Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 168 - 3. september 2008 mótasýning Annika Hedegaard Isfeldt Myndri: Jens K. Vang Tá ið klokkan nærkaðist hálvgum tíggju fríggjakvøldið, var handilsmiðdepilin í Havn fyltur av mótaáhugaðum fólki, sum vóru komin ein túr framvið SMS fyri at síggja nýggja mótan, sum handlarnir hava at bjóðað komandi heyst. Tær royndastu modellirnar í Føroyum fara saman á pallin at gera eina øðrvísi mótafram­ sýning, sum fer at flyta mørk, segði Gunnvá Patursson, fyriskipari, loyndarfult frá undan sýningunum. Við hesum stóru orðunum í huga er lætt at verða kritiskur, um show’ið ikki klárar at liva upp til væntanirnar. Tá ið Mike kom fram úr roykfylta pallinum í cowboyklæð­ um vóru allir kritiskir tankar tó burtur. Saman við harða tónleikinum megnaðu modellirnar at skapa eina lítríka og áhuga­ verda sýning, sum tyktist at dáma væl hýrdu áskoðarunum væl. Fríggjakvøldið var triðju ferð, Gunnvá Patursson skipaði fyri mótaframsýning í SMS. Hvørja ferð hevur hon megnað at fanga áskoð­ arnar við øðrvísi framførslum, men kanska vil eg hóast alt geva bretunum rætt, tá ið tey nýta væl kendu orðini ”third time is a charm”… Móti við máta Fríggjakvøldið 29. august var Torgið í SMS umgjørt til ein stóran mótapall, har til bar at síggja tað nýggjasta nýggja innan føroyska og altjóða mótaheimin Tá árstíðirnar skifta og veðrið broytist, skifta stóru mótulitirnir eisini. ”Black is the new black”, segði ein sniðgevi í skemti herfyri – men hann var ikki heilt býttur; svart hevur nevniliga fingið eitt stórt comeback á mótapallinum. Saman við lilla og okkurgula litinum, fer svart aftur at vera dominerandi liturin í mótahandlunum í heyst. Her sæst modell frá Vero Moda í strammum tights í lilla, í eini leysari okkurgulari blusu við tí svarta sum gjøgnumgangandi liti – stílurin kundi verið tikin beinleiðis úr eini mótauppskrift Stripp á pallinum – pink undirklæðir frá Jack and Jones