Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 168 - 3. september 2008 einki at selja, og tá hevur tú einki berandi grundarlag. Tá má tað ganga eftir reyv, sum hann tekur til. Harry fegnast um, at loys­ nin, sum eigarar saman við kredittorum nú eru komnir fram til, longu hevur víst seg at gera mun. ­ Vit fingu nógvan fisk í gjár, serliga línufisk undan Íslandi. Nógv var at skera, men í dag hava vit so bara tað eftir, sum leyp av frá degnum í gjár. Eg veit ikki, hvat er á marknaðinum í morgun, men nú vóna vit í hvussu er, at arbeiðsdagar­ nir í framleiðsluni verða nógv fleiri, enn teir hava verið á virkinum seinastu mánaðirnar. Hann sigur, at tað er long tíð síðan, at Faroe Seafood keypti nakrar serligar nøgd­ ir av fiski til saltfiskavirkið á Toftum frá øðrum skipum enn sínum egnu. ­ Nú er so gongd komin á aftur, og vit vóna øll, at het­ ta fer at halda fram, leggur hann aftrat. Fleiri eru rýmd Nógv hevur verið frammi um, at fiskavirkjunum vant­ ar fólk í framleiðsluni, men soleiðis hevur ikki verið á saltfiskavirkinum hjá Faroe Seafood á Toftum. ­ Vit hoyra viðhvørt, at fólk tíma ikki at arbeiða á fiskavirki, men her hjá okk­ um er tað so, at fólk hava ikki ráð at arbeiða á fiska­ virkinum, tí tímarnir hava verið so fáir. Eingin, sum hevur hús, heim og láns­ skyldur kann klára seg við tí, sum hevur verið á okkara virki í longri tíð, nú olja og at kalla øll vøra eru so nógv dýrkað. Harry sigur, at fleiri fólk, sum leingi hava arbeitt í fiskavirkisvinnuni, hava funnið sær annað arbeiði. ­ Hetta ger, at okkum kemur at vanta fólk, nú felagið aftur fer at keypa fisk í størri nøgdum til virk­ ingar á Toftum. Vit hava havt nøkur fólk av virkinum í Saltangará úti á Toftum, tá fiskur hevur verið, men har inni á upsavirkinum vantar teimum eisini fólk. Hann heldur, at einasta gongda leiðin fyri at fáa fólk at støðast og trívast er, at fólk aftur kunnu hava eitt rímiliga trygt livibreyð á virkinum. ­ Tað er so skjótt, at alt kemur í eina “ónda” ringrás sum ger, at arbeiðsfólk van­ ta á summum virkjum, sam­ stundis sum tørvur er á fól­ ki á øðrum virkjum hjá sam­ takinum, sigur hann. Tryggari framtíð Nú ein loysn er fingið á fíggjarligu viðurskiftunum hjá samtakinum, vónar Har­ ry Johannesen, at nevnd og leiðsla veruliga fara at hava fingurin á pulsinum, so loysnin kann gerast varandi og tryggja framtíðina hjá fyritøkuni og teimum fólk­ um, sum eru grundarlagið undir virkseminum. Seinastu tíðina hava virkini hjá Faroe Seafood at kalla bara arbeitt fisk frá skipum, sum eru undir hattinum hjá felagnum. Hetta hevur gjørt, at saltfiskavirkið á Toftum í stóran mun hevur arbeitt hjáveiði hjá trolarunum Mynd: Vilmund Jacobsen Til London at skifta olju Ein arabiskur sjeikur í Qatar nýtti herfyri 220.000 krónur til eitt oljuskift á einum av sínum bilum. Luksussportbilur hansara, ein Lamborghini Murcielago LP640, sama slag bilur sum tann sum varð nýttur í seinasta Batman­filminum "The Dark Knight", varð flogin við einum flogfari hjá Qatar Airways teir 10.000 km frá Qatar til Heathrow floghavnina í London, har bilurin var koyrdur á eitt serverkstað fyri Lamborghini. Oljuskiftið hevur eftir øllum at døma fingið øði í fleiri umhvørvisfelagsskapir. Hetta er fullkomiliga vitleyst og enn eitt dømi um hvussu rík fólk útnytta og dálka okkara umhvørvi, sigur Jenny Evans frá umhvørvistiltakinum Plane Stupidsaid, hon er eisini talsmaður fyri ”Friends of the Earth”. Hon heitir á arabiska sjeikin um at fáa okkurt bilverkstað nærri sínum egna bústaði at skifta olju næstu ferð.