Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 167 - 2. september 2008 ] Skiftu troyggjur Meðan KÍ byrjaði dystin mánakvøldið í vanligu bláu troyggjunum, var liðið í hvítum, tá seinni hálvleikur byrjaði. – Vit sóu alt fyri eitt, at her var alt ov myrkt, og tað merkist í spælinum, tá menn ikki síggja hvønn annan nóg væl. Tí góvu vit alt fyri eitt boð til Klaksvíkar um at fáa hvítu búnarnar til Skála, og hesir vóru komnir í taxa-bili, tá vit fóru inn til hálvleik, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ. Robinho er nú City-leikari Brasilski bóltsnillingurin, Robinho, er ikki longur at finna í Real Madrid. Stutt fyri midnátt, tað vil siga stutt áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, skrivaði hann undir sáttmála við enska Manchester City. Enska felagið skifti eigarar sama dag, og ríkmenninir, sum hava keypt felagið, aftra seg eftir øllum at døma ikki við at leggja pening á borðið fyri nýggjar spælarar. Teir hava goldið Real Madrid góðar 312 milliónir krónur fyri Robinho. 24 ára gamli Robinho skoraði 25 mál í 101 dysti fyri Real Madrid. Sáttmálin er galdandi í fýra ár, og Robinho gerst fjórði brasilski spælarin í City-hópinum. Hinir eru Jo, Elano og Glauber Berti. Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leikliga er hampuliga skjótt at gera status yvir dystin á Skála í gjár. Botn- uppgerð stóð á skránni, og sum so endurspeglaðist hetta eisini aftur í spælinum, sum sjáldan var nakað at rópa hart hurrá fyri. Men í neyðini var tað Skála, sum dugdi nógv best at tackla trýstið, sum fylgir við slíkari uppgerð. Sæð burt- ur frá fyrstu tíggju min- uttunum, tá KÍ royndi seg við skilagóðum spæli, har Allan Joensen var snúnings- punktið á miðvøllinum, var tað Skála, sum hevði takið á dystinum. Fyrst og fremst tí teir bæði tordu og vildu munandi meira, meðan klaks- víkingarnir mest av øllum tóktust óttast eina fiasko. Eftir fyrstu nervakendu løtuna, har KÍ við skjótum spæli trýsti Skála aftur á vøllin, byrjaði Skála spaku- liga at svara aftur. Denturin varð fyri tað nógva lagdur á at spæla upp á miðvøllin, sum síðani spældi bóltin í føturnar á áleyparunum, og onkra tíð gav tað vanda- miklar støður við sær. Avgerandi málið var eisini eitt úrslit av hesum. Bólturin varð stungin út í vinstru til Jónhard Frederiksberg. Verju- spælið var ikki sannførandi, tá Jónhard snaraði tveir verju- spælarar av sær, áðrenn hann sendi flatt inn í fimm- meturin, har Bogi Gregersen kundi beina bóltin innum. Og so hevði Skála av álv- ara fingið neyðuga friðin í spælið. Hildu høvdið kalt Har hendi kanska ikki tað heilt stóra, tað sum eftir var av fyrra hálvleiki. Men eftir steðgin tóktist Skála fram- vegis sita á øllum. Og tað vóru tað tvær høvuðsorsøkir til. Fyrst og fremst, so vísti Skála sálarliga styrki við støðugt at halda fast um sítt útgangsstøði. Teir fóru kanska ikki ov langt fram á vøllin, men teir duttu heldur ikki afutr, og tí komu teir ongan tíð undir nakað sjálv- skapt trýst. Og hin vegin megnaði KÍ í alt ov lítlan mun at umskipa spælið. Tá spælið hekk somikið illa saman, sum tað gjørdi mánakvøldið, so eru hyggjuráðini heldur at brúka Rógva Jacobsen sum Target man. Ein leik- lutur, sum Rógvi at kalla er meistari í. Men heldur ikki tað varð gjørt. Heldur varð sparkað ætlunarleyst niðan eftir vøll- inum, og tað gav KÍ-álopin- um sera truplar arbeiðsum- støður. Eina einstaku ferð varð um reppið, at Rodrigo slapp leysur – eftir at Rógvi við langari sending varð nýttur sum millumstøð – men Arn- hold Berg valdi at sópa beinini á áleyparanum burt- ur, beint áðrenn hesin dróg inn í brotsteigin. Heldur kundi Skála í trimum førum økt um leiðsl- una. Men bæði Alexandur Johansen og Bogi Gregersen skutu upp um í góðari støðu, og Jákup Mikkelsen stór- bjargaði, eftir at Pætur Dam Jacobsen hevði trýst og tackl- að seg ígjøgnum verjuna. Trýst á KÍ Alt hetta var tó gloymt, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Ovurfegnir kundu Skála-menninir stað- festa, at teir enn halda lív í vónini um Formula-bólt í 2009. Munurin upp til bjarg- ing er nú bara trý stig, og tí er avgerðin at kalla hjá Skála. Næsta umfarið skal Skála nevnliga til Sands, og har kann roknast við, at annað av liðunum vinnur seg upp á 21 stig. Tað er tað sama, sum KÍ hevur í løtuni. Klaks- víkingar skulu tá í Gundadal at spæla móti B36, og á pappírinum er talan tí skjótt um akutta kreppustøðu í Klaksvík. Skála-KÍ 1-0 (1-0): Skála livir enn Trýstið á KÍ tykist vera ov stórt, og hóast liðið í manntalið eigur at liggja betur, var tað eitt handlings­ lammað lið, sum var á vøllinum við Mýru­ hjalla á Skála í gjár KÍ Skála Rógvi Jacobsen í hornatøkum við Arnhold Berg. Enn eru styrkirnar hjá Rógva ikki komnar KÍ tilgóðar, hóast hann hevur dygdir, sum eiga at skapa neyðugu møguleikarnar Mynd: Álvur Haraldsen Ofra okkum ikki - Sjálvandi er sjálvsálitið ikki nóg gott. Men tú kanst altíð ofra teg. Tú kanst altíð fara í eina tackl- ing og tú kanst altíð stríðast. Men tað gera vit í alt ov lítlan mun í dag. Og tað er ikki nóg gott. Liðskiparin hjá KÍ, Heðin á Lakjuni, var ber- søgin, tá vit eftir dystin hittu hann á orði. Og hann var skjótur at ásanna, at tað fór ikki at verða serliga stuttligt at koyra norður aftur. - Nei. Tað verður tað ikki. Hetta var forferdi- ligt. Hvat er tað, sum ikki koyrir hjá tykkum í dag. Tit byrja annars væl? - Vit arbeiða ikki nóg hart. Vit byrja fínt, men vit megna ikki at halda fast um hetta. Vit eiga kanska at skapa meira við onkrari av deyðbóltsstøðunum, men tað klára vit ikki. Og nú eru tit av álvara trýstir? - Ja. Nú eru vit veruliga í botninum, so tað ræður um at koma í arbeiðs- handskarnar, sigur Heðin á Lakjuni. -mørk Máttu vinna Arnhold Berg hjá Skála var sjálvandi ovurfegin, tá hann og liðfelagarnir høvdu tryggja sær stigini móti KÍ í einum dysti, har Skála av álvara hevði knívin á barkanum. - Tað høvdu vit. Vunnu vit ikki í dag, so vóru vit avskrivaðir. Og tað er kanska ein støða, sum tit dugdu bet- ur at tackla? - Kanska. Vit høvdu eis- ini Hans Jákup Andreasen við okkum í dag. Hann dugir væl at peppa menn- inar upp, og so fóru vit annars út at stríðast. Nú eru tit ájavnir við B71, og tit skulu til Sands næstu ferð. Trúgva tit nú veruliga upp á møgu- leikan? - Ja, tað gera vit. B71 hevur vunnið á okkum tvær ferðir í ár, so hesa ferð má tað verða okkara túrur, sigur Arnhold Berg. -mørk