Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 168 - 3. september 2008 Smyril Line hevur enn eina­ ferð skift út stjóra, og hvørja ferð hava stjórarnir sent boð­ skapir út, sum boða frá bú­ skapligum vøkstri í fyritøk­ uni, bjartari framtíð og størri avlopi. Tað beint øvugta er hent hvørja ferð í fleiri ár, og stjórin er stutta tíð eftir setanina farin ella koyrdur frá. Smyril Line minnir tí eftir hondini meira um eitt vinnuligt eksperiment. Hesaferð hendi tað so aftur – leiðslan ber fram eina nýggja fráboðan: Parta­ eigararnar skulu frá nú av hava avkast ella vinnings­ býtið. Sostatt eru partaeigar­ arnar vorðnir meira aggre­ sivir og hava mist sítt góða tol. Ein av partaeigararunum hevur annars oftani víst á teirra tolna kapital í Smyril Line – hesin kapitalur er nú vaknaður við kaldan dreym. Tað er trupult at fata, at leiðsla og partaeigarar boða frá einum kravi um størri avkast í einum felag, hvørs støða er eyðkend við fylgjandi: ­ Stór úskifting í leiðsluni – vantandi kontinuitetur í rakstri og strategiska arbeiðinum ­ Sera vánaligt gjaldføri – felagið hevur við nýggju Nørronu ongantíð klárað at gjalda sínar skyldur til tíð­ ina – kreppuloysnir allan vegin ­ Lønsemið í felagnum er sera vánaligt ­ Virðið á ferjuni fellur nógv skjótari, enn skuldin verður niðurgoldin ­ Ongin fíggjarlig konsolidering. Felagið hevur sostatt øll tey greiðu eyðkenni, sum eitt felag í avtøku hevur. Hóast hesa búskaparligu kreppu seta partaeigararnar nú krav um avkast. Bæði leiðsla og partaeigarar hava misskilt teirra uppgávu og áhugamál. Tað, sum má verða altavgerandi er at fáa eitt slíkt felag á rættkjøl, tjena pening og konsolidera felagið fíggjarliga, áðrenn nakað vinningsbýti verður útgoldið. Ein kann spyrja, hví eitt møguligt avlop ikki kann brúkast at menna felagið í hørðu kappingini. Við hesum krevja partaeig­ ararnir peningin úr einum felag, sum er við til at steðga neyðugu menningini av felagnum. Ein kann spyrja seg sjálvan, hví leiðsla og partaeigarar ikki settu somu hørðu krøvuni í bestu búskaparligu tíðum, men gera tað nú við búskap­ arligari stagnatión og niðurgongd. Um so er, at felagið er í búskaparligari kreppu, so máa henda gongdin vendast fyrst ella fer felagið á heys­ in, og onki avkast verður til partarnarnar. Partaeigarar­ nir kunnu ikki royta hárið av einum berskøllutum. Tað er greitt, at leiðsla og partaeigarar eru í panikk og hava í allari neyðini fráboðað ein slíkan popputan og órealistiskan boðskap. Teir áttu heldur at hugsað seg um, tá teir settu kapital í felagið. Vit kundu hugsað okkum ein annan vinkul: enn tað at krevja avkast – hvat skal til fyri, at fleiri íleggjarar skulu seta pening í fyritøkuna. Nýggir íleggjarar seta bara pening í fyritøkuna, um teir hava álit á leiðsluni ella trúgva uppá, at virksemi í fyritøkuni fer at geva avkast. Í løtuni eru tað ongir íleggj­ arar, sum hava áhuga fyri Smyril Line sum íløguobjekt, og hvussu kunnu so verandi partaeigarar krevja avkast við sera vánaliga búskap­ arliga útgangsstøðinum í fyritøkuni. Leiðslan á Smyril Line stillar órealistisk krøv ReidaR NóNfjall Táið eg las greinina, var eg samdur við meginpartinum av henni. Serliga var eg samdur, tá skrivað varð, at nýggi felagsskapurin ikki er nøkur hóttan. Eingin felags­ skapur, hvat hann so eitur og borgar fyri, fer nakrantíð at ávirka eina sál, sum frá ævinum av er útvald. Táið tú so nevnir, at hóttanin kemur frá teimum, "sum standa í kirkjum og samkomum, og sum geva seg út sum lærarar, tað verið seg óbúgvin ungfólk, við ongum lívsroyndum og ongum bíbliukunnleika", kann eg ikki siga annað enn, at eg eri samdur. Tó vil eg gera vart við, sjálvt um eg eri ungur, at eg og samkoman Nardus, ikki á nakran hátt passa til hesa lýsing. Eg ivist heldur ikki í, at tað eru einstaklingar her og har, sum heldur ikki føra fólk í gudloysi! Áðrenn tú skrivaði hetta, átti tú at havt kannað gjølla eftir, um fult grundarlag er fyri hesi útsøgn. Eg ynski at nevna nakað av tí, sum í dag verður praktiserað og lært í kirkjum og samkomum, ið eg ikki ynski at verða settur í sam­ band við, men sum eg taki frástøðu frá. Hetta eru ting, sum eg ikki dugi at finna nakað grundarlag fyri í skriftini. Serliga eru tað tvey høvuðsfyribrygdi, ið eg havi hug at lýsa nærri. Hesi eru tann uml. 1700 ára gamla katólska læran um ein tríeind­ an Gud, og tann katólski tríeindar dópurin, ið er sprott­ in burturúr hesi falslæru. Rithøvundin er í einum trúarsamfelagi, sum sigur seg hava røttu myndina av hvør Gud er. Hann trýr og lærir, at Gud er ein tríeind­ ur Gud. Er tað satt? Lat meg byrja við niður­ støðuni og siga við sterkum úttrykki, at Gud er EIN! Gud er ikki tríggir í einum ella ein í trimum ­ Hann er einans EIN. Jesus spurdi Pætur í Matt. 16, hvønn lærisveinar­ nir søgdu Hann at vera, tí Pætur mátti vita, hvør Jesus var, áðrenn hann kundi fáa nakrar lyklar at binda og loysa við. Tað var sera týdn­ ingarmikið fyri Jesus, at fáa staðfest. "Hvønn siga tit Meg vera?" "Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!" Aðrastan­ is finna vit ein, sum spyr Jesus: „Hvørt boð er hitt fyrsta av øllum?“ Jesus svar­ aði: „Hitt fyrsta er hetta: „Hoyr, Ísrael! Harrin Gud okkara, Harrin er Ein." Og ein og hvør jødi vitsti hvør Kristus var. Hann var Hin Salvaði kongurin, Gud Ísraels, sum skuldi frelsa, og um Hann sigur Pætur, at Jesus er. Tað er helst heldur ikki uttan grund, at Gud hevur valt 40 jødiskar skribentar, at fortelja um, hvør ið Hann er. Allir jødarnir vóru monoteistar og trúu á Ein Gud eins og Abraham, Ísak og Jákup. Hetta varð gjørt fyri at gudamyndin ikki skuldi avskeplast. Latið Okkum gera menn­ iskju í bílæti Okkara... Hetta orðið sigst at vera eitt av teim sterkastu prógv­ unum fyri at tríeinigheitin longu fanst í G.T. Táið tey sitera: Og Gud segði: Latið Okkum...bílæti Okkara... Okkum lík...koma tey til ta niðurstøðu, at hesi fleirtals­ pronomini klárt vísa fleirtal av persónum í guddómin­ um. Tey vísa enntá á fýra onnur dømi fyri at tað skal stemma og vera eitt sterkt prógv, at gud er ein tríeind­ ur gud. Hesi fleirtalsprono­ mini finna vit í 1.Mós 3,22. 1.Mós 11.6­7. Es.6.8. og Hos.12.5. Tá ið vit hyggja nærri at hesum skriftstøð­ unum, latið okkum so hava tað fyri eygað, at eingin var hjástaddur, hvørki tríeinig­ heitslærarar ei heldur mono­ teistar, sum kundi siga frá hvør "Okkum" verður tosað um í 1. Mós.1,26. Vit mugu tí knýta okkara kunnskap eina og aleina til skriftunn­ ar subjektivu referansur. Fyri tað næsta, má tað vera loyvi at siga, at tað er undarligt at tríeinigheits­ lærarar so ivriga kasta sítt ljós á trý fleirtalspronom í 1.Mós.1,26, ímeðan teir yvirsíggja seks eintalspro­ nom, ið umtala Gud í sama skriftsamanhangin um, nevniliga vers 27,29,30 og 31, hvar Hann umtalast sum Eg og Han. Er tað ikki løgið, at trý fleirtalspronom fáa alla teologiska uppmerk­ somheit, ímeðan seks ein­ talspronom virka sera óvið­ komandi? Lat meg erliga spyrja: Hvar í 1.Mós.1,26 ­ tekstinum kunnu vit sláa fast, at Gud vendir sær til annan ella triðja pers. í einum guddómligum tri­ bunali? Um so var, hvar er so identiteturin til eitt slíkt vesin opinberaður í tekst­ inum? Tað virkar mær ógvuliga løgið, at fimm fleirtalspronomir yvirbevís­ andi skulu lýsa Guds numeriska tríeindar identi­ tet og staðfesta tríeinig­ heitslæruna, imeðan man samtíðis fullkomiliga yvir­ sær meir enn 7000 Gomul­ Testamentlig skriftstøð, sum við eintalspronomum lýsa Gud. Hvussu kann ein slík enorm yvirvekt av Gomul­Testamentligum eintalslýsingum av Gudi viskast út, uttan at kanna samanhangin? Henda læran, um hvør Gud er, er gudloysi! Tað næsta eg nevndi var dópurin. Fá ting í skriftini eru blivin so myrkaløgd av teologum, sum dópurin. Tríeindardópurin, har doypt verður "til navn Faðirsins, Sonarins, og Heilaga And­ ans" er fremmandur fyri Bíbliuna. Hann kom sum eitt viðhang av tí menn­ iskjagjørdu tríeiniheitslær­ uni, sum er ein gjøgnum­ følsk dogma, sum bleiv viðtikin av kirkjukonsilun­ um í øðrum og triðja ár­ hundrað. Síðan tá hevur tann stóra skøkjan og hennara døtur forfylgt teim mestu, sum hava praktiser­ að dópin í Jesu Kristi navni. Áhugavert er, at tann sama kirkjan í Róm, sum fantaser­ aði fram ta óbíbilsku trí­ einigheitslæruna og tilknýt­ andi dópin, eisini íverksetti forfylgjan og avrætting av teimum, sum áttu eina Bíbil. Bíblian var fyri tey ein vandamikil bók, tí hon avsløraði lygnina. Bíblian er krystallklár, táið viðvíkur, hvussu dóp­ urin skal útførast. Hann er fyri tey, sum persónliga hava tikið við trúgv og ikki fyri smábørn. Hann skal ikki útførast við yviroysing, men fult undir í vatn ­ griv­ in við Kristusi, Róm.6. Dóp­ urin útførist í Jesu navni og ikki trimum titlum. Titlar eru ikki nøvn. Luk.24,37:"og at í NAVNI Hansara umvend­ ing og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerusalem." Matt.28,19:"Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til NAVN Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans". Hetta skilti Pætur og allir læri­ sveinar Jesusar. Tí stóð Pætur fram á hvítusunnu­ degi, hann sum hevði fingið lyklarnar, og tosaði vegna teir allar, tá hann segði:"Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í NAVNI Jesu Krists til fyrigeving syndanna. So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans. Ápstl.2,38. Apstl.8,12 og 16 førir okkum til vekingina í Samaria, hvar Jesu apostul, Filip, prædikar "teimum evangeliið um ríki Guðs og NAVN Jesu Krists" og "tey vóru bert doypt til NAVN Harrans Jesusar." Apstl.10,48 førir okkum til hús Korneliusar, hvar teir fyrstu heidningarnir vóru doyptir: "Og hann [Pætur] beyð, at tey skuldu verða doypt í NAVNI Jesu Krists". Apstl.19,5 førir okkum til Efesus og talu Paulusar: "Táið teir hoyrdu hetta, lótu teir seg doypa til NAVN Harrans Jesusar." So læran um dóp í trimum titlum er eisini gudloysi! Til seinast skal eg sláa fast at vit í Nardus eisini taka greiða frástøðu frá tí "Herligheitsteologi", ið vinnur slíkan frama í dag. Haldi at tað er komið greitt fram í greinum, ið eg fyrr havi skrivað ­ hesar eru m. a. "Vekingarmøtir í Keld­ uni" og "Móses á festivali". Svar til "Av hvørjum kemur felagsskapurin Gudloysi" HalluR SøReNSeN Hans Andrias Sølvará niðurger aftur høvundar nýggja testamentis og ger teir til grovastu lygnarar Í eini grein í Sosialinum pástendur hann og teir, sum hann citerar, at Lukas og Matteus pentaðu søgur saman um Jesus fyri at fáa tað at passa, sum Mika profetur profeterar um føðing Jesusar í Betlehem. Jóhannesar evangelium verður eisini gjørt til eitt falskt rit, har onkur hevur lagt aftur at tí, sum Jóhannes hevur skrivað, eisini fyri at fáa okkurt fram, sum hesi vildu hava tað at vera. Hans Andrias og hansara felagar penta soleiðis sínar søgur saman, soleiðis, sum teir halda, tað skal vera. Hesar tvinnu meiningar standa nú móti hvørjari aðrari, og nú fáa vit at síggja, hvør hevur rætt. Tað kemur fram eina­ ferð, vissuliga so. Men hví leika hesir menn so ímóti bíbliuni og royna at billa fólki inn, at hon er falsað og ikki álítandi. Hvør er niðurstøðan teir koma til. Jú hon er, at Jesus bert var ein vanligur jødi og ikki Sonur Guds, soleiðis sum hesir høvundar annars pástanda, og sum Matteus leið blóvitnisdeyðan fyri at prædika saman við øllum hinum ápostlum Jesusar, Jóhannes undantikin. Hetta er sera álvarsamt. Her er týðuligt hin stóri lygnarin Satan aftanfyri. At avnokta Jesus sum Kristus er at avnokta sjálvt grund­ arlagið fyri øllum sonnum kristindómi. Tann, sum trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, tann, sum ikki játtar hann sum Son Guds er lygnari. Hetta er andi Anti­ krists. Jóhannes sigur í 1. brævi sínum 2,22­23: Hvør er lygnarin, uttan tann, ið noktar, at Jesus er Kristus! Hesin er Antikrist­ us ­ hann, ið avnoktar Faðirin og Sonin. Hvør tann, ið avnoktar Sonin, hevur heldur ikki Faðirin; tann, ið játtar Sonin, hevur eisini Faðirin. Eg vil siga til Hans Andrias Sølvará og hansara keldur. Vendi tykkum frá hesum ræðuligu pástand­ um. Teir eru antikristiligir. Enn ber til at venda við. Tíð heidningana, náðitíðin er enn í gildi, men tað gongur skjótt móti endan­ um. Ja, eg vil siga til øll: Vendið tykkum til Mín og verðið frelst, allir endar jarð­ arinnar! Tí Eg eri Gud, og eingin annar Esaias 45,22. Takk fyri upptøkuna. Andi Antikrists RicHaRd daNielSeN viðmerkingar