týsdagur 2. september 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 2. september 2008
19
tíðindi
a til handils
- Tað er fínasta slagi at vit nú hava fingið handil aftur, sigur
Maria Jacobsen á Viðareiði
Handilin hjá Óluvu Fred
eriksen læt upp leygar
dagin 19. juli.
Her fáast vanligar ger
andisvørur,
gávulutir,
nýbakað rundstykkir og
fransbreyð og køkur, ið
Óluva bakar. Tær einastu
vørurnar, ið hon ikki bakar
sjálv, eru rugbreyðini!
Nú
er
hálvar
annar
mánaður farin síðani, og
kann hon við takksemi
staðfesta, at bygdarfólkið
hevur tikið sera væl ímóti
handlinum.
Eg haldi, at øll eru
fegin um handilin, serliga
tí at hann er opin so langt
út á kvøldið, sigur hon.
Sum ein part av handils
virkseminum er somuleiðis
møguleiki hjá fólki at
keypa sær ein kaffimunn
og okkurt afturvið, og
njóta
tað
í
einum
hugnakróki við stórum
vindeygum
innast
í
handlinum.
Hetta hevur verið eitt
sera nógv nýtt stað hjá
ferðafólkum, ið her hava
møguleika at njóta eitt tað
vakrasta útsýnið í landinum
– yvir kirkjuna, bygdina
Múla, fjøllini og flógvan
vestureftir.
Tey ungu hava eisini
møguleika at keypa sær
okkurt til matna, og kann
hetta somuleiðis njótast
afturvið góðum útsýni.
Handilin hevur higartil
verið opin frá klokkan 9 til
22,
allar
dagar
uttan
sunnudag. Kanska okkurt
verður broytt í hesum
sambandi í vetur.
Bakar alt sjálv
Óluva Frederiksen bakar meginpartin av bakaravørunum sjálv. Hesir báðir viðareiðisdreing-
irnir munnu helst munga meiri eftir góðgætinum
Tveir av kundunum hava sett seg í hugnakrókin við einum kaffimunni. Teir báðir
tosa helst um nýggja sjónleikin, sum klaksvíkingar eru farnir undir at venja. Hava
teir einki at tosa um, kunnu teir altíð njóta vakra útsýnið vestureftir
”
Her fáast vanligar gerandisvørur, gávu-
lutir, nýbakað rundstykkir og fransbreyð
og køkur, ið Óluva bakar. Tær einastu
vørurnar, ið hon ikki bakar sjálv, eru
rugbreyðini!