Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 168 - 3. september 2008 SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Seinasta vikuskifti var Truckerfestivalurin hildin í Klaksvík. Truck­ erfestivalurin hevur verið hildin hvørt ár síðan 2003. Fyrstu fimm árini var hann verið í Runavík, og hetta var fyrstu ferð hann varð hildin í Klaksvík truckerfestivalur Magnus Gunnarsson myndir: Hans A. Norðfoss og Magnus Gunnarsson Truckerfestivalurin 2008 varð hildin leygardagin 30. og sunnudagin 31. august í Klaksvík. Eftir at borgar­ stjó­rin, Steinbjørn O. Jacob­ sen, hevði sett festivalin var skipað fyri ymiskum tiltøk­ um, t.d. var bilboksing á sandinum, og Klaksvíkar Sløkkilið klipti ein lastbil sundur. Leygarkvøldið var steypahandan, og sunnudag­ in vitjaði Trøllapætur. Tilsamans 78 bilar vó­ru til Truckerfestivalin, og hetta er tað mesta nakrantíð. Fyrireikararnir av festi­ valinum, Leif Eliasen og Hugo Skorastein, vó­ru sera væl nøgdir við luttøkuna og við gó­ða samstarvið við Klaksvíkar Kommunu og við Føroya Shell, sum nú er ein samstarvsfelagið hjá Truckerfestivalinum. Eisini vitjaðu nó­gv fó­lk festivalin. Festivalurin endaði sunnu­ dagin seinnapartin við at bilarnir koyrdu ein framsýn­ ingartúr gjøgnum býin á veg til hús. Truckerfestivalurin 2008 Bilboksing á Truckerfestivalinum Hugo Skorasetin og Leif Eliasen fyriskiparar Karl Sofus Heimistovu og Sofus Hansen frá dómsnevndini Klaksvíkar Sløkkilið klippur ein lastbil Mynd: Kristian Olsen