týsdagur 2. september 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 167 - 2. september 2008
sjey mánaðum
hevði verið í tinginum.
- Eg eri ikki tann mest
snakksaligi í tinginum, men
fríggjakvøldið fekk eg so
høvið at tosa við teg í
telefon, fyri at kanna eftir,
at eingi lík vóru í lastini.
Og eg má siga, at í teirri
stuttu
samrøðu
okkara
millum fekk eg tað inntrykk,
at tú hevur ein sera sterkan
integritet, segði løgmaður.
Fakligan førleika
Hann nam síðani við fakliga
førleikan
hjá
Óluvu
Klettskarð og tann veru-
leika, at hon kemur av bygd,
úr Haraldsundi.
- Eg veit ikki hví mamma
tín ikki nevndi tað, tá eg
heilsaði upp á familjuna, at
hon er ættað úr Porkeri, og
tað dregur í hvussu er ikki
niður, helt løgmaður skemt-
andi fyri.
Hann dugdi illa at koma
við góðum ráðum um,
hvussu Óluva Klettskarð
skuldi røkja uppgávuna,
men ein góður fakligur
førleika er ikki at kimsa at.
- Men tað týdningarmesta
er, at mann hevur sína
sunnu fornuft við sær í
øllum viðurskiftum, sum
mann hevur við at gera,
segði løgmaður.
Hann ynskti síðani Óluvu
Klettskarð góða eydnu í
starvinum og vísti á, at tal-
an er um eitt ógvuliga krevj-
andi starv, tí ein skal hava í
huga, at útbúgving og ment-
an eru partar av kjarnu-
økjunum í okkara samfelag,
og sum eisini hava fingið
eina høga raðfesting í tí
samgonguskjali, sum er
politiski setningurin.
- So tað er ein stór ábyrgd,
sum verður løgd á tínar
herðar, og eitt, sum hevur
stóran týdning, er, at fam-
iljan, sum er her í dag, eisini
veit tað, at tað er ógvuliga
týdningarmikið, at mann
hevur eina trygga og robusta
familju við sær í arbeiðinum,
tí familjan er jú tað frístaðið,
sum mann hevur brúk fyri.
Og tað er har, mann løðir
battaríini, fyri at fara út aftur
at kempa víðari við teimum
málum, mann hevur, segði
løgmaður.
Við blómum og setar-
brævið ynskti løgmeður
síðani Óluvu Klettskarð
eina hepna hond í starvinum
sum mentamálaráðharri.
Nýggjan stól
Nýggi mentamálaráðharrin
takkaði løgmanni fyri tey
vøkru orð, hann hevði til
hennara.
- Eg vænti og vóni, ja eg
veit, at vit fara at fáa eitt
gott samstarv. Eg fari eisini
at takka Kristinu Háfoss
fyri tað stóra arbeiði, hon
hevur framt í ráðnum, og
fyri gott samstarv okkara
millum,
segði
Óluva
Klettskarð.
Hon vissaði um, at tær
báðar fara at gera hesa
yvirgongdina so smidliga
sum gjørligt, og hon hevur
boðað frá, at hon fer at
ganga í teimum fótasporum,
sum Kristina Háfoss hevur
slóðað.
- Okkara samstarv hevur
verið sera gott, og eg fari at
takka tær og ynskja tær alt
t a ð
besta. Somuleiðis fari eg at
takka flokkinum fyri ta stóru
ábyrgd, mær er sýnd, segði
Óluva Klettskarð.
Hon nam síðani við stóra
gjøgnumtrekkin av menta-
málaráðharrum, sum Tjóð-
veldi hevði havt seinastu
árini í samgongu.
- Sessurin hevur verið
ógvuliga ringur at siti í, so
eg havi fingið eini góð ráð,
og tað er at skifta stólin út
beinanvegin, segði Óluva
Klettskarð at enda.
Setanarbræv og blómur til nýggja mentamálaráðharran, Óluvu Klettskarð. Hon ætlar
at fylgja í sporunum, sum undangongukvinnan hevur slóðað, og væntar sær eitt gott
samstarv í Tinganesi
Mynd: Jens Kristian Vang
Íløgur uttan váða
Norðoya Sparikassi bjóðar nú kundum sínum at gera íløgur í partabrøv uttan váða fyri kurstapi.
Sparikassin sigur, at hóast trýst á marknaðinum, so hava stóru fyritøkurnar kortini megnað at givið
kursvinning, og tí bjóðar Norðoya Sparikassi fólki at seta pening inn á eina innlánskonto og fáa
kursvinningin á seks norðurlendskum partabrøvum eftir trimum árum. Sparikassin hevur valt út
Nokia, Statoil, H&M, AstraZeneca, A.P. Møller Mærsk og Danske Bank. Norðoya Sparikassi fer
at kunna um møgulekarnar í Miðlon 9., 10. og 11. september klokkan 19.00 til 21.00.