mikudagur 3. september 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 168 • 03. sept. 2008
4. partur
Í seinasta parti greiddi Elsa frá
sínum virksemi sum jarðarmóður
í Etiopia. Veruliga havi eg sjálvur,
sum skrivi hetta, hitt eitt av børn
unum, sum Elsa hevur tikið ímóti.
Hetta var í Íslandi í 2006, har
eg royndi at finna fram til upprun
an hjá føroysku sjómansmissióni
í Reykjavík. Tann, sum stóð fyri
henni, var Alfred Petersen, sum
seinni gjørdist formaður fyri
Kirkjuliga Missiónsfelagið, sum
sendi Elsu til Etiopia. Vitjað var
eisini á KFUM, har Elsa kom á
møti, tá ið hon var í Íslandi.
Har hitti eg fyrst Ragnar
Gunnarsson, sum er abbasonur
tann kenda íslendska føroyavinin
Jóhannes Sigurdsson. Spurdi,
um hann kendi Elsu. Jú, tað
gjørdi hann, men kanska Bjarni
Gislason, sum sat við síðuna av,
visti meira. Jú, tað kundi sigast,
tí Elsa hevði tikið ímóti honum,
tá ið hann var føddur! Foreldrini
hjá honum, Gisli Arnkelson og
Katrin Guðlaugsdóttir, høvdu
arbeitt saman við Elsu í Konso.
So tá ið mamman skuldi eiga, var
tað so heppið, at jarðarmóðir var
á staðnum. Bjarni var fyrsti og
einasti europeari, sum er føddur
í Konso. Aftaná var fyriskipað at
konur skuldi bert eiga, har læknar
vóru til staðar.
Bjarni varð eisini doyptur sam
stundis sum tvíburarnir hjá Elsu,
sum heldur áfram við síni frásøgn:
Noktaði at ansa eftir
trøllmannatrummum
Kaute, vaktmaðurin hjá okkum,
var trúgvandi. Ein beiggi hansara
doyði av eini leyvu, sum órógvaði
bygdina. Tað eydnaðist at fáa lívið
av henni, men tá ið avtornaði,
lá hesin maðurin deyður undir
leyvuni. Hann var okkara postmað
ur. Hann plagdi at fara til gongu
til Gidole við og eftir posti. Hetta
var ein rættuligur gongutúrur, átta
tímar hvønn vegin.
Kaute greiddi mær frá, at fyrr
tilbað hann trø og steinar eins og
mong onnur. Trummurnar, sum
verða nýttar til djevlatænastur,
skuldi ein maður hava ábyrgdina
av eitt ár í senn.
Eina ferð komu teir til hansara
og søgdu, at nú var tað hansara
tørn at ansa eftir trummunum.
Men hann sýtti. Teir blivu rúkandi
illir og drógu hann fyri rættin.
Men hann varð fríkendur.
Beiggi hansara hótti hann við,
at hann fór at doyggja, tí hann
hevði brotið fedranna siðir, men
tað tóktist ikki at bila. Hann livdi
sítt fulla lív.
Hann var annars doyptur sam
stundis sum Bjarni, Jákup og
Jóhannes.
Føðingardagur
keisarans
Sum tað skilst varð nógv gjørt
burtur úr keisaranum. Fleiri ferðir
árliga var okkurt at hátíðarhalda
í samband við hann og hansara
lív. 23. juli 1967 var sunnudagur
og 75 ára føðingardagur hjá Haile
Selassie. Tað vóru røður hildnar
um keisaran, og skúlabørnini
sungu. Síðan vóru koptiskir
prestar, sum messaðu og sungu.
Í Konso var koptisk kirkja á
amahariska økinum.
Detta í eldin
Tað koma 100150 sjúklingar um
dagin til klinikkina. Tað hava verið
upp til 250 ella fleiri sjúklingar
ein dag í Konso, og tá hevur
verið nógv at gera. Tað var tó ikki
alt, sum tók sum so langa tíð.
Ofta var tað malaria, sum kann
avgreiðast skjótt.
Tað var mest malaria, sum
herjaði hesa tíðina. Mong vóru so
sjúk, tá ið tey komu til klinikkina,
at tey vóru meira deyð enn livandi.
Tað hava eisini verið nógv
brunasár. Tey hava eldin á gólvin
um í smáttunum, og tað var ikki
sjáldan, at smábørn sum spældu
inni, duttu í eldin og brendu seg.
Ein ung kvinna, sum lá her, var
dottin við andlitinum niðureftir í
eldin. Hon kom ikki á klinikkina
beinanvegin. Mangt hevur ein
sæð gjøgnum tíðina, men hetta
var tað ringasta, eg havi sæð,
tá ið tey loksins komu við henni.
Væntaði ikki, at hon bleiv til fólk
aftur. Men tað er ótrúligt, sum
brunasár kunnu lekjast aftur.
Ein dagin komu tey við einum
seks ára gomlum drongi, sum
var bitin av eini slangu eina viku
frammanundan. Hevði hann kom
ið beinanvegin, hevði ikki verið
Elsa Jacobsen:
Foreldrini funnu konuna
og væl riggaði
Hjá Elsu er virksemið kristniboðan og sjúkrarøkt. Her er nógv øðrvísi enn hjá okkum. Eisini er frásøgn
um, tá ið ein ungur maður varð forlovaður. Hetta hevði hann onga ávirkan á, men væl riggaði kortini
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Bjarni Gislason er einasti europeari,
sum er føddur í Konso. Jarðarmóður
var Elsa úr Gøtu
Her bíða Bjarni, Jóhannes og Jákup eftir at verða doyptir. Elsa sitir undir Jákupi, íslendska Margret situr undir
Jóhannesi. Mammman Katrin situr undir Bjarna. Undir liðini á teimum eru systkini Valgerður og Guðlaugur, sum bæði
seinni gjørdust trúboðarar. Valgerður dugdi ikki at skilja, at mamman skuldi liggja í songini fyri tað, um hon hevði
fingið eitt barn. Elsa hevði fingið tvey, og hon gekk uppi