Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 167 - 2. september 2008 Strævið at vera hundur í Klaksvík Klaksvíkar kommuna hevur sett John B. Hansen (myndin) í starv sum umhvørvisvørð. Hann er longu parkeringsvørður í Klaksvíkar kommunu, so hann er vanur við at ganga úti á markini. Arbeiðsuppgávur­ nar eru í høvuðsheitum at taka sær av øllum leys­ gangandi djórum og fenaði, vísandi til galdandi lóg­ gávu, so sum hundar, kettur, ross o.s.fr. Aðrar upp­ gávur eru at virka við og hjálpa til í sambandi við umhvørvisátøk. Skipaeftirlitið gjørt sáttmála Talan er um ‘Long­range identification and tracking system’, stytt LRIT. Hetta er ein skipan, ið útvegar føroysku myndugleikunum knattstøðuna hjá handilsskipum umvegis fylgisvein, skrivar Vágaportalurin. Knattstøðurnar verða mest nýttar til leiting og bjargi ng av skipum, umhvørvis tilbúgving og annars at fylgja við skipaferðsluni í føroyskum sjóøki. Sáttmálin merkir, at Pole Star kemur at veita Skipaeftirlitinum eina LRIT heildar­ loysn. Pole Star verður undirveitari av ritbúnaði og tólbúnaði hjá Skipaeftirlitinum, og fyrisitur eisini skipanina. Føroyar eru land nr. 2 í Evropu, sum lýkur LRIT krøvini í sáttmálanum “Safety of life at Sea“. Nú kunnu føroysk handilsskip, framhaldandi sigla í altjóða sjógvi eftir 2008. LRIT er galdandi fyri øll farmaskip størri enn 300 brutto tons og øll ferðamannaskip í altjóða sigling. Av tí at umleið 100.000 altjóða skip, skulu lúka LRIT krøvini,verður bíðitíð at fáa sertifikat. Satelitt­C radioútgerðin á skipunum skal roynast og góðkennast áðrenn 1. januar 2009. Á tíðindafundi hjá Faroe Seafood í morgun segði nevnd­ arformaðurin, Ric­ hard Mortensen, at umfíggingin av Faroe Seafood nú er komin upp á pláss, og at fyritøkan nú aftur kann savna seg um at fara í kapping á marknaðinum og soleiðis økja um løn­ semi í fyritøkuni. – Við nýggja fíggjarliga grundarlagnum er Faroe Seafood ført fyri at standa ímóti sveiggjum, segði hann Faroe SeaFood Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leingi hevur verið bíðað eftir ársaðalfundinum hjá Faroe Seafood, men nú fund­ urin var í gjár, og tíðinda­ fundur var í morgun, kundi nevndin staðfesta, at umfígg­ ingin av Føroya størstu fyri­ tøku er komin upp á pláss. ­ Fyritøkan kann nú virka á ein slíkan hátt, at virk­ semið aftur gerst lønandi. Haraftrat er Faroe Seafood nú brynjað til komandi árini móti sveiggjum, sum eru væntandi í vinnuni. Á tíðindafundinum segði Richard Mortensen, nevnd­ arformaður, at starvsfólk, partaeigarar og fíggingar­ stovnar seinastu vikurnar í felag hava gjørt eitt dygdar­ gott arbeiði fyri at fáa eina burðardygga loysn, sum hann tók til. ­ Vit hava nú fingið umstøður, sum kunnu gera, at lønsemið aftur kemur á eitt nøktandi stig, og fyri­ tøkan fer at gera sítt besta fyri at røkka hesum máli, segði nevndarformaðurin. Stór hall Ársúrslitið áðrenn óvanligar niðurskrivingar gjørdist í 2007 eitt hall upp á 19 miljónir krónur. ­ Í sambandi við endur­ fíggingina av samtakinum, hevur felagið valt at niður­ skrivað støðisognirnar við 79 miljónum krónum og útreiðsluført hesar í árs­ roknskapinum fyri 2007. Ársúrslitið fyri 2007 gjørd­ ist hareftir eitt hall upp á 96 miljónir krónur. Richard Mortensen segði, at felagið helst fer at hava eitt hall í 2008 upp á einar 15­20 miljónir krónur, men hædd er tikin fyri hesum í fyriliggjandi fígging av fel­ agnum. ­ Orsøkin til hallið í ár er í fyrsta lagi tørvandi gjald­ føri higartil í 2008. Hetta hevur ført til, at felagið hev­ ur havt avmarkaðar møgu­ leikar at keypa rávørur og soleiðis taka lut í sølufremj­ andi átøkum. Haraftrat er úrslitið ávirkað av søguliga høgum oljuprísum. Partapeningur Á aðalfundinum í gjár varð partapeningurin niðurskriv­ aður til 0 krónur, samstundis sum nýggjur partapeningur er teknaður á tilsamans 40 miljónir krónur. ­ Ein partur av fíggjar­ loysnini er, at 60 miljónir krónur av lánum er umlagd­ ur til ábyrgdarlán, og 40 miljónir krónur eru settar til viks ella “parkeraðar”, segði Richard og legði dent á, at hetta er ein 5­ára heild­ arloysn. Nevndarformaðurin legði dent á, at Faroe Seafood við hesum er styrkt fíggjarliga, og at fíggingin aftanfyri fel­ agið er tillagað á ein slíkan hátt, at møguleiki er fyri, at felagið við einum sunnum og góðum rakstri kann svara hvørjum sítt og tjena pening. ­ Átøk verða komandi mánaðirnar sett í verk, sum hava við sær betri lønsemi. Hesar fevna eitt nú um at fáa vertikala virksemið at virka soleiðis, at fyrimunir­ nir við at hava eina saman­ hangandi virðisketu – frá veiði, framleiðslu og sølu – koma fyritøkuni til góðar. Álit á leiðslu Á tíðindafundinum segði nevndarformaðurin, at nevndin í Faroe Seafood hev­ ur fult álit á leiðslu felagsins og stjóranum, Meinhardi Jacobsen. ­ Starvsfólkini hava verið tolin í einum truplum tíðar­ skeiði. Nú fíggjarligi grund­ vøllurin er styrktur, verður hugaligari at starvast hjá Faroe Seafood, og nevnd og leiðsla ivast ikki í, at part­ urin hjá starvsfólkunum fer ikki at liggja eftir, nú vit leggja til brots av nýggjum, segði Richard Mortensen. Tað er serliga fiskiflotin, sum felagið eigur, ið hevur kostað tað stóra hallið í 2007. Hinvegin hevur fram­ leiðsluparturin roynst bet­ ur. Faroe Seafood nýggja byrjan Eftir aðalfundin í Faroe Seafood í gjár er nevndin nú hendan: Richard Mortensen, Eyðun Olsen, Jónsvein Knudsen, Jacob Bjarnason og Kristoffur Laksá. Parteigararar, sum eiga meira enn 5% av partapeninginum í samtakinum, eru P/F Notio Framtaksfelag (48,5%), Framtak (17,5), Vátryggingarfélag Íslands hf (19%) og Sp/f 29.03.2006 (7,5%) FAKTA - Starvsfólkini hava verið tolin í einum truplum tíðarskeiði. Nú fíggjarligi grundvøllurin undir fyritøkuni er styrktur, verður hugaligari at starvast hjá Faroe Seafood, segði Richard Mortensen á tíðindafundi í morgun Mynd: Jens Kr. Vang - Nevndin hevur fult álit á leiðsluni í Faroe Seafood og á stjóranum, Meinhard Jacobsen, segði nevndarformaðurin, Richard Mortensen, í morgun Mynd: Jens Kr. Vang