mikudagur 3. september 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 3. september 2008
17
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Poula Larsen, fødd
Leo, ættað úr Toftalíð
í Vági, búsitandi í Keyp
mannahavn,
andaðist
sunnudagin á Hvidovre
Sjúkrahúsi,
99
ára
gomul.
Ása Olafsdóttir Weihe,
fødd Reinert, fer til
gravar úr Vesturkikrjuni
hósdagin 4. september
klokkan 13.
Mia Olsen, vanliga
nevnd Mia hjá Jóhan
(Djóan), ættað av Tvør
oyri, andaðist í Keyp
mannahavn sunnumorg
unin 91 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Fríggjadagin 5. september
kl. 16 til 18 letur ein fram
sýning við verkum hjá Astri
Luihn upp í Galerie Focus í
Gríms Kambansgøtu 20 í
Havn. Astri Luihn er útbúgv
in MA á universitetinum í
Olso.
Bæði tónleikurin og gra
fikkurin hava fylgt henni
frá barnsbeini. Í dag er tað
grafiski miðilin hon í høv
uðsheitum brúkar í listini.
Tøknið er træ og linoli
umsskurður. Tað er sjálvt
tann útskorna og málaða
plátan sum er listaverkið,
ikki eitt prent av plátuni.
Ein sjálvstøðug rytma er í
myndunum og myndevnið
er sum oftast fuglar, fugla
røkur og aðrir figurar
Framsýningin
verður
opin til 17. september, týs
dag til fríggjadag kl. 15 til
18 og leygardag kl. 16 til
18.
Astri Luihn í Galerie Focus
Fríggjadagin 5. september letur ein framsýning við verkum hjá Astri Luihn upp í Galerie Focus
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagurin
4. september. Teodosia. Navnið er helst komið upp í
álamanakkan í staðin fyri mansnavnið Teodorius, tí at
hann hevði longu 2. apríl sum halgidag.
Mynd frá ”Realskúlafram
sýningini 191666”, sum
Jórunn Dánjalsdóttir skip
aði fyri í Kommunuskúlan
um í Havn í 2007. Myndin
er tikin í 1964 í Sandágerði
av næmingum í 1.C í Real
skúlanum saman við lærar
anum Jógvan við Ánna.
Aftasta rað f.v.: Elmar
Højgaard, Bogi Michelsen,
Maria Mortensen, Rannvá
Lindarstein og Anna Katrina
Næs Joensen (Dukki).
Miðraðið f.v.: Ólavur
Michelsen, Peddy Davidsen,
Jógvan við Ánna (lærari),
Olga Olsen og Steingrím
Abrahamsen.
Fremst f.v.: Bergur Djur
huus, Bjartur Dalsgarð, Kar
sten Simonsen, Johan Jacob
sen og Regin Hentze.
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er við
komandi vælkomin at venda
sær til Jórunn Dánjalsdóttir
á telefon: 226024.
Myndaeigari: Peddy Davidsen
Realskúlaflokkur í 1964