mikudagur 3. september 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
14
nr. 168 • 03. sept. 2008
so illa vorðið við honum. Vinstri
armur var, allur sum hann var, eitt
djúpt, ljótt sár. Eg vónaði, at hann
ikki kom at missa armin. Hann var
ein fittur og tolin smádrongur.
Annars var tað soleiðis, at
klinikkin var opin seks dagar um
vikuna. Sunnudagur var frídagur.
Hetta bleiv eisini virt. Men vit
røktu tó kortini tey, sum høvdu
brúk fyri dagligari viðgerð. Vit
høvdu 20 sengur og høvdu tí
altíð liggjandi sjúklingar. Men
var nakað, sum var akutt, fóru vit
sjálvandi til verka. Sunnudagar
var so eisini gudstænasta.
Áhugi fyri at læra
Tað var gleðiligt at síggja, hvussu
áhugin fyri at læra var vaksandi.
Á hvørjum degi komu vaksnir
menn til okkara at keypa ABC
bøkur. Vit seldu eftir fáum vikum
fleiri hundrað evangeliir á klinikk
ini. Eitt slíkt kostaði bert 30 oyru,
so tað kundu øll keypa. Aftast í
stóð bókstavrøðin. Men at læra
hana við fleiri hundrað bókstavum
var eisini eitt tak.
Úti í nógvum bygdum vóru
kvøldskeið. Har sótu kvinnur og
menn og stavaðu seg gjøgnum
bíbliuna. Hon er skrivað á amahar
iskum, sum ikki er teirra móður
mál, so tey máttu samstundis
læra amahariskt fyri at skilja tað,
sum var skrivað.
Eisini var undirvíst í enskum,
og tí dugdu fleiri hampiliga væl
enskt. Men seinni gjørdist skúlin
tað verri, at tey lærdu minni
enskt, og var hetta sjálvsagt eitt
afturstig.
Óvæntað deyðsboð
Tríggir dreingir úr Konso fóru til
Yrga Alem norðari í landinum
at ganga seinasta árið á
læraraskúla. Vit høvdu á ein
serligam hátt glett okkum um
hesar deingir, hvussu væl tað
hevur gingist, og hvussu stór
hjálp hetta fór at vera fyri skúlan
og kirkjuliðið her í Konso. Hetta
vóru fyrstu konsodeingir, sum
skuldu blíva útlærdir sum lærarar.
Men knappliga komu deyðsboðini
um Kiffele, sum var ein av hesum
deingjum. Hann gjørdist bert
nøkur og tjúgu ára gamal. Hinir
komu aftur til Konso og gjørdust
lærarar og royndust væl alla ta
tíð, eg veit um.
Aftur hátíðarhald fyri
keisaran
Sunnudagin 5. mai 1968 var
hátíðarhald her í Etopia. Hendan
dagin í 1941 kom keisarin Haile
Selassie heim aftur eftir at hava
verið í útlegd í Onglandi, meðan
italienarar vóru her í landinum
sum hersetingarvald.
Hesin dagur hevur verið
hátíðarhildin á hvørjum ári síðan
tá. Slíkar dagar savnast fólkið
á ávísum stað í býnum, har
talur verða hildnar. Skúlabørn
ini ganga skrúgongu. Tað var
vakurt at síggja, tá ið tey 200
børnini, sum ganga í skúla her á
kristniboðsstøðini fóru hiðani til
hátíðarhaldið.
Fleiri dagar frammanundan
høvdu tey lært seg sangir, sum
skuldu syngjast hendan dagin. Á
odda gekk ein næmingur við tí
etiopiska flagginum. Síðan komu
tvey børn, sum bóru skúlaflaggið
við navninum Norwegian
Lutheran Mission School og eini
opnari bíbliu seymaðari í. Øll vóru
í teimum bestu klæðunum, tey
áttu. Seinni varð skúlin kallaður
Mekane Yesus skúlin, tá ið hann
varð gjørdur ein partur í Mekane
Yesus kirkjuna. Hetta at fáa etiop
arar sjálvar at yvirtaka virksemið
hjá missiónini var eitt mál, sum
arbeitt var støðugt fram ímóti.
Tíma ikki at taka
tablettirnar ella taka
ov nógvar
Stundum hendi tað, at sjúklingar,
sum høvdu fingið viðgerð her
og fingið tablettir heim við sær
fyri nakrar dagar, komu aftur
og søgdu, at einki var batnað
við sjúkuni. So spurdi eg, um
teir høvdu tikið tablettirnar. “Á
nei,” var svarið, og so komu tær
allar upp úr lummanum og vórðu
lagdar á borðið frammanfyri meg.
Tað er nevniliga sproyturnar tey
helst vilja hava! Heilivágurin skal
følast fyri at tey kunnu trúgva, at
hann skal virka!
Aðrar tíðir var tað beint
mótsatt. Ein maður hevði fingið
tablettir fyri tuberklar. Hann hevði
fingið fyri 30 dagar og skuldi taka
eina tablett um dagin. Verður
ov nógv tikið av hesum heilivági
verða fólk manisk. Hesin maður
hevði tikið allar tablettirnar í
senn. Tá ið hann kom, hoppaði
hann í túninum sum ein villmaður.
Men ikki bilti tá ið avtornaði.
Ræðuliga
spidalskasjúkan
Regntíðin var nú at vera at enda
fyri hesa ferð. Tíverri hevði tað
regnað heldur lítið hesa ferð.
Næsta regntíð byrjaði ikki fyrr
enn í mars. Regntíðin er soleiðis,
at antin oysregnar um dagin ella
um náttina. Regnar um náttina
er tað serliga gott, tí tá skínur
sólin um dagin. Tá grør so væl.
Planturnar spríkja upp úr moldini.
Til klinikkina komu fólk dagliga
at fáa viðgerð fyri ymiskar sjúkur.
Tað er so at siga altíð fult av inni
liggjandi sjúklingum. Teir flestu
lógu bert nakrar dagar, so kundu
teir fara heima aftur frískir. So
eru onnur sum lógu leingi.
Dømi um tað er ein maður,
sum fekk ein stein í høvdið, so
høvuðskálin brotnaði, og ein annar
maður, sum datt niður úr einum
træi og ryggbrotnaði. Hann varð
lammaður fyri niðan miðju, og tað
vóru ikki stórar vónir um, at hann
fór at verða gonguførur aftur.
Ein dagin komu tey berandi við
einum 10 ára gomlum dreingi,
sum var bara húð og bein. Hann
hevði eisini stór sár á øðrum
knænum. Hann hevði ligið heima
leingi uttan viðgerð. Beinið var
kropnað upp undir hann, so hann
fekk ikki gingið. Hann mátti liggja
leingi, um nakrar vónir skuldu
vera um, at hann fór at verða
frískur.
Nú ein dagin kom ein maður
frá Farsja, 3 tíma gongd hiðani,
at fáa medisin fyri sjálvan seg,
konuna og tvey børn. Tey eru
øll spidølsk. Henda sjúkan er
eyðkend av, at ein missir følilsir
fyrst í ytri limunum, sum fingrum
og tær. Tey kunnu taka gløður úr
eldi uttan at merkja hitan. Somu
leiðus kunna tey renna seg í og
fáa sár, sum ikki lekjast. Limirnir
doyggja og detta av. Eisini verða
tey avskeplað í andlitinum. Men
nú er góð viðgerð fyri hesa sjúku.
Tó er henda sjúkan framvegis í
landinum.
Kølið í Gidole
Nú eru vit komin fram til 1969.
Tá varð eg flutt til Gidole, ein
støð sum liggur 50 km norðanfyri
Konso.
Í býnum Gidole búgva í dag
umleið 15.000 fólk, og býurin
er umsitingarligur miðdepil fyri
hetta øki.
Her búgva umframt amaharar
nógv onnur fólkasløg, sum koma
Sjúkrahúsið á missiónsstøðini í Gidole, har Elsa og Doris hava arbeitt
Hanna systir Doris, vinstrumegin og Lea, systir Elsu, vitja barnastovuna á
sjúkrahúsinum í Gidole. Tær vitjaðu í 1995.
Býarmynd í Addis Abeba
Alvápnaðir Konsomenn uttanfyri klinikkina í Konso