Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 167 - 2. september 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Poula Larsen, fødd Leo, ættað úr Toftalíð í Vági, búsitandi í Keyp­ mannahavn, andaðist sunnudagin á Hvidovre Sjúkrahúsi, 99 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Ása Olafsdóttir Weihe, fødd Reinert, fer til grav­ ar úr Vesturkikrjuni hósdagin 4. september klokkan 13. Mia Olsen, vanliga nevnd Mia hjá Jóhan (Djóan), ættað av Tvør­ oyri, andaðist í Keyp­ mannahavn sunnumorg­ unin 91 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara elskaða Turið Sólbjørg Olsen Søldafjørður andaðist og varð jarðað. Tøkk til Henning Bøgesvang prest fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til Jens Marna, Kim og Vox fyri avbera vakran sang, og annars til øll, sum vóru við til at gera jarðarferðina so vakra. Tøkk til allar stuðlarnar, sangarar og kirkjutænarar. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur til Barnadeildina og Reiðrið. Tøkk fyri ta ótrúligu hjálp vit fingu til jarðarferðina og ervi. Mamma og Jonhard, babba og Oddny, Tóra og Rebekka Dagurin 3. september. Seraphia. Kristin trælkvinna úr Sýriulandi, sum varð hálshøgd fyri trúar sakir. Í vikuskiftinum 6. og 7. sep­ tember skipar Føroya Ellis­ akfør fyri MC­boogie, sum hesaferð verður í Suðuroy. Tiltakið er fyri øll sum hava motorsúkklu og eru motor­ súkkluáhugað. MC­Buggie hesaferð verður í Suðuroy, og tað er Føroya Ellisakfør sum skipar fyri tiltakinum. Formaðurin í Føroya Ell­ isakførum, Eirikur Ólason Simonsen, sigur, at enda­ málið við MC­Boogie tiltak­ inum er at savna motor­ súkklukoyrarar og motor­ súkkluáhugað til eitt felags tiltak. Skipað verður fyri ymiskum á túrinum, t.d. ber til at tekna seg til at sleppa inn í kolanámini í Hvalba við ferðaleiðara. Hetta verð­ ur seinnapartin leygardagin og sunnudagin. Gist verður á Hotell Øra­ vík, har ymiskt undirhald verður. Hotellið bjóðar Beaf Stroganoff fyri serprís leygarkvøldið. Tilmelding ferð fram á Hotell Øravík til tey, ið ynskja gisting har. Tað er neyðugt at tekna seg á Hot­ ell Øravík til døgverðan. Hetta skal gerast áðrenn kl. 18 mikudagin 3. september. Hotellið hevur telefon 371302. Eirikur vónar at so nógv koma við sum gjørligt, og bjóðar hann øllum motor­ súkklukoyrarum og áhugað­ um vælkomnum. Tey sum ikki hætta sær á motorsúkklu eru vælkomin at koma við bili. Tey, sum koma á motor­ súkklu, mugu minnist til at hava stroppar við til at surra súkkluna umborð á Smyrli, sigur Eirikur Ó. Simonsen, formaður í Føoya Ellisak­ førum. MC-Boogie í Suðuroy Í gjár hevði Ann Hjaltalin, skrivari hjá løgmanni, 40 ára starvsdag. Dagurin varð hátíðarhild­ in við morgunmati á Løg­ mansskrivstovuni, har Jóannes Eidesgaard, løg­ maður handaði Ann heið­ ursmerki frá drotningini. Tað sjáldsama við hesum er, at tey bæði – Ann og Jóannes – hava gingið í skúla saman á Tvøroyri. Ann byrjaði í skrivstovu­ læru á Landsskrivstovuni í 1968, sum tá var fyrisiting fyri alt landsstýrið, stóran part av almennu fyrisitingini og partvís eisini skrivstova fyri løgtingið. Eftir lokið læruprógv í 1971 varð hon sett í starv sum skrivstovu­ kvinna. Síðan desember 1997 hev­ ur Ann verið skrivari hjá skiftandi løgmonnum. Ann hevur starvast saman við 9 av teimum 11 løg­ monnunum, síðan Heima­ stýrislógin kom í 1948. sb. Ann Hjaltalin 40 ára starvsdag í landsstýrinum Jóannes Eidesgaard handar Ann Hjaltalin blómutyssi og heiðursmerkið frá drotningini Ann Hjaltalin kom til arbeiðis í gjáramorgunin, og visti av ongum, nú starvsfelagar hennara høvdu gjørt burturúr hesum runda starvsdegi hennara Mynd: Jens Kristian Vang