mikudagur 3. september 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 3. september 2008
19
tíðindi
allan vegin úr Havn á fund
in, fyri at greiða bygdaráð
num
frá
roknskapinum,
sum varð endaliga undir
skrivaður í gjárkvøldið.
Men tann persónligi –
ella ópersónligi! – tónin
millum teir fimm limirnar
varð lagdur næstan beinan
vegin, tá uppskotið frá trim
um teirra um møguliga
samanlegging við Klaksvík
kom á borðið.
Tikið varð til, við eini
ávísari ironi, at hetta var
eitt av fáum uppskotum,
sum var komið inn rætt
stundis – tað er: áðrenn
seinasta freist er at koma
við uppskotum til tann
regluliga bygdaráðsfundin.
Borgarstjórin førdi sjálv
ur orðið, og eftir at broyt
ingar vóru gjørdar í sjálvari
skránni, soleiðis at hetta
gjørdist mál nummar eitt,
varð tað lagt fram.
Hann las upp skrivið frá
trimum av bygdaráðslimun
um – tað vil siga: Hann byrj
aði, men gakk. Hann steðg
aði brádliga á, tí her vóru
so nógvar paragraffir at
lesa, og tøl upp og niður.
Hygg, Pól. Kanst tú ikki
bara lesa tað upp?!, segði
hann við varaborgarstjóran,
ið var ein av teimum trim
um. Hann so gjørdi.
Í stutta skrivinum verður
greitt frá gongdini í málin
um, øllum skjølunum í mál
inum og hvussu fram skal
farast hesar komandi vikur
nar, við borgarafundi, fólka
atkvøðu og viðgerð av
úrslitinum í bygdaráðnum.
Skrumblað ígjøgnum
Sum skilst var ætlanin at
fáa gjørda eina kunngerð
um fólkaatkvøðuna beinan
vegin, soleiðis at ásetta
tíðarfreistin kundi haldast.
Hetta er neyðugt at gera í
slíkari bygd, har menn eru
ella kunnu fara til skips, og
har onnur fara burtur í øðr
um ørindum.
Henda
mannagongdin
ljóðaði so ógvuliga skila
góð, men gakk: Nú vísti ein
av bygdaráðslimunum á, at
tað bar als ikki til at hava
eina fólkaatkvøðu við so
stuttari freist. 14 dagar er
ikki nóg mikið, tí formaður
in í valnevndini hevði mælt
til, at vallistarnir skuldu
liggja frammi í minst fýra
vikur, og at tað síðani skuldu
ganga tvær vikur aftrat fyri
at fáa valkortini út.
Skuldi
henda
manna
gongdin
fylgjast
kundi
fólkaatkvøðan í fyrsta lagi
verða um hálvan oktober,
og tá hevði verið í seinna
lagið at fingið málið av
greitt innan kommunuvalið
í november.
Meirilutin í bygdaráðnum
vísti her á, at teir hava ferð
eftir ferð biðið um fund til
at kunna viðgera málið,
soleiðis
at
tíðarfreistin
kundi haldast og fólkið fáa
góða tíð at lesa alt tilfarið
ígjøgnum. Fyri teimum tyk
ist tað heldur vera so, at
hini høvdu bølt omaná mál
inum í alt ov langa tíð og
ikki vilja viðgjørt tá, tá ein
altso fyrst í gjárkvøldið
kundi viðgera hetta álvar
sama málið og samstundis
kunna almenningin um tað.
Nú koma málið umsíðir
undan kavi, og nú var brád
liga full semja um at hava
eina fólkaatkvøðu: Bæði
borgarstjórin og hin bygda
ráðslimurin í minnilutan
vóru fyri eini fólkaatkvøðu,
men spurningur teirra var,
um ein ætlaði at fylgja
úrslitinum av hesi
Eg eri ikki ímóti eini
fólkaatkvøðu, legði borgar
stjórin dent á. – Men eg eri
harðliga ímóti tí mátanum,
sum hetta málið er viðgjørt.
Tað er snøgt sagt skrumblað
ígjøgnum, og tað kann eg
ikki góðtaka!
Tá so atkvøðast skuldi
vóru tríggjar atkvøður fyri
at halda fram við samráð
ingunum
við
Klaksvík,
soleiðis at ætlaða tilgongdin
í
samanleggingini
kann
halda fram sum ætlað.
Ein heilt annar spurningur
er so, hvat fólkið í kommun
uni heldur. Væl er ein meiri
luti fyri samanlegging í
bygdaráðnum, men tað er
meiri óvist, um maðurin
við sundið er líka so samd
ur. Tey tykjast meiri at vera
í villareiði, tí kunningin
hevur verið so avmarkað.
Kanska fer faldarin, sum nú
skal berast út í hvørt hús, at
bøta um alt hetta.
Tað vita vit mikukvøldið
17. september klokkan 20!
man
”
Tikið varð til, við eini ávísari ironi, at
hetta var eitt av fáum uppskotum, sum
var komið inn rættstundis – tað er: áðrenn
seinasta freist er at koma við uppskotum til
tann regluliga bygdaráðsfundin
gera lagnuna hjá henni um tvær vikur. Verður meiriluti fyri samanlegging við Klaksvík, fer Hvannasund at hvørva sum komma, men verður ístaðin partur av Norðoya Kommunu
Mynd: Jens Kristian Vang