mikudagur 3. september 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 168 - 3. september 2008
tíðindi
Teitur spældi mikukvøldið
í Norðurlandahúsinum
fyri eini fullsettari høll av
áhoyrarum. Hetta gjørdist
eitt satt gott upplivilsi av
eini konsert, har Teitur
spældi nýtt sum gamalt og
fitt sum provokerandi
KONSERUMMÆLI
Líggjas Olsen
liggjas@gmail.com
myndir: mureldur
»I always had the voice and now
I am a singer«
Soleiðis legði Teitur út miku
kvøldið við lagnum av nýggju
fløgu sínari The Singer. Væl varð
sungið, og eitt tað fyrsta, eg
hugsaði, var, at røddin hjá honum
er altso vorðin betri enn nakran
tíð. Teitur er júst afturkomin av
konsertferð í USA og er tískil í
góðari venjing, og hetta hoyrdist
beinanvegin í røddini hjá honum,
sum veruliga er blivin ein ordilig
sangrødd. Ikki tí, røddin hevur
altíð verið serstøk og góð, men
ongantíð hevur hann sungið so
ómakaleyst og gott, sum júst nú.
Eg vildi næstan sagt betri enn á
fløguni, men tað kann kanska
diskuterast.
Einsamallur legði Teitur út við
hesum lagnum, fyri síðani at
bjóða bólkinum innar á pallin og
halda áfram við nøkrum løgum
av seinastu fløgu teirra. Ongar
strúkarar ella violinir ella kór
røddir hevði Teitur við sær miku
kvøldið. Bert bass, trummur og
tangentar, og hetta hevði sjálv
sagt við sær, at útsetingarnar
vóru nakað einfaldari í mun til
tær á fløgunum. Hesum slapp
bólkurin væl frá. Mikael Blak á
bass var sum ikki einaferð sera
góður og tryggur og virkaði sum
eitt superlím fyri hinar í bólkin
um, meðan trummurnar ikki
gjørdu meira enn júst neyðugt.
»Catherine the Waitress«
manglaði kanska sum heild eitt
sindur av pompøsiteti, men ann
ars riggaðu løgini av The Singer
heilt væl, undirspæld sum tey nú
vóru. Eitt lag, sum riggaði
serstakliga væl av nýggju fløguni
var friðarligi kærleikssangurin
»Don’t Let Me Fall In Love With
You«. Eitt deiligt lag, har tú
veruliga kendi, at viðkomandi
fellur í forelskilsi, um man so má
siga.
Josephine og falskir
strúkarar
Síðani førkaði Teitur seg frá The
Singer og fór at tríva í løg av Stay
Under The Stars, men áðrenn
sluppu vit líka at hoyra
vælumtókta lagið »Josephine« av
fyrstu fløguni Poetry and Air
planes. Eitt ótrúliga vakurt og
væleydnað lag, sum Teitur eisini
sang til UG. Havi tó hug at við
merkja, at eg helt ikki syntetiski
strúkararnar rigga so væl her.
Lagið hevði hug at detta niður
ístaðinfyri at fara á flog, og tað
var eitt sindur ergiligt. Tangent
leikarin hevði annars nakrar
vælljóðandi strúkarar í sínum
keyboardi, ið hann dugdi væl at
brúka í settinum. Men júst í hes
um lagnum komu teir ikki til sín
rætt. Tíverri, tí hatta lagið kann
veruliga flyta teg heilt til himm
als, um tað verður framført rætt.
Burtursæð frá í støðum eitt sindur
miseydnaðu synthstrúkarunum,
so sat tað heilt væl, og fólk vóru
glað fyri, at Teitur hevði valt hetta
lagið uppí skránna.
Kom aftur, Louis!
Kanska best kenda lagið hjá
Teitur, »Louis Louis«, slapp
eisini upp í part. Teitur greiddi
frá, at lagið hevði hann skrivað í
Saksun í 2004. Hetta var um tað
mundið, tá amerikansku veljar
arnir vildu tað so, at Bush skuldi
innaftur í Hvítu Húsini. Lagið er
ein áheitan til Louis Armstrong
um at koma aftur til okkum við
sínum upplyftandi, glaða tón
leiki, í eini heldur myrkari tíð.
»Louis, Louis, the world is not
Hóast nakrar feilir og onkrar eitt sindur falskar strúkarar, var bólkurin ógvuliga væl samanspældur og konsertin góð
Teitur