Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 167 - 2. september 2008 tíðindi Trivnaður Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Viðareiði: - Ja, tað virkaði eitt sindur býtt, at ein mátti fara allan vegin til Klaksvík- ar bara fyri at keypa ein pakka av mjólk, sigur Maria Jacobsen. Í sløk tvey ár hevur eingin handil verið í bygdini, og hava tey, ið ikki dagliga vóru í Klaksvík, verið sera hørm um tað. Men nú er broytt. Síðani í summar hava við- ingar nevniliga havt møgu- leikan at fara til handils í heimbygdini. Og henda møguleikan hava nógv gjørt brúk av. Ta stuttu løtuna, ið um- boð fyri Sosialin vóru í handlinum, var væl av fólki á gátt, hóast bilur okkara, Snoddi stóð í túninum. Enn er alt ikki liðugt utt- anfyri. Men tað man fara at koma so við og við! Lá ikki eftir Tað var ein sorgardagur fyri mong fólk á Viðareiði, tá bygdarhandilin lat aftur fyri fáum árum síðani. Hesir handilseigararnir høvdu handilin í meiri enn 30 ár. Handilin kallaðist at byrja við “á Brekkumørk”, men skifti seinni navn til “Brúgvaskiftið”, eftir tí staðnum har handilin lá miðskeiðis í bygdini. Á hesum staði høvdu fólk møguleika at keypa sær tær vanligu vørurnar til húsarhaldið, umframt tað at tey kundu fáa lut í somu til- boðum sum fólk aðrastaðni kring landið. Men ein dagin í november 2006 var hesin møguleikin tikin frá teimum. Síðani hava tey verið noydd at farið annaðhvørt í kioskina í bygdini, ella til handlarnar í grannabygdunum – Norð- depli og Klaksvík, og kanska eisini í Árnafirði! Um somu tíð var klaks- víkskvinnan Óluva Fred- eriksen farin at hugsa um, at hetta kundi ikki bera til í longdini. Hennara partur skuldi í øllum førum ikki liggja eftir, tá talan var um at tryggja bygdini sømilig kor á hesum øki. Hon og maðurin tosaðu saman um tað, fingu eitt øki til vega og leygardagin 19. juli í ár kundu viðingar aftur sleppa til handils í heimbygdini. - Eg haldi, at tey vóru ógvuliga fegin um tað, sigur Óluva Frederiksen. Stuttur vegur Maria Jacobsen er ein av mongum viðingum, sum við spenningi høvdu fylgt við, og helst eisini fregnast um, hvussu mundi gangast við byggingini av handils- bygninginum vestarlaga í bygdini. Nú var Maria so »hepp- in«, at ta tíðina, ið eingin handil var á Viðareiði, búði hon í Havn. Hon er júst flutt norðuraftur, so tað hóskaði sera væl hjá henni í so máta. Hon hevur verið javnan og keypt frá Óluvu, og var eisini til handils mikudagin í farnu viku, samstundis sum umboð fyri tíðindatæn- astuna fingu sær ein kaffi- munn á staðnum. Jú, Maria og øll hini tykj- ast sera fegin um nýggja handilin. Við sær í føvning- inum eftir hesa vitjanina hevði hon mjólk og onnur ting, ið hoyra til eitt vanligt húsarhald. - Fyrimunurin hjá mær er í øllum førum hann, at um eg havi gloymt at keypa okkurt, so kann eg bara fara aftur til handils beinan- vegin. - Tað er munur á at skula fara hetta lítla pettið í bygd- ini, enn at koyra allan vegin til Klaksvíkar, sigur Maria við einum brosi. Lætt og skjótt at far ” Tað er munur á at skula fara hetta lítla pettið í bygdini, enn at koyra allan vegin til Klaksvíkar Maria Jacobsen, viðskiftafólk, Viðareiði ” Eg haldi, at øll eru fegin um handilin, serliga tí at hann er opin so langt út á kvøldið Óluva Frederiksen, handilskvinna, Viðareiði - Tað er ótrúliga gott at sleppa undan at fara allan vegin til handils í Klaksvík at keypa tær vanligu vørurnar, - serliga hjá mær, sum plagi at gloyma helvtina av tí, eg ætlaði at keypa, sigur Maria Jacobsen á Viðareiði. Mikudagin í farnu viku var hon farin til handils í nýggja handlinum í heimbygdini, hvørs vørumerki er »Alt, .. lætt og skjótt!« Einum nýtist ikki at hava verið leingi inni í handlin- um, fyrrenn ein sær, at her er talan um ein nútíðar handil. Hinvegin er Maria vitandi um, at skal hon gera okkurt serstakt til matna – kanska okkurt serligt slag av salati – so er ikki vist, at hon fær allar ingrediensirnar í heim- bygdini. Hennara royndir eru kortini tær, at ein fær nærum alt til keyps her í handlinum. Ein spurningur, tá talan er um teir smærru bygda- handlarnar, er sjálvandi um teir eru kappingarførir í prísi við teir størru handl- arnar og handilsketurnar í teimum stóru býunum. Men Maria hevur sjálv ikki merkt so øgiliga nógv til tað, at handilin hjá Óluvu er dýrari enn aðrir. - Eg haldi, at tað kostar nøkulunda tað sama her, sum tað kostar aðrastaðni. Okkurt er kanska dýrari, men tað hugsar man ikki um, tá ein hevur ein handil her í bygdini, slær Maria Jacobsen fast. Sami prísur hjá Óluvu