Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 167 - 2. september 2008 Tað vóru rósandi orð, løgmaður hevði at bera fráfarandi mentamálaráð­ harranum, Kristinu Háfoss, á samkomu í Mentamálaráðnum í gjár, tá hon formliga legði frá sær og Óluva Klettskarð tók við POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var ikki sørt, at løg­ maður hevði hug at skemta á móttøkuni í Mentamála­ ráðnum í gjár, tá Kristina Háfoss formliga legði frá sær og Óluva Klettskarð tók við. ­ Hevði eg verið eitt sindur óreinur hevði eg byrja við at sagt »here we go again«, legði løgmaður út við at siga. Hann takkaði Menta­ málaráðnum fyri at hava skipað fyri móttøkuni í sambandi við hátíðarhaldið, og síðani takkaði hann Kristinu Háfoss fyri henn­ ara arbeiði sum landsstýris­ kvinna í mentamálum. ­ Tað má mann siga um teg, at tú hevur verið eitt arbeiðsgrev. Tú hevur í sjey mánaðir gjørt áleið tað mann kann rokna við, at eitt vanligt landsstýrisfólk klárar í fýra ár. Tú hevur fingið loyst nøkur av teimum mál­ um, sum hava ligið politiskt órørd, av ymiskum ávum, segði Jóannes Eidesgaard. Hann segði, at viðhvørt skal ein nýggjur vinkul til, fyri at fáa gongd á. Og so nevndi hann nøkur av málunum, sum Kristina Háfoss hevur loyst úr lagdi. ­ Tú hevur fingið loyst Marknagilsmálið, tú hevur fingið loyst eitt gamalt mál um millumbylgjusendaran, tú hevur loyst málið viðvíkjandi sendinetinum, tú hevur fingið nýggjar flokkar inn á Frælsið, bæði til lærarar og námsfrøðingar og nýggjar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum, bara fyri at nevna nøkur ting, segði løgmaður. Snýr seg um raðfesting Jóannes Eidesgaard gloymdi heldur ikki embætisfólkið í Mentamálaráðnum, sum hevur stuðlað upp undir at fingið loyst hesi málini. Hann legði eisini dent á, at hann virdi avgerðina hjá Kristinu Háfoss um at leggja frá sær. ­ Vit, sum hava verið við í politikki vita, hvussu strævið tað kann verða, at vera landsstýrisfólk, og hvussu lítil tíð kann vera til avlops til familjuna og ann­ að at gera, segði løgmaður. Í politiska arbeiðinum snýr nógv seg um at raðfesta. ­ Og her hevur tú gjørt eina ógvuliga týðandi rað­ festing, har tú hevur valt nøkur ting frá, fyri at velja nøkur ting til, og tað virði eg hundrað prosent. Eg vil nýta høvið her at takka tær fyri tíðina, og fyri tað sera góða samstarv, sum hevur verið. Og so fari eg at ynskja tær og familjuni alt gott í komandi tíðum, segði Jóannes Eidesgaard. Síðani handaði løgmaður Kristinu Háfoss eitt blómu­ tyssi og eitt fráfaringarskjal. Eftir hetta vendi løgmaður sær til Óluvu Klettskarð. Hann byrjaði við at siga, at tað bert einaferð hevði unst honum at tosa við Óluvu Klettskarð, sjálvt um hon Fýra ára arbeiði eftir Løgmaður hevði mong rósandi til Kristinu Háfoss, nú hon legði frá sær sum mentamálaráðharri. Ikki minst skúladepilin við Marknagil er eitt av stóru og tungu málunum, sum Kristina Háfoss hevur sett á skinnarar Mynd: Jens Kristian Vang Palin-dóttir við barn 17 ára gamla Bristol Palin er við barn. Og tað er í sjálvum sær einki undarligt í – um tað ikki var fyri tað, at hon er dóttir til varaforseta valevnið hjá republikanska flokkinum. Tað váttar Sarah Palin sjálv. Sambært guvernørinum í Alaska, sum er hart ímóti fosturtøku, fara Bristol og faðirin at barninum, Levi Johnston, ið gongur á sama skúla sum Bristol, at gifta seg. Hvat 18 ára gamli drongurin sjálvur sigur um hetta, hevur hann ikki úttalað seg um. Men sambært hansara MySpace síðu, sum nú bert vinir hansara sleppa inn á, droymir hann hvørki um hjúnarband ella børn. – Eg vil ikki hava børn, skrivar hann sambært fleri ameri­ kanskum miðlum. Hvussu hetta fer at ávirka valkampin hjá John McCain og Sarah Palin er eitt sindur ógreitt enn, men sambært amerikanskum miðlum visti McCain um, at Bristol Palin er við barn.