mikudagur 3. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 168 - 3. september 2008
tíðindi
RepoRtasja
Orð&myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvannasund: Tríggir fyri.
Og tvey ímóti.
Tað var úrslitið av at
kvøðugreiðsluni í bygdaráð
num í Hvannasundi, tá mál
ið um møguliga samanlegg
ing við Klaksvík var fyri.
Fyri uppskotinum atkvøddu
varaborgarstjórin Pól Fuglø,
Elmar Simonsen og Niels í
Buð, meðan borgarstjórin
Júst Poulsen og Veronika
Petersen vóru ímóti.
Hóast tey flestu mundu
vita, hvat úrslit ið bygdaráð
ið fór at koma til, var kortini
fylgt við áhuga í tí, sum
kom fram.
Eftir uppskotinum frá
meirilutan skulu borgararnir
kunnast væl og virðiliga
um málið. Eftir skránni
kemur faldarin út nú; ein
borgarafundur haldast mána
kvøldið
15.
september;
fólkaatkvøða verður miku
dagin 17. september og dag
in eftir, altso hósdagin 18.
september skal bygdaráðið
viðgera úrslitið av fólka
atkvøðuni.
Verður meiriluti fyri eini
samanlegging
verður
Hvannasunds
kommuna
ikki til meiri, tí fara tær
fimm bygdirnar í kommun
uni – Hvannasund, Norð
depil, Depil, Múli og Norð
toftir – uppí ta stóru Norð
oya Kommunu.
Verður
hinvegin
ikki
meiriluti, ja so »fyriliggur
ein nýggj støða«, sum tikið
verður til!
Borgarstjórin ikki við
Í drúgva tíð hevur hetta mál
ið um ætlaðu samanlegging
ina við Klaksvík verið
frammi
í
Hvannasunds
kommunu.
Tað hevur verið uppi og
vent á fundum í bygdaráðn
um, og á einum teirra varð
so ein nevnd vald at skipa
samráðingarnar, soleiðis at
tær fimm bygdirnar kundu
fáa sum frægast burtur úr
hesi samanleggingini.
Sum vanligt er, átti borg
arstjórin, Júst Poulsen at
verið fastur limur í hesi
nevnd og staðið fyri sam
ráðingunum. Men stutt eftir
at hann var valdur, tók hann
seg kortini úr, tí hann ikki
var fyri at leggja hansara
kommunu
saman
við
Klaksvík.
Hesa tíðina, ið samráðing
arnar tí hava verið, hevur
tað ístaðin verið varaborgar
stjórin, Pól Fuglø sum hev
ur staðið á odda fyri umboð
unum úr Hvannasundi.
Úrslitið av hesum samráð
ingum er nú greitt: Ein fald
ari er gjørdur og verður
sendur øllum húskjum í
Hvannasunds kommunu í
dag ella í morgin.
Her verður greitt frá teim
um ætlanum, sum skulu
fremjast í framtíðini, og
hvussu ein skal skipa ta tíð
ina,
sum
Hvannasunds
kommuna hevur eftir á lívi,
áðrenn hon hvørvur sum
navn og heiti, og gerst part
ur av teirri stóru Norðoya
Kommuna.
“Order! Order!”
Tað er ikki ofta, at umboð
fyri bæði blað og útvarpsrás
eru á bygdaráðsfundi í
Hvannasundi.
Sosialurin og Rás2 hava
viðgjørt hetta málið í sein
astuni, og hava vitjað fleiri
ferðir í økinum fyri líkasum
at lodda dýpið millum teir
436 borgararnar í teimum
fimm bygdunum í kommun
uni.
At málið um samanlegg
ingina veruliga hevur áhuga
millum sundafólk, var fund
urin í gjár eitt fullgott prógv
um. Fundarsalurin hevur
sjáldan verið meiri fullsettur
av
spentum
áhoyrarum,
sum her fingu møguleika at
hoyra og síggja teirra kosnu
umboð viðgera hetta álvars
málið.
Talið av áhoyrarum kundi
heilt víst verið munandi
størri, men tað skiltist á
prátinum at nógvir mans,
sum annars høvdu áhuga í
málinum, vóru farnir eftir
náta í góðveðrinum í gjár.
Fyri aðrar kundu nátar vera
nátar hesa løtuna!
Onnur vóru kanska meiri
komin fyri upplivingina,
fyri at fáa at vita, hvussu
góður – ella vánaligur –
samstarvsandin er í bygda
ráðnum. Og tað mundu tey
helst eisini fáa fullan valuta
fyri: Her komu eingi boð
um at fáa peningin fyri
atgongumerkið aftur!
Gjøgnum allan fundin
var persónligt brigsl at
hoyra, soleiðis at málini
ofta fóru heilt skeiva kós.
Var tað ikki fyri einastu
kvinnuna í bygdaráðnum,
hevði fundurin helst verið
munandi drúgvari enn teir
tveir tímarnar, sum hann
annars vardi!
Gloym alt hatta persón
liga. Koma tit ikki burtur úr
hasum, so verða eingi mál
loyst, royndi Veronika Peter
sen sum frægast at fáa »ord
er, order« millum teir fýra
mannligu bygdaráðslimir
nar.
Tøl og paragraffir
Á bygdaráðsfundinum í
gjárkvøldið kom helst týði
ligari enn nakrantíð fram,
hvussu vánaligt samstarvið
er og hvussu ósamdir limir
nir í bygdaráðnum í roynd
og veru eru – ikki bert í hes
um málinum, men í rættiliga
mongum øðrum málum
eisini.
Hinvegin
helt
onkur
áhoyrari fyri, at hetta hevði
verið ein av teimum allar
frægastu fundunum. Teir
høvdu mangan verið meiri
ófriðarligir enn hesin.
Kanska dempaðu teir seg
eitt sindur við hetta høvið
av fýra ymiskum orsøkum:
Nógv fólk vóru til staðar í
fundarsalinum, ið eisini
verður brúktur til kristilig
tiltøk. Tí umboð fyri Sosial
in og Rás2 vóru til staðar.
Tí borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn O. Jacobsen var
millum áhoyrararnar. Og tí
at eitt starvsfólk á grann
skoðarafyritøku var komið
Hvannasund
– sundur ella sam
Sjáldan hava fleiri fólk verið til ein bygdaráðsfund í Hvannasundi enn í gjárkvøldið. Hetta var ikki
uttan orsøk, tí eitt mál um samanlegging við Klaksvík var høvuðsmálið. Ein meiriluti í bygdaráðnum
samtykti at hava fólkaatkvøðu mikudagin 17. september um henda spurningin. Tá kann Hvannasunds
kommuna fara í søguna!
Fólkið í Hvannasunds kommunu skal avg
Málið um samanleggingina hevði stóran áhuga millum
bygdarfólkið. Tað kom meiri enn so fyri at fólk svaraðu til
úr salinum á livandi bygdaráðsfundinum í Hvannasundi í
gjárkvøldið
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen kom eisini
á fundin. Verður meiriluti fyri samanlegging; verður hann
afturvaldur í býráðið í Klaksvík og verður hann aftur
borgarstjóri, so verður hann eisini borgarstjóri fyri Norðoya
Kommunu og fólkið á fundinum
Borgarstjórin Júst Poulsen og Veronika Petersen eru ikki fyri
samanlegging við Klaksvík. Tey meta at málið er skrumblað
ígjøgnum og at tað tí ikki er búgvið til at verða ført út í lívið