Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 167 - 2. september 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tú kanst altíð fara í eina tackling og tú kanst altíð stríðast. Men tað gera vit í alt ov lítlan mun í dag Heðin á Lakjuni, KÍ Innanhýsis uppgerðirnar millum botnliðini fara næstu vikurnar at hava stóran týdning fyri, um KÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð ikki skal eiga sess í bestu deildini, tá ið teir í Klaksvík annars høvdu ætlað sær upp á tindin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Gullstríðið er avgjørt. Átjan stig eru eftir at spæla um, og um skreytið skal fara aðra staðni enn í Sundalagið, so skal tað EB/Streymur einki vinna afturat, meðan tað ikki skal kiksa hjá kapp­ ingarneytunum. Eingin roknar við hesum, og før­ oyski fótbóltsheimurin fegn­ ast saman við teimum í EB/ Streymi. NSÍ, HB, B36 og kanska Víkingur stríðast um bílig­ aru heiðursmerkini, og tann kappingin er so mikið tøtt, at tað ber illa til at siga, hvør at enda fer at vera om­ aná, og hvør fer at enda undir. Men tað er ikki henda kappingin, sum tað nú fer at verða vístur størsti áhugi fyri. Eftir at KÍ tapti á Skála í gjárkvøldið, er tað spurn­ ingurin, hvørjir niðurflytar­ arnir fara at verða, sum er tann mest áhugaverdi. Serliga áhugavert og spennandi er tað, um tað hesa ferð skal taka seg so illa upp hjá KÍ, at úrslitið verður leygardagsfótbóltur í 2009 ella í árinum, sum var tað, teir stílaðu visiónina eftir, tá ið klaksvíkingar meldaðu út fyri tveimum árum síðani. Møguleikin fyri KÍ niður­ flyting hevur spøkt leingi. Eftir summarsteðgin er hann øktur, og nú tað inntil annað vikuskifti er steðgur í landskappingini, er hóttan­ in av, at myrkasta blaðið í 104 ára gomlu søgu felags­ ins skal verða skrivað, so nær við at verða veruleiki, at tað er væl skiljandi, um tey í og kring KÍ kenna seg illa kroyst. Skálamenn staðfestu und­ an uppgerðini í gjárkvøldið, at hetta var seinasti møgu­ leikin hjá teimum. Skála vann, og nú verða hugurin, dirvið og áræðið størri at venja og fyrireika seg til næstu avbjóðingarnar. Tann næsta verður sonn lykla­ uppgerð, tí í 22. umfari skal Skála spæla á Sandi! Henda sama dagin fer KÍ at vitja B36. Hóast klaksvík­ ingar tvær ferðir fyrr í ár hava vunnið heimadystir á árstalsfelagnum, og hóast KÍ fyrr í ár vann 1­0 ímóti HB í Gundadali, so leggur støðan soleiðis, sum hon nú hevur myndað seg, ikki upp til, at klaksvíkingar fara at fáa nakað við sær úr høvuð­ sstaðnum. Um so B71 samstundis fer at vinna fulla úrtøku í heimauppgerðini ímóti Skála, so verður talan um finalu um at sleppa undan niðurflyting, tá ið sandoy­ ingar í 23. umfari fara at vitja í Klaksvík! Í sovornum støðum kann alt koma fyri. Av teimum trimum nið­ astu eru teir í Klaksvík í løt­ uni ivaleyst teir, sum kenna seg longst niðri. Eftir góðu fyrstu løtuna á Skála fór alt í fisk, og út frá avrikinum síðstu 80 minuttirnar er skjótt at gera ta niðurstøðu, at vánirnar eru ikki serliga stórar fyri, at KÍ skal vinna seg undan vanlukkuni. Tá verður bjargingin heldur tann, at B71 og Skála ikki fara at megna at vinna. Síðani summarsteðgin hava seks umfør verið á skránni, og av teimum trim­ um í botninum hevur Skála staðið seg best. Skálamenn hava vunnið sjey stig ­ 3­2 ímóti ÍF, 1­1 ímóti NSÍ og 1­0 ímóti KÍ, meðan bæði KÍ og B71 hava vunnið fýra stig. KÍ 4­2 á NSÍ og 0­0 ímóti HB, og B71 2­2 ímóti Víkingi og 2­1 ímóti ÍF. Nú eru seks umfør eftir, og tað er møguleiki fyri, at tað eftir 27. umfar verður neyðugt at brúka málmunin fyri at finna niðurflytararnar. Troystin í Klaksvík er neyv­ an stór í hesum í løtuni, men tað er ein veruleiki, at í hesum roknskapinum er KÍ betri fyri enn kappingar­ neytarnir. Málmunurin hjá KÍ er ­8, hjá B71 er hann ­ 19, og hjá Skála er hann eisini ­19. Sandoyingar hava skorað fýra mál fleiri enn skálamenn. Fuglfirðingar eru tvey stig frammanfyri KÍ, og sjálvandi passaði úrslitið á Skála væl hjá ÍF. Merkisvert er tað, at øll tey trý í botninum skulu spæla ímóti ÍF. Hesir dystirnir saman við innanhýsis uppgerðun­ um millum tey aftastu – B71­Skála og KÍ­B71 – fara at verða avgerandi fyri, um neyðstadda KÍ fer at bjarga sær ella ikki, og hvussu tað fer at vignast hjá ÍF, B71 og Skála, sum í gjárkvøldið fekk nýtt mót. Tað brýtur í bæði borð hjá KÍ Ætlandi skuldi 2009 verða árið, har KÍ aftur rakti tindarnar. Nú er ítøkiligur vandi fyri, at 2009 verður myrkasti kapittulin í 104 ára gomlu felagssøguni Mynd: Álvur Haraldsen Skráin hjá teimum trimum í botnunum sær soleiðis út fram til 25. oktober: KÍ: B36 (ú), B71 (h), B68 (ú), ÍF (h), NSÍ (h) og Víkingur (ú) B71: Skála (h), KÍ (ú), B36 (ú), B68 (h), Víkingur (h) og ÍF (ú) Skála: B71 (ú), B68 (h), ÍF (ú), Víkingur (h), EB/Streymur (h) og NSÍ (ú). FAKTA