Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 3. september 2008 23 Eitt mótashow er ikki bert fyri at vísa fram nýggjasta mótan – eisini liggur sjálvandi í orðinum, at tað skal vera eitt fangandi show. Sum tað sæst á hesi myndini, skuffaði mótaframsýningin í SMS ikki í hesum sambandi Væl upplagdur og í tí vanliga góða hýrinum, stýrdi Mike mótapallin fríggjakvøldið. Við sínum dansi- og undirhaldskunnleikum hevði hann til uppgávu at presentera ymisku handlarnar Eisini nýggi skógvamótin kom í spotlight í SMS. Spurningurin er so kanska bara, hvussu væl fólk sóu skógvarnar, tá ið teir vórðu vístir fram av trimum vøkrum hálvnaknum kvinnum… “Alt er loyvt innan móta í løtuni – men tað skal helst vera stórt, stramt og litríkt”, soleiðis ljóða ráðini frá stóru sniðgevarunum í løtuni. Hetta livdi mótaframsýningin fríggjadagin til fulnar upp til. Hjá Only møtir 70’ara hippie-stílurin við víðum cowboybuksum og litføgrum blusum nýggja ártúsundinum við lakkskóm