Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 3. september 2008 15 viðmerkingar 13. august 2008 broyttust treytirnar fyri allar festi­ bónd­ur í land­inum. Tá legði land­sstýrismaðurin eitt broytingaruppskot til lógina um land­sjørð fyri tingið. Hetta lógaruppskotið grípur inn í tey mest grund­leggj­ and­i viðurskiftini ella frambrotini sum samtykt vóru av løgtinginum í 2007. Land­sstýrismaðurin metir støðuna so hættisliga, at hann seinast í lógaruppskot­ inum setur grein sum sigur, at uppskotið fær afturvirk­ and­i kraft frá tí d­egið, tað er framlagt. Sum land­sstýris­ maðurin sjálvur segði verður hetta und­antaksvís gjørt, tá talan er um álvars­ lig viðurskiftir til d­ømis tá talan er um spekulasjón og und­and­rátt. Land­sstýrismaðurin má hava okkurt álvarsligt í hyggju og vita um ting, sum bert fá vita um. Hann sigur sjálvur, at tað eru fólk frá miðfyristingini sum hava víst honum á spekulasjónsvand­ar við festiskipanini. Land­sstýris­ maðurin hevur arbeitt í loynd­um, og tað eru bert heilt fáir persónar, sum hava vitað nakað sum helst um hetta arbeiðið, ið byrj­ aði fyrst í juni í ár. Land­s­ stýrismaðurin hevur tó ikki nakran skikkaðan ad­vokat, tí sambært sakini hevur hann verið noyd­d­ur at keypa sær uttanhýsis ad­vokathjálp frá Sp/f Bjørn á Heygum, ið hevur skriv­ að lógaruppskotið. Eg sum helt, at almenna fyrisiting­ in hevði juristar til slíkt. Hend­an d­agin 13. august 2008 mistu bankar trygd­ir og festibónd­ur mótið. Møguliga kann land­sstýris­ maðurin sissa fólk, um hann kemur út úr skápinum og greiðir fólki frá, hvør ætlanin er við einum slík­ um sniðálopi, sum hetta má sigast at vera. Tá slíkt hend­ur og ein so tíðand­i persónur loypur so ógvusligan hvøkk á fólk, hend­a misskiljingar og entá kunnu fólk siga tað sum held­ur skuld­i verið ósagt. Eitt annað fyribrigd­­ ið, ið ger seg gald­and­i tá almeningurin viðgerð festi­ viðurskiftini er fákunna um faktisk viðurskiftir festarar liva und­ir. Vit sum arbeiða innaliga við hesum d­agliga hugsa ikki um, at almenn­ ingurin ikki veit, hvussu viðurskiftini veruliga eru, og har skal eg verða tann fyrsti at taka í egnan barm fyri ikki at kunna nóg nógv. Hinvegin í einari knappari viðmerking til fjølmiðlar er sjáld­an tíð til grund­gevingar og grund­­ leggjand­i og d­rúgvar frágreiðingar. Tað snýr seg um feitar yvirskriftir. Men hvat fær ein land­s­ stýrismann at gera so ógvuslig inntriv í eina løg­ tingslóg sum varð samtykt av løgtinginum fyri einum ári síðani. Ein setningur sum javnan er at hoyra frá skilagóðum politikarum er, at ein lóg skal vera so væl skrivað, at so fáar kunn­ gerðir sum møguligt eru neyðugar. Høvuðsorsøkin er, at fólk og vinnulív skulu kunna føla seg trygg­ an, tí ein løgtingslóg er væl grund­fest og tí fólk og vinnulív skulu kunna føla seg trygg og skulu kunna tilrættaleggja sítt lív og trygt gera íløgur eftir lógar­ innar teksti og and­a. Kunn­ gerðir eru hinvegin amboð land­sstýrismansins at regu­ lera eftir innan lógarinnar karmar og and­a. Vit kunnu so bert spyrja háttvird­a løgting, um tað eru trygg kor at trekkja hvørja tonn úr eini lóg eitt ár eftir at hon er sett í gild­i. Tað er ein misskiljing, at tað var vinnan ella Bónd­a­ felagið sum gjørd­i lógina frá 2007. Soleiðis gongur tað sjálvand­i og til alla guðs lukku ikki fyri seg, og tað vóni eg, at fólk við skili inn­ ast inni vita. Hinvegin so vita flestøll eisini, at fakfeløg og bransjufelags­ kapir annars royna at ávirka politikarar og sannføra teir um, hvørji sjónarmið tey hava. Somuleiðis er tað fremsta uppgáva fakfelag­ sins at gera mynd­ugleik­ arnar varugar við, tá ein skipan er ótíðarhóskand­i og ótoland­i at arbeiða innan, og tað kunnu vónand­i øll ákæra Bónd­afelagið og formannin fyri. Hinvegin so var tað í 2005 fyri einaferð skyld­ ein land­sstýrismaður, sum tók land­búnaðin í álvara. Hann lurtaði eftir okkara grund­­ gevingum, hvat vit høvd­u at føra fram. Hann ikki bara lurtaði (sum nógvir politik­ arar gera), men hann hand­l­ aði eisini við at seta ítøkilig ting í verk. Í juni 2005 setti Bjarni Djurholm, sum tá var land­s­ stýrismaður ein arbeiðs­ bólk til at end­urskoða land­búnaðarviðurskiftini seratakliga festiskipanina. Bólkurin varð samansettur við fólki frá land­sumsiting­ ini eins og fólki vald­ av vinnuni. Stjórin í Búnaðar­ stovuni, sum er land­sstýsis­ mansins høgra hond­ í land­­ búnaðarmálum, var formað­ ur og samskipari í bólkin­ um. Bólkurin fekk ein greiðan arbeiðssetning at arbeiða eftir. M. a. varð sagt, at talan ikki var um at einskilja jørðina hvørki innangarðs ella uttangarðs. Hinvegin so var setningur­ in í stuttum, at d­agføra vinnuligu karmarnar hjá festibónd­um soleiðis, at teir komu ájavnt við onnur vinnurekand­i. Tað skuld­i ikki verið meiri enn rímiligt. Arbeiðsbólkurin hevði støðugt samskiftið við land­s­ stýrismannin eins og at land­sstýrismaðurin í fleiri førum kunnaði land­sstýrið um gongd­ina í arbeiðinum. Dømið eru um, at land­s­ stýrismaðurin ávegis broytti arbeiðssetningin efir at land­sstýrið samd­ist um tað. Land­sstýrismaðurin send­i ávegis uppskot til politisku flokkarnar til viðmerkingar, og tá bólkurin hand­aði land­sstýrismanninum til­ mælið varð stórur kunnand­i fund­ur á Búnaðarstovuni, har allir løgtings­ og land­s­ stýrislimir vóru bod­nir við. Lógaruppskot var síðani gjørt. Hetta lógaruppskot varð ígjøgnum allar hugs­ and­i slúsur í land­sumsiting­ ini sum slík eisini eiga. Løgd­eild­in í land­sstýri­ num, løgmansskrivstovan og ein røð av juristum og serfrøðingum settu síni fingramerki á uppskotið, sum síðani varð sent til hoyringar. Eftir hetta var uppskotið lagt fyri tingið og beint í vinnunevnd­ina har Hend­rik Old­ var formaður. Í Vinnunevnd­ini fekk uppskotið d­rúgva og sak­ liga viðgerð, har allir hugs­ and­i partar vóru innkall­ aðir fyri at fáa øll sjónar­ mið fram. Eftir hetta varð álit skrivað, og lógin samtykt. Orsøkin til at Bónd­afelag­ ið av øllum alvi roynd­i at ávirka politiska mynd­ug­ leikan til at gera ábøtur á festiskipanina var,at gamla festiskipanin var ein eftir nútíðarinnar sjónarmiði ónýtilig skipan. Eingin rekrutering var at hóma, og eingin fekst at gera neyð­ ugar ábøtur fyri ikki at tala um íløgur á festigarð. Hesi viðurskiftir eru ov d­rúgv at koma nærri inn á her. Men Bónd­afelagið sá tað sum sína fremstu uppgávu at gera politikarar varugar við støðuna, fyri at ikki alt skuld­i stand­a og forfalla ella í ringasta føri fram­ leiðslan steðga heilt upp. So skjótt nýggja LØG­ TINGSLÓGIN varð sam­ tykt hómaðust spírarnir koma und­an. Ungar familiur sum vóru ávegis av festigørðunum vend­u í d­urunum og settist aftur. Festarar føld­u seg nú ájavnt við onnur og tord­u at hugsa frameftir. Summir settur sær fyri at vaksa um sítt virksemi, meðan aðrir settust saman við borðið at tosa um samstarv og útbyggingar. Incitamentið fekk fulla megi og festi í neistan hjá unga ,um nú sá sær møguleikan fyri at trívast, tí nú kund­u tey end­iliga góðtaka treytirnar fyri lívsd­ygd­ ájavnt við onnur og karmarnar um vinnulívið. Nú kund­i ein festibónd­i agera sum onnur vinnurekand­i í land­inum og und­ir áleið somu treytum. Tað mátti ikki verið ov nógv kravt. Øll almenna jørðin, bø­ urin, fjøllini, áirnar, vøtn­ ini, luftin og sjógvurin varð als ikki rørd­ og er framvegis almenn ogn, har eingin uttan land­sstýris­ maðurin hevur nøkur rættind­i. At end­a vil eg heita á øll sum hava áhuga fyri festi­ viðurskiftunum um at seta seg inn í lóg um land­sjørð frá 2007. Hon finst á www. logir.fo und­ir búnaðar­ viðurskiftir. Til seinast er tað mín vón, at vinnunevnd­in avvísir hesum lógarupp­ skoti. Eg vil eisini loyva mær at koma við eini inniligari áheitan á land­s­ stýrismannin í búnaðarmál­ um Tórbjørn Jacobsen um at taka lógaruppskotið aftur! Lat okkum síðani setast við borðið og tosa um viðurskiftini. Eitt sindur um tilgongdina frá gomlu festiskipanini til nýggju lógina um landsjørð frá 2007 formaður, Bóndafelag Føroya Bjørn Patursson At ein bilførari kemur til at koyra á ein parkeraðan bil er heilt vanligt. Tað munnu tey flestu hava roynt – antin tá tey skulu seta bilin, ella tá tey skulu koyra út úr parkerings­ plássinum. Góð siðvenja í slíkum vanligum og meinaleysum óhappi er at skriva sær nummarið upp á nummarplátuni á árend­a bilinum – kanska eisini leggja ein lepa við egnum tlf nr und­ir viskaran – finna út av hvat tlf nr eigarin av árend­a bilinum hevur og síðani ringja til hann og siga frá hend­ingini. Men tað er tíverri tey fáu, sum gera hetta.Átrúnaður??? Síðst í ’90 árunum og til í d­ag – við felagnum ”Gud­loysi” sum tað nýggjasta ískoyti – hevur stórt fokus verið á átrúnað. Slíkt kjak setur gongd­ á umhugsan og støðutakan til sín átrúnað ella mangland­i av sama, og er hetta sera gott, tí ein átrúnaður uttan sjálvrann­ sókn, nútíðmansrelatión og d­ynamikk gerst ein stirvin, ópraktiskur og tískil ein ónýtiligur átrúnaður, og er hetta uppskriftin upp á fleiri ateistar og annars líkasæl kristin. Hví kemur átrúnaður inn í eitt kjak um bilóhapp? Átrúnaður!!! Jú, tað er tí, at nógvir ”kristnir” føroyingar hava úr gera við at rópa upp um kristind­óm og siga øðrum fólki hvussu tey skulu bera seg at, um somu tíð sum teir hava gjørt ein ógerning, sum eitt nú at renna á ein parkeraðan bil, fyri síðani at lata sum einki og koyra avstað – hetta er bæði ómoralskt og ólógligt. Eg havi nevniliga ikki minni enn 5 skaðar á mínum bili, sum eru komnir, tá bilurin hjá mær hevur staðið parkeraður. Hetta eru gerningar hjá 5 ymiskum fólkum, ið tó hava eitt til felags: renn á og rým avstað (”hit and­ run”). Av tí at meirilutin av føroyingum kalla seg kristnar eru stór sannlíkind­i fyri, at hesir skaðar eru gjørd­ir av ”góðum” trúgvand­i. Ein moralsk sannføring – uttan mun til um hon hevur røtur í átrúnaði ella moralfilosofi – gevur onga meining og hevur ongan týd­ning, um ein ikki livir eftir sínari moralsku sannføring alla tíðina. At vera erligur og trúgvur ímóti síni sannføring eigur at vera eitt tað týd­ningar­ miklasta hjá øllum menniskj­ um. Hvussu skalt tú annars liva eftir og hald­a samfelags­ lógir og normar, tá tú ikki megnar at hald­a og liva eftir tíni egnu sannføring og id­ealum? ”Hit and run” millum ”góð” kristin DáviD isfelD