Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 168 - 3. september 2008 - Vit hava gingið og bíðað í fleiri mánaðir uttan at vitað, hvat fór at henda. Í ringasta føri kundi tað hent, at alt virksemið steðgaði upp, meðan roynt varð at finna eina loysn. Nú viður- skiftini eftir øllum at døma eru komin í eina tryggari legu, sum gevur fyritøkuni nýggj­ar møguleikar og størri fíggj­arligt rásarúm, eru vit ógvu- liga fegin, sigur Harry Johannesen, sum starvast hj­á Faroe Sea- food á Toftum Fiskavirking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Harry Johannesen sigur, at fólk, sum eru í starvi hjá Faroe Seafood, í langa tíð ikki hava vitað, hvat fór at henda við teirra arbeiðsplás­ si. ­ Vit hava snøgt sagt ikki vitað, um vit eru keypt ella seld. Eingin fiskur er keypt­ ur uttan veiðan hjá skipu­ num, sum hava tilknýti til felagið. Her hevur verið lít­ ið fiskaarbeiði og fólk, sum hava vitað sær okkurt ann­ að, eru farin – eisini fólk, sum í nógv ár hava arbeitt á fiskavirkinum. Faroe Seafood á Toftum er saltfiskavirki burtur av, sum eitt nú virkar tosk og longu, og tá felagið ikki hevur keypt fisk frá øðrum skipum enn sínum egnu, hevur grundarlagið undir teirri framleiðslu, sum verið hevur, verið hjáveiða hjá trolarunum. ­ Tey, sum skera, salta og pakka, hava havt ógvuliga lítið at gera, og í langa tíð hevur talan bert verið um ein og tveir dagar um viku­ na. Harry, sum sjálvur koyrir truck á virkinum, hevur tó havt eitt hampiligt tímatal – eisini í hesi tíðini, nú lítið og einki virksemi hevur ver­ ið. ­ Tá alt var, sum tað plag­ di, vóru vit eini 50 fólk á virkinum tilsamans. Men nú í langa tíð hevur verið rættiliga tómligt á kaffistov­ uni í matarsteðgum. Tá arbeiði hevur verið, hava vit kanska verið eini 15 fólk. Hann sigur, at tá so lítið fiskaarbeiði hevur verið, hevur leiðslan brúkt tey somu fólkini til ymiskar uppgávur, eitt nú skering, salting og pakking, og tí hevur samlaða talið av arbeiðsfólki verið so lítið. Merkt støðuna ­ Jú, vit hava væl og virði­ liga merkt, at fíggjarliga støðan hevur verið alt annað enn góð hjá felagnum í hesi tíðini. Hetta hevur verið ein trupul tíð við stórari óvissu um framtíðina. Vit hava ein­ ki fingið at vita, og tí hava gitingarnar eisini verið nógvar. Øll hava gingið og bíðað og vónað. Harry sigur, at tað var klokkan hálvum tíggju í gjáramorgunin, at arbeiðs­ fólkið á Faroe Seafoood á Toftum fekk kunningina, sum tey so leingi hava bíðað eftir. ­ Tað var stjórin hjá okk­ um, sum eisini er stjóri á virkinum í Saltangará, Erland Johansen, sum kunn­ aði okkum um framtíðina. Fólk vóru fegin, og síðan kunningina í gjár, hevur lag­ ið á fólki verið gott. Hann sigur, at í ringasta føri stúrdu fólk fyri, at alt virksemið hjá felagnum fór at steðga upp, meðan roynt varð at finna eina loysn. ­ Men nú viðurskiftini eft­ ir øllum at døma eru fingin í eina tryggari legu, sum gevur fyritøkuni nýggjar møguleikar og størri fíggjar­ ligt rásarúm, eru vit ógvu­ liga fegin. Kostað pening Harry sigur seg væl skilja, at tað má hava kostað felag­ num dýrt, at fíggjarligu karmarnir hava verið so trongir í langa tíð. ­ Tú kanst ikki fáa lønandi virksemi við at skera fisk í nakrar heilt fáar tímar um vikuna og síðan brúka nógv­ an pening upp á at vaska alt virkið aftur um náttina. Í aðrar mátar hevur eitt virk­ ið, sum lítlan og ongan fisk keypir og framleiðir, heldur Fólk eru fegin um loysnina - Vit vóna, at nevnd og leiðsla veruliga fara at hava fingurin á pulsinum, so loysnin kann gerast varandi og tryggja framtíðina hjá fyritøkuni og teimum fólkum, sum eru grundarlagið undir virkseminum hjá Faroe Seafood, sigur Harry Johannesen Mynd: Vilmund Jacobsen - Vit fingu nógvan fisk í gjár, serliga línufisk undan Íslandi. Nógv var at skera, men í dag hava vit so bara tað eftir, sum leyp av frá degnum í gjár. Eg veit ikki, hvat er á marknaðinum í morgun, men nú vóna vit, at arbeiðsdagarnir í framleiðsluni verða nógv fleiri, enn teir hava verið seinastu mánaðirnar, sigur Harry Johannesen Mynd: Vilmund Jacobsen Kappingarneytar samstarva Stóru bilverksmiðjurnar og kappingarneytarnir í USA, General Motors og Ford Motor Company, arbeiða við ætlanum um at gera felags motorar fyri at spara framleiðsluútreiðslur. Tað skrivar The Detroit News, sum sitarar fleiri høgtstandandi leiðarar frá báðum verksmiðjunum. Hugskotið til motorsamstarvið kom frá General Motors, og Ford leiðslan hevur sýnt áhuga fyri samatarvinum á fyrstu fundunum, sum hava verið millum verksmiðjurnar báðar. Enn er tó eingin avgerð tikin, skrivar The Detroit News.