týsdagur 2. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 167 - 2. september 2008
Fríggjadagin skrivaði
Sosialurin um R2
Net, sum veruliga
ætlaðu at royna seg á
Fjarðafestivalinum.
Nú er Fjarðafestival
urin farin aftur um
bak, og R2 Net eru
heilt væl nøgd við
royndina hjá teimum.
Kringvarpið sær
ikki R2 Net sum
nakran veruligan
kappingarneyta,
men eru hugtikin av
royndini hjá teimum
Sjónvarp
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
R2 Net, hevur sum nevnt í
Sosialinum
fríggjadagin,
sett sær sítt egna digitala
sjónvarpsnet upp. Tey enda
fýra rásir, og tá er lógarkrav,
at ein av teimum skal vera
Sjónvarp
Føroya.
Hinar
rásirnir eru Iktus, sum sendi
beinleiðis frá Fjarðafesti
valinum og í framtíðini skal
senda kristið tilfar, God
Channel og ein rás, ið skal
senda
blandað
føroyskt
tilfar, sum helst skal fram
leiðast
av
áhugaðum
føroyingum, sum vilja gera
sjónvarp.
60 prosent av føroyingum
hava møguleika at kopla
seg á netið hjá R2 Net, men
ætlanin er at røkka 75
prosent av landinum innan
stutta tíð. Talan er um
ókeypis
sjónvarp
fyri
hyggjaran, tí ætlanin er at
fíggja
virkseminum
við
lýsingum.
Gekk sum væntað
R2 Net hevur fyrr sent
nakrar sendingar, men tað
fyrsta veruliga stóra takið
var Fjarðafestivalurin. Ætlan
in var at senda allan festi
valin beinleiðis, og at hava
samrøður við bólkarnar,
fyriskiparar og onnur á
økinum. Hetta var gjørt,
hóast smávegis trupulleikar.
Fríggjadagin høvdu vit
eitt sindur av trupulleikum,
við at fáa ljóð og mynd at
passa
saman,
og
so
framvegis, men leygardagin
gekk
alt
væl.
Ongin
panikkur var nakrantíð og
alt sum skuldi koma út kom
út, sigur Petur Jacobsen,
stjóri í R2 Net.
Til arbeiðis hevði R2 Net
15 fólk. Talan var um
sjálvboðið arbeiði, so á
tann hátt var ikki nøkur
serlig útreiðsla.
Tað vóru nakrir trupul
leikar, og serliga við sam
sendingini við Rás 1 hjá
Televarpinum, tá ljóð og
myndagóðska ikki vóru
nakað serliga góð. Men tað
sum var á rásini hjá okkum
fingu vit út uttan trupulleik
ar leygar og sunnudagin,
sigur Petur Jacobsen.
Sum heild eru tey á R2
Net heilt væl nøgd, og
serliga við umstøðurnar á
Fjarðafestivalinum.
Keldan er eitt dreyma
stað til okkara framleiðslu,
tey hjálptu okkum væl og
stutt var at fara ímillum
báðar pallarnar. Hetta var
ein stór roynd hjá okkum, tí
talan var um tveir pallar,
har vit mátti skifta ímillum,
men av tí tað var so stutt at
fara gekk heilt væl. Fram
leiðsla okkara hevði tó ikki
borið til, um talan ikki var
um at eitt beinleiðis tiltak,
har øll skráin var lagt til
rættis
frammanundan,
greiðir Petur Jacobsen frá.
Ikki ein
kappingarneyti
Ætlanin hjá okkum er ikki
beinleiðis at kappast við
Kringvarpið, vit eru enn
ikki nóg stór at kappast við
tey, men vit eru sera væl
nøgd við tað vit kundu
bjóða av Fjarðafestivalin
um, og eg ivist stórliga um
Kringvarpið hevði verið
ført fyri tí sama. Vit ætla
ikki at senda allan dagin í
framtíðini, men ætla í
hvussu so er at senda nakrar
tímar um dagin, sigur Petur
Jacobsen.
Sum nevnt í Sosialinum
fríggjadagin, er ætlanin hjá
R2 Net at hava eina rás, har
fólk við áhuga í at gera
sjónvarp, hava møguleika
at bjóða teimum tilfar, sum
R2 Net síðani sendir á best
hóskandi rásini.
Hugtikin
kringvarpsstjóri
Eg visti ikki av, at R2 Net
fór at senda, men eg eri
hugtikin av, at tey megna at
senda so nógv tilfar, tí eg
veit hvussu tungt og torført
tað er at senda sjónvarp. Eg
havi ikki sæð tilfarið hjá R2
Net, men ætli at síggja
endursendingina,
sigur
Annika Mittún Jacobsen,
Kringvarpsstjóri.
Hon leggur afturat, at hon
er spent at síggja góðskuna,
men at tað altíð er gott at
síggja føroyskt tilfar.
Eg síggi tey ikki sum
ein kappingarneyta hjá okk
um, tí tað má vera áhugavert
fyri føroyingar at fáa meira
føroyskt tilfar. Eisini rokni
eg við, at tey hava nógv
sjálvboðið arbeiðið, og tí
koyrir alt eitt sindur lættari
hjá teimum. Vit hava eisini
havt tílíkan pionerond í
Kringvarpinum, men vit
mugu minnast til, at fólk
eisini skulu liva, greiðir
kringvarpsstjórin frá.
R2 Net ætlar eisini at
senda tilfar frá fólkið, sum
hava tað sum frítíðarstarv,
og sigur Annika Jacobsen,
at hetta eisini er nakað tey
gera.
Serliga í samband við
32 og Speki, er talan um
fólk úti frá, sum gera tað
mesta
av
arbeiðinum.
Góðskan verður onkuntíð
minni góð, men tað er eitt
val vit hava gjørt, sigur
Annika Jacobsen.
Á netinum hjá R2 Net
sæst Sjónvarp Føroya eisini,
tí tað er lógarkrav, men tað
hevur
kringvarpsstjórin
Kringvarpið hugtikið av R2 Net
Petur Jacobsen er
stjóri í R2 Net, sum
sendi tað mesta av
Fjarðafestivalinum
beinleiðis
- Eg visti ikki av, at R2 Net fór at senda, men eg eri hugtikin av,
at tey megna at senda so nógv tilfar, sigur Annika M. Jacobsen
Norski vísusangarar
Norsku vísusangararnir Per og Monica, hava júst útgivið eina minningarfløgu.
Talan er um blandað góðgæti, við bæði gomlum og nýggjum løgum. Per og
Monica hava ofta verið í Føroyum og hava eisini verið at sæð í sjónvarpinum.
Serligt er eisini at bæði spæla upp á fleiri ljóðføri. Um onkur ynskir at fáa fatur á
fløguni, ber til at senda Epost til Salg@norskbokforlag.no ella vanligt bræv til
Norskbokforlag, Vik Senter, PB 103, 3549 Røyse.