týsdagur 2. september 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 2. september 2008
13
Nú um dagarnar frættist,
at nótaskipið Christian í
Grótinum er um at verða
selt av landinum. Hetta
skip eigur eina søgu, sum
er verd at verða skrivað,
nú hon er við at enda
Tað var vist í 1974, at Gøtu
Samvinnufelag bílegði eitt
nótaskip á Skála Skipa
smiðju, eftir at tað hevði
gingist væl við Jupiter,
sum var bygt har nøkur ár
fyrr. Tá vóru útlitini so
vánalig fyri nótaskipini við
ásettu veiðuavmarkingun
um, at felagið í Gøtu slepti
sáttmálanum. Hann var
síðani yvirtikin av Palla
Rasmussen, pápa Kristian
Martin í Klaksvík.
Hetta var, óneyðugt at
siga, eitt djarvt stig, men
eftirtíðin hevur víst, at tað
var rætt. Tað hevur tó
gingið upp og niður hjá tí
skipinum. Veiðumøguleik
arnir fækkaðust eitt tíðar
skeið, og teir royndu fleiri
nýggjar leiðir, sum ikki
gingu so væl. Teir fóru eis
ini á húsagang, men fingu
skipið og áræðið aftur.
Seinni fóru menn at
útvega sær størri skip til
nóta og eisini trolveiðu.
Fyrsta stig í so máta var
Gullfinnur í 1980 hjá
Regin á Rógvi. Gullfinnur
var størri og nógv dýrari
enn vanligu nótaskipini.
Men hann gav nógv størri
møguleikar, eisini tí teir
lastaðu meira.
Sáttmálin var tá 26,5%
til manningina. Men teir,
sum stóðu aftan fyri
Gullfinn vístu á, at skuldi
skipið hava nakran møgu
leika at bera seg, mátti
nevndi prosenpartur skerj
ast. Hinvegin vildu veiðu
og harvið inntøkumøgu
leikarnir hjá manningini
gerast munandi størri enn
prosentniðurskurðurin
kostaði. Manningin kundi
eisini vera minni. Harvið
fór meira at koma burturúr
til fiskimenn.
Hetta endaði so við sátt
mála um 20% til manning
ina. Gullfinnur fiskaði væl.
Manningin hevði góða inn
tøku, meira enn við vanlig
um nótaskipum. Men hóast
niðurskurðin í prosentunum
bar Gullfnnur seg ikki, og
hann fór av landinum aftur.
Tá er tað, at Tróndur í
Gøtu verður bygdur, og
hann kemur undir sama sátt
mála. Tað er rættuliga skjótt,
at teir mundu fingið somu
lagnu sum Gullfinnur.
Skipið bar seg ikki, og kundi
tað lættliga eins og Gull
finnur farið av landinum.
Við Carlton reseptini
hevði søgan steðgað her
Tá hendir tað, at manning
in, sum fyri ein stóran part
var partaeigarar, uttan um
manningarfeløgini gera
avtalu við reiðaríið um
16% í manningarpart í
staðin fyri tey 20%. Tað er
greitt, at hetta var ikki eftir
bókini. Men hevði Carlton
receptin verið brúkt her,
hevði hendan søgan heldur
ikki verið longri.
Men Føroya Fiskimanna
felag tók tá hesa støðu hjá
manningini til eftirtektar
og broytti sáttmálan
samsvarandi til 16%.
Seinni gekk so mikið
væl, at hetta tal fekst upp á
17,5%, og varð niðurskurð
urin harvið minkaður við
nærum eini helvt.
Sigast kann at henda
tilgongd bjargaði Tróndi í
Gøtu, og gjørdist hetta
grundarlagið fyri tí nóta
flota, sum í dag er í Gøtu
og aðrastaðni við.
Kristian Martin fekk mót
Hetta gav so eisini Kristian
Martin Rasmussen mót til
at fara í holt við eitt líkn
andi skip. Hann bíleggur í
Chile ein nýggjan Christ
ian í Grótinum fyri tann
gamla. Alt var framvegis
so óvist, at teir í Grótinum
bóðu um at fáa somu
sømdir sum Tróndur í Gøtu
hevði havt, nevniliga at
sigla fimm ár fyri 16% fyri
síðan at fara upp á 17,5%.
Hetta játtaðu mannningar
feløgini, tó við tí ískoyti, at
henda skipan skuldi bert
galda, til teir høvdu fiskað
fyri 150 mill, sum eftir
tátíðar meting vildi tikið 5
ár. Tað gekk kortini so
mikið væl, at teir náddu
hetta eftir bert trimum
árum. Hetta merkir, at
manningin á Christian í
Grótinum ongantíð hevur
havt nakran niðurskurð í
prosentum. Teir hava bert
upplivað hækking.
Tað kom at ganga strál
andi. Manningin hevði
stóra inntøku, og reiðaríið
stóran vinning.
Henda góða gongdin hjá
reiðarínum førdi so til, at
teir keyptu nótaskipið
Norðborg hjá p/f Hvalnes.
Hetta gekk aftur so væl, at
teir fingu sær aðru
Norðborg, sum teir hava
enn. Hetta er var ein ný
hugsan, tí veiðan kundi
virkast umborð. Hetta gav
eisini fleiri arbeiðspláss til
fiskimenn. Hetta gekk
aftur so væl, at nú er ein
triðja Norðborg í bygging,
og hon fer at gera møgu
leikarnar og arbeiðs og
liviumstøðurnar hjá fiski
monnum enn betri.
Menn ið byggja land
Manningin á Christian í
Grótinum hevur tískil, sum
rímiligt er, verið fegin um,
at hetta hevur kunnað latið
seg gera. Teir hava eisini
víst takksemi móti teimum,
sum hava gjørt hetta møgu
ligt, ikki minst sínum egna
felag. Menn hava eisini
trivist við. Fleiri ættarlið
av fiskimonnum hava verið
við, og vælvildin er fylgd
við frá eldra til yngra ættar
liðið. Øvundsjúka um, at
tað hevur gingið reiðar
ínum væl, er ikki komin til
hugs.
Hesir fiskimenn kunnu
eisini vera tilfriðs. Teir
fingu í 1988 eitt tað besta
arbeiðsplássið á sjónum
hjá einum tí besta reiðar
ínim í landinum. Inntøk
urnar hava verið skiftandi,
men yvirhøvur góðar, nógv
betri enn hjá øðrum bólk
um av fiskimonnum. Í
2006 fingu teir pr. dag í
sjónum kr. 4.700. Hetta
svararar til fimm vanligar
daglønir hjá arbeiðara av
landi.
Afturat hesum fingu teir
í 1988 við Fiskimanna
felagnum í eini lyklarollu
ein skattalætta, sum hevur
givið okkurt tal oman fyri
kr. 30.000 pr. ár. Fyri øll
árini hjá Christian í Gróti
num gevur hetta omanfyri
kr. 300.000 í tøkum
peningini.
Hetta eru upphæddir
sum ”vanlig” fólk ikki so
mikið tora at hugsa um.
Tað var spell, at ævintýrið
við Christian í Grótinum
ikki skuldi vara meira enn
góð 10 ár. Men manningin
kann so fegnast um, at tann
tíðin, sum hevur verið góð,
hevur so ikki verið ring,
sum tað plagar at verða
sagt.
Reiðaríið fer neyvan at
sleppa endanum, og tað fer
helst at finna aðrar møgu
leikar. Boð skal nokk eisini
vera eftir fiskimonnunum
umborð. Slíkar garpar við
einum so positivum hug
burði skal nokk onkur fáa
brúk fyri.
Ævintýrið um Christian í Grótinum
Gerst ein meira frælsur við
at skerja fíggjarliga
frælsið?
Hendan spurning mugu
vit seta okkum, nú landstýris
maðurin í fíggjarmálum sær
sum sítt høvuðsendamál at
tøma landskassan fyri
pening.
Høvuðsendamálið hjá K
Hansen er at skerja ríkisveit
ingina o.a. niður á 0 kr. So
føroyska samfelagið skal
missa eina milliard afturat
árliga, um hugsjónin hjá K
Hansen og Hoydal skulu
fremjast í verki. Hvussu
okkara samfelag tá vil
síggja út, kunnu fólk
saktans ímynda sær.
Tá talan er um ríkisveit
ing, so skal eitt havast í
huga – nevniliga pening
arenslið ímillum Føroyar
og Danmark. Uml 1996
varð gjørd ein kanning av
hesum rensli. Tá fingu vit
hægri blokk enn vit fáa
ídag. Kanningin vísti, at
peningarenslið ímillum
Føroyar og Danmark var
áleið í javnvág. Tó við eini
lítlari yvirvág av peningi,
ið fór til Danmarkar úr
Føroyum. So hóast vit
høvdu eina relativt hægri
ríkisveiting, so fingu vit
ikki eina krónu. Tí tað fór
meira peningur til Dan
markar úr Føroyum, enn
vit fingu aftur í blokki.
So blokkurin er á ein
hátt ein útjavningarskipan.
Fyri stuttari tíð síðani var
tosa um tað neyðuga í at
vit í Føroyum fingu eina
Kommunala útjavningar
skipan. Tað varð mett
alneyðugt fyri at tryggja
vælferðina kring landið.
Tað sama er galdandi innan
Ríkisfelagsskapin. Tí ann
ars kann eitt økið verða
drena fyri orku til fyrimun
ar fyri annað øki. Og tað er
ikki rætt.
Keypiorka okkara er
síðan økt síðan 1996, men
ríkisveitingin er minka. Eg
rokni við, at peningarenslið
ímillum Ríkispartarnar ídag
sýnir, at Føroyar missa
hundra tals milliónir krónur
til Danmarkar hvørt ár.
Hesin peningur fer fyri
stóran part til millumhandl
arar. Um vit ikki fáa eina
afturberin av hesum virð
um, so gerast vit fátæk
sum frálíður. Og vælferðar
tænasturnar eru í vanda.
Karsten Hansen tykist
hava eina sera margháttliga
uppfatan av, hvat frælsi er. Í
fullveldissamgonguni gekk
hann á odda við at skerja
ríkisveitingina við umleið
400 milliónum árliga.
Higartil hava við mist
knappar 3 milliardir av
hesum dárskapi. Nú tosar
hann so aftur um at skerja
ríkisveitingina við uml 120
milliónum kr árliga.
Ein kann spyrja seg sjálv
an um føroyingar gerast
meira frælsir av at lands
kassin hevur 500 milliórir
krónur minni í inntøku
árliga. Tað hava K Hansen
og hansara líkar ongantíð
svara uppá higartil. Tað er
møguligt, at Karsten Han
sen og hansara líkar kenna
seg meira frælsar, men ein
stórur partur av føroyingum
merkja á egnum kroppi at
teir eru minni frælsir.
Orsaka av Tjóðveldispoli
tikki. Longu ídag eru vit aft
urútsilgd á so mongum økj
um. Eitt er víst: tað tørva
hundratals milliónir árliga
afturat fyri at Føroyar skulu
mennast til eit framkomið
vælferðarsamfelag. Enn er
langt á mál. Og vit hava
brúk fyri hvørji krónu, sum
er í landskassanum, og
meira enn tað.
Tí hava vit ikki brúk fyri
fólkum, ið vilja tøma lands
kassan av landinum.
At hava møguleikar er
frælsi. Um tú ikki hevur
møguleikar – so hevur tú ikki
frælsi.
Meira ella minni frælsi?
Sambandsflokkurin
Marjus DaM
Óli jacobsen
Aftur í ár er ólóglig súluveiða farin
fram í Mykineshólmi. Menninir, sum
fremja hesa veiðu, er teir somu tveir,
sum nú hava gjørt tað í fleiri ár. Her
eru allar greiðar reglugerðir og
viðtøkur á økinum, sum upp á tað
grovasta verða tilsíðusettar. Ólógliga
veiðan í ár bleiv enntá gjørd sama dag,
28/8, sum fráboðað var at fara á
Flatadrang eftir súlum samsvarandi
viðtøkum.
Tað er harmiligt, at reglugerðir/
viðtøkur og ikki minst góð gomul
siðvenja soleiðis verður slept fyri
bakka. Eg eri føddur og uppvaksin í
Mykinesi, havi búð í oynni í eini 37
ár, havi sostatt upplivað og minnist
nógv, sum nógv núbúgvandi ikki hava
upplivað, men eitt sum hevur verið
gjøgnumgangandi eyðkenni fyri
bygdina er, at sjálvt um ósemjur óivað
altíð hava verið, so hava hagi, bjørg og
bátur haft ein felagsnevnara, sum
hevur verið hjálpsemi og samarbeiði.
Hettar er hesin maður/menn í ferð við
at niðurbróta fullkomiliga.
Men hvussu kann tað vera, tá sjálvt
okkara løgregla/vága sýsla stuðlar
uppundir og gevur faktiskt hesum
monnum rætt til hesa veiðu.
Eg meldaði somu søk til løgregluna
í fjør, har sýslumaðurin, Regin
Jespersen, tók sær av sakini og
fylgjandi brævaskifti, har allar
møguligar burturforkláringar fylgdu
við og sakin bleiv slept, grundað á at
sýslumaðurin ikki helt, at eg hevði
hald í mínum pástandi.
Hvussu nógvar súlur teir hava tikið í
ár, veit eg ikki, tað er fyri sovítt sakini
óviðkomandi, tað er mátin, sum er
sera ódámligur. Men í fjør tóku teir 60
súlur, sostatt 30 súlur í part,
samanborið við 370, sum eigarar ellar
tóku í hólminum, sum tá ið súlur fyri
línu og annað varð tikið burturav,
bleiv til 12 súlur í part til 27 partar.
Sum flestu kunnugt eru tað tey, sum
eiga jørðina, sum hava rættin at veiða
súlu. Oyggin er 40 merkur, 640 gyllin.
Skipanin er 24 mans + bát við 3
monnum. Til hvønn av hesum 24
monnunum skulu altso 26,6 gyllin
hvørt árið. Hesir báðir menninir talan
er um, eiga 9 gyllin tilsamans og gera
hervið stórt grin burtur úr restini av
eigarunum til 631 gyllin.
Fyri ikki alt skal vera negativt kann
eg viðmerkja, at súlustovnurin neyvan
nakrantíð hevur haft tað betur enn í ár.
Man skal heilt aftur til metárið 1951
til samanbering. Stovnurin á
Flatadrangir í ár er 137 ynglandi pør í
mun til nógv nógv undanfarin ár, har
stovnurin hevur verið ca. 120 pør. Fyri
hólmin sum heild er súlustovnurin í
støðugari menning.
Tey, sum eiga eftir av súlum í
hólminum í ár eru fráboðaði um, at
farið verður so skjótt viðrar.
Mykines
oskar
joensen
Ólóglig súluveiða í Mykineshólmi
viðmerkingar