týsdagur 2. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 167 - 2. september 2008
- Tað er ein av upp-
gávunum hjá einum
fakfelag at fylgja við
uppskotum, sum
verða løgd fram á ting,
og neyðugt er eisini at
gera vart við seg undir
nevndarviðgerðini,
um uppskotið gongur
ímóti áhugamálunum
hjá egnum limum, sig-
ur Óli Jacobsen, fyrr-
verandi formaður í
Fiskimannafelagnum
FAS
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sum fakfelagsmaður var Óli
Jacobsen ikki minst kendur
fyri at gera vart við sjónar
miðini hjá fiskiog sjómonn
um, um myndugleikarnir
dittaðu sær at ganga teimum
ov nær. Hann var skjótur á
sjóvarfallinum og byrjaði
longu at “bumba”, tá ymisku
málini vóru í stoypiskeiðini
– og í seinasta lagi, tá tey
vórðu løgd fram á tingborð.
Hann var ótroyttiligur og
stríddist til tað seinasta.
Nú løgtingið í mai sam
tykti broytingar í ymiskum
skattalógum í sambandi við
FASskipanina, sum koma í
gildi 1. januar 2009, er ikki
líkt til, at nakar hevur gáað
eftir, at hesar koma at ganga
útyvir
lønarviðurskiftini
hjá eitt nú limunum í Sjó
mannadeildini hjá Fiski
mannafelagnum.
Fríggjadagin var álitis
kvinnan umborð á Norrønu,
Jovita Karasinska, á vitjan
á Fiskimannafelagnum, har
hon saman við fleiri øðrum
av manningini er limur í
Sjómannadeildini.
Jovita sigur, at útrokning
ar, sum tey hava gjørt sam
svarandi talvum hjá Taks,
vísa, at fólk, sum arbeiða um
borð á Norrønu í dag fyri
umleið 15.000 krónur um
mánaðin, eftir nýggju skipan
ini koma at hava eina netto
inntøku, sum verður einar
1200 krónur minni um mán
aðin.
Hinvegin koma tey, sum
tjena einar 30.000 krónur
umborð á eitt nú Norrønu í
dag, at hava tað sama eftir,
meðan tær høgu lønirnar
hjá eitt nú maskinmonnum
og navigatørum fara at hava
meira eftir við samtyktu
broytingunum.
FF svevur
Óli Jacobsen, fyrrverandi
formaður í Fiskimannafel
agnum, heldur, at FF hevur
sovið í tímanum, tá felagið
ikki hevur varnast, at ætlaðu
broytingarnar fara at ganga
útyvir limirnar í Sjómanna
deild felagsins.
Tað er ein innlýsandi
uppgáva hjá einum fakfelag
at fylgja við uppskotum
sum verða løgd fram á ting,
og júst uppskotini um skatt
abroytingar í FASskipanini
vóru alment frammi.
Hann sigur, at ganga slík
ar broytingar ímóti áhuga
málunum hjá limunum, eig
ur felagið sjálvsagt at vera
á varðhaldi og gera vart við
hesar.
Hetta eigur felagið at
gera, tá uppskotið kemur
fram og eisini undir nevnd
arviðgerðini av málinum.
Um hetta ikki verður gjørt,
hava
løgtingslimir
alla
orsøk til at halda, at “tann,
sum tegir, samtykkir”, sigur
fyrrverandi formaður FF’s.
Broytingarnar
Óli Jacobsen vísir á, at sjó
fólk hava verið skattað eftir
vanligu skattalógini, soleið
is at tær lægstu inntøkurnar
hava goldið minst í skatti
og tær hægru meira.
Í FASskipanini hava
reiðararnir fingið 30% av
hýrunum afturgoldið, og
hetta hevur soleiðis verið
meginpartin av skattinum.
Hann sigur, at eftir sam
tykta uppskotinum í sam
bandi við FAS verður skatt
urin hjá sjófólki fast 35% av
øllum inntøkum, og síðan
verður allur skatturin endur
rindaður reiðarríunum.
Tað er upplagt, at eitt
slíkt uppskot bert kann
gagna teimum hægru inntøk
unum og vera til skaða fyri
tær lægru. Hetta stendur
eisini beinleiðis í viðmerk
ingunum til uppskotið, sigur
Óli.
Ikki sannførandi
Fiskimannafelagið hevur
havt ríkiligt av tíð til at gera
nakað við hetta mál og at
gera tær útrokningar, sum
manningin á Norrønu nú
sjálv má gera. At rakna við
tríggjar mánaðir eftir, at lóg
arbroytingin er samtykt, er
ikki sannførandi, heldur fyrr
verandi felagsformaðurin.
Óli Jacobsen heldur, at
hetta mál er enn eitt dømi
um, at førleikin hjá nýggja
formanninum í Fiskimanna
felagnum ikki er nøktandi.
Í samrøðu við Sosialin
fríggjadagin sigur Jan Høj
gaard, felagsformaður, at
hann fer at taka málið um
broytingarnar í skattalógini
upp, soleiðis at hansara limir
ikki verða verri fyri í skip
anini.
Vit góðtaka ikki, at um
støðurnar hjá okkara limum
gerast verri, leggur hann
dent á.
FF hevur sovið í tímanum
Samtyktu broytingarnar í skattalógini í sambandi við FAS-skipanina, sum koma í gildi 1. januar 2009, fara at gera lønarumstøðurnar hjá limunum í
Sjómannadeild FF’s verri
Jan Højgaard, felagsformaður og Jovita Karasinska, álitisfólk umborð á Norrønu. Jovita sigur,
at tað verður truplari at manna Norrønu, um inntøkuviðurskiftini hjá teimum siglandi verða
gjørdar verri, enn tey eru í dag
Mynd: Vilmund Jacobsen
Royndarkoyra laksavirkið
í Sørvági
P/f Luna keypti um ársskiftið saltfiskahúsið á bryggjuni í Sørvági.
Bygningurin er í summar umbygdur til laksakryvjivirki, sum
væntandi verður royndarkoyrt í morgin. Nýggja kryvjivirkið,
verður sera framkomið, eisini verður gott pláss á nýggja virkinum,
og um ætlanin er at gera meira við laksin, so eru eisini góðir
møguleikar til tað. Í gjárkvøldið tá umboð fyri heimasíðuna www.
joanisnielsen.fo vitjaðu á virkinum, var nógv fólk til arbeiðis, men
teir roknaðu tó við, at virkið verður royndarkoyrt mikudagin.
40 ára dagur á Oyri
Í gjár vóru liðin 40 ár síðan NorðskálaOyrar skúli var
vígdur, og í morgin, mikudagin 3. september eru 40 ár
síðan fyrsta skúladag. Báðir dagarnir skulu hátíðarhaldast
hvør á sín hátt. Í gjár var kaffi og kaka til teirra, sum
stukku inn á gólvið. Mikudagurin verður ein øðrvísi
skúladagur, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu:
Dagurin byrjar kl. 8 í gomlu skúlunum við Norðskála og
á Oyri. Síðan verður gingið í skrúðgongu til skúlan, har
dagurin verður hátíðarhildin við røðum, sangi, spølum og
drekkamunni. Seinni í heyst verður kvøldseta at
hátíðarhalda dagarnar.