Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 3. september 2008 21 tíðindi like you know it«, sum hann tekur til. Endin á lagnum kiksaði eitt sindur. Haldi, tað var tí Teitur og Mikael vóru ósamdir um, hvat hendi næst. Men tað gjørdist meira stuttligt enn kiksað. Kann vera, at lagið er spælt so ofta eftirhondini, at teir hava gloymt at uppfríska tað í venjingini. Tó bilaði tað einki, tí lagið er so mikið væl umtókt og fangandi, at áhoyrararnir kundu síggja millum fingarnar við tí. Kærleiki og fyrigeving Síðani setti Teitur seg við klav­ erið og spældi meistarliga lagið »All My Mistakes«, sum herfyri kom við á eina fløgu, ið stuðlar Tibet í teirra trupulleikum við Kina. Fløgan er blivin bannað av kinversku myndugleikunum, men Teitur helt kanska, at vit her í vesturheiminum kundu lært eitt sindur av kinesarum. Kanska var tað rætt at tiga onkuntíð, tók hann heldur speiskliga til. Í øllum førum helt hann, at tað var positivt, at Kina stóð fyri olymp­ isku leikunum í ár, og soleiðis blivu ein partur av vesturheimin­ um. So sang hann lagið, sum hann segði snúgva seg um kærleika og fyrigeving, »All My Mistakes«, á klaverinum. Eftir mínum tykki eitt tað besta lagið, hann hevur skrivað. Samkynd og nekarir Teitur syngur ikki bert á enskum. Hann gav í fjør eina fløgu á føroyska marknaðin, ið hann kallaði »Káta Hornið«. Hendan varð væl móttikin, fekk m.a 6 stjørnur frá ummælaranum á Dimmu, Una Leitistein Hansen. Í Norðurlandahúsinum valdi Teitur at enda sína konsert við nøkrum løgum harfrá. Fyrst einsamallur við klaverið, har hann spældi »Havnin er ein lítil bygd«, ið snýr seg um tronga lívið í Havnini. »Og skip sigla út til fremmand lond/eg síggi meg seg sita á einari heitari strond/og her hendir svarta einki/hesin forbannaði bussurin kemur ikki/«. Og sangurin um útisetan, sum spyr seg sjálvan, hvat hann skal hava við í sítt kuffert, um hann flytur heimaftur. Hesin sangurin fekk smílini fram í áhoyrarunum, tá hann gremjaði seg: »eg vendi aftur til ódnarveður og vánaligar fløguútgávur/og eina árliga blokering av kaldbaksbotni/og hampafólk í samkomum/ið eru útbúgvin í bíbliu/men rodna tá eg syngi um samkynd og nekarir«. Hesum kendu fólk seg aftur í, og grund var til at nikka játtandi og at trekkja uppá smílibondini. Víðari sang Teitur einsamallur á føroyskum um »Káta Hornið«, »Andvekur«, og síðani fekk hann bólkin innaftur til endalagið »Tokspor«, sum sat ótrúliga væl. Sum heild má sigast um bólkin, at hann var sera væl samanspæld­ ur. Ikki ov nógv hóvasták, men tað fungeraði væl, og so kundi Teitur fara á flog við sínum mel­ odiøsu løgum. Og hann slapp heldur ikki so. Hann varð væl og virðiliga klappaður innaftur av vælnøgdum áhoyrarum, ið vildu hoyra meir. Innaftur kom hann og framførdi trý eykaløg, har tað allarsíðsta gjørdist ein flúgvandi, syrutt útgáva av Jerry Lee Lewis hittinum frá 60’unum »Great Balls Of Fire«. Teitur fór næstan yvir í jazz á klaverinum, og bólk­ urin hugnaði sær veruliga. Teir takkaðu síðan fyri seg, og so var hendan konsertin av. Eg haldi at tað var ein vælnøgd fjøld, sum fór úr Norðurlanda­ húsinum. Teitur spældi eitt sindur av hvørjum, sum riggaði væl, tí at fólk hava kanska ein tendens at dáma Teit best fyri eina ávísa útgávu, enn fyri alt, sum hann hevur gjørt (eri sjálvur skyldigur í tí, mær dámar nevniliga best »Stay Under The Stars«). Hann flytir seg listarliga, og konsertin mikukvøldið presenteraði eitt sindur av hvørjum. Spennandi verður at hoyra, hvat hendir næst. var feitur Teitur framførdi løg frá fleiri av fløgunum hjá sær, og áhoyrararnir í salinum tóku væl ímóti Mikukvøldið 27. august var stór konsert við Teiti Lassen í Norðurlandahúsinum