá Óli Hammer fór úr starvi á vári 2005, kom norðmaðurin Jan Walle í hansara stað. Hann helt bert frá 1. apríl 2005 til 1. des­ ember, tá Tummas Magnus­ sen tók við. Hesin sat tá sum nevndarformaður, men setti seg sjálvan í starvið hjá norðmanninum 1. des­ ember. Hann helt eitt ár og nakrar mánaðir, til Andras Róin gjørdi honum kynstrið eftir og fór úr nevndarfor­ mannssessinum og setti seg í stjórastólin. Fyrst sum fyri­ bilssettur frá juni til septem­ ber í fjør, og síðani í føstum starvi. Og í gjár kom so enn ein nýggjur maður á brúnna á Smyril Line, tá Peter S. Holm tók við róðurpinninum. Sostatt er Peter S. Holm tann fjórði stjórin í felag­ num í trý ár, og liggur ábyrgdin at venda gongdini í felagnum nú á hansara herðum. Peter S. Holm nýg- gjur stjóri á Smyril Line Peter S. Holm er tann fjórði stjórin í felagnum í trý ár, og liggur ábyrgdin at venda gongdini í felagnum nú á hansara herðum Sangdagur fyri børn í Fuglafirði Leygardagin 11. oktober skipar Heimamissiónin fyri sangdegi í Fuglafirði (myndin). Luttakararnir á skeiðnum verða býttir í tvey kór, har Heðin Kambsdal fer at stjórna tí klassiska kórinum, meðan Jónhild Djurhuus fer at taka sær av tí rútmiska. Dagurin byrjar kl. 9 um morgunin og endar við einum hugnakvøldi við sangi og tónleiki. Neyðugt er at tekna seg til skeiðið, sum kostar 300 krónur fyri hvønn. Aldursmark er frá 8. flokki. Íleggjarar taka seg aftur Íslendskir íleggjarar eru farnir at taka seg aftur í Danmark. Íløguævintýrið, sum byrjaði fyri knappliga fýra árum síðani, tá íslendingar keyptu stóra handilin Magasin, tykist ikki at fara at enda lukkuliga sum eitt rættiligt ævintýr. Danska blaðið Børsen skrivar, at nógvir fíggjarserfrøðingar meta íslendsku íløgurnar í flogferðslu, handlar og fastognir at vera sera viðbreknar. Sunnukvøldið gavst danska tíðindablaðið Nyhedsavisen, tí pengarnir vóru uppi. Íslendska felagið Baugur stovnaði Nyhedsavisen fyri hálvum øðrum ári síðani. Børsen skrivar, at bæði styrkin og veikleikin í íslendska mátanum at gera íløgur er tætta sambandið millum feløgini og bankarnar. Gongst illa hjá íleggjarum endar rokningin hjá bankunum. Fitch Ratings hevur endurskoðað kredittmetingina av íslendska búskapinum, sum ikki er so sterkur sum hann var, skrivar uf.fo.