mikudagur 3. september 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 168 - 3. september 2008
- Tað eru longu fleiri
mánaðir síðani vit
sendu inn umsókn
um prinsippgóðkenn-
ing, men enn hava vit
einki hoyrt frá komm-
ununi, sigur Mads
A. Winther, stjóri
fyri verkætlanini
Miðlendi
BYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað eru nú tíggju mánaðir
síðani, at Mads A. Winther
kunngjørdi stórfingna verk
ætlan uppi við Miðlon við
Hoyvíksvegin.
Talan er um ein stórdepil,
sum skal umfata eitt luksus
hotell í tíggju hæddum við
øllum fasilitetum. Hotellið
verður 40 metrar høgt og
fer at hava 60 kømur.
Hotellið skal hava fimm
stjørnur og verður tað ein
asta í landinum á so høgum
støði.
Aftrat hesum verður talan
um matvøruhandlar, bio
grafar, bowlinghøll, »steak
house« og aðrar matstovur,
umframt
eina
sonevnda
vælverumiðstøð. Og sjálv
andi verða børnini ansað
undir tryggum og góðum
umstøðum, meðan foreldr
ini gera síni ørindi í
Miðlendi.
Talan verður um eina
fullfígjaða
miðstøð
við
perkeringskjallara og innan
dura gongugøtu.
Hendan verkætlanin varð
almannakunngjørd í kjalar
vørrinum av almannakunn
gerðini av Stórutjørn verk
ætlanini.
Men
eins
og
seinni
nevnda, tykist eisini Mið
lendi verkætlanin at gerast
ein tungur burður.
Bíða eftir
kommununi
Tað eru longu fleiri
mánaðir síðani, at vit sendu
umsókn um prinsippgóð
kenning inn til kommununa,
men mær vitandi hevur hon
ikki verið fyri enn, sigur
Mads A. Winther, stjóri.
Hann sigur – eins og
Bárður Nielsen segði um
Stórutjørn – at býráðið var
ógvuliga positivt mótvegis
verkætlanini.
Tað er í fyrsta umfari
kommunan, sum skal geva
loyvi, og fyrr enn hetta
loyvi er givið, ber ikki til
hjá Miðlendi at sleppa
víðari.
Tað krevur uttan iva
boytingar í viðtøkunum fyri
økið, og eg veit ikki, hvussu
nógvar instansir málið skal
ígjøgnum, men tað er á tí
støðinum, vit eru í løtuni,
sigur Mads A. Winther.
Tá
verkætlanin
varð
almannakunngjørd tíðliga í
desember varð roknað við,
at spakin kundi verið settur
í eitt ár seinni. Og hóast tað
dregur út við loyvunum, so
hevur
Miðlendi
ikki
justerað tíðarætlanina.
Vit sleppa ikki víðari,
fyrr enn vit hoyra aftur frá
kommununi. Men tá loyvini
fyriliggja, kunnu vit fara
skjótt til verka. Og talan
kann jú gerast um fleiri
byggistig, sigur Mads A.
Winther.
Drúgv tíð enn
Men tað liggur púra greitt,
at tað verður eingin spaki
settur í í ár. Tí tá ein prin
sippgóðkenning fyriliggur
frá býráðnum, skulu enda
ligu projekteringarnar ger
ast. Og síðani skal verkætl
anin leggjast alment fram,
og har skulu hon liggja í
minst tríggjar mánaðir.
Vit eru í løtuni í einari
bíðistøðu og sleppa ikki
víðari, fyrr enn vit hoyra
aftur frá býráðnum. Tá vit
spyrja okkum fyri har fáa
vit at vita, at teir hava so
nógv at gera, og tað passar
helst,
sigur
Mads
A.
Winther.
Kortini hava teir ikki
broytt tíðarætlanina.
Nei, tað hava vit ikki.
Og verkætlanin kann jú
fremjast í trimum ella fýra
stigum. Fyrsta stig kann til
dømis verða at sambyggja
Miðlon við Grón, og tað er
nakað, ið kann gerast skjótt,
sigur Mads A. Winther.
Tá
verkætlanin
varð
almannakunngjørd
fyri
tíggju
mánaðum
síðani
segði Mads A. Winther, at
stórur áhugi var millum
íleggjarar fyri verkætlanini.
Og hóast fíggjarliga støðan
er broytt síðani tá, er áhugin
ikki broyttur.
Nei, tað er framvegis
stórur áhugi fyri verkætl
anini, bæði í Føroyum og
uttanlands, so í tann máta
er støðan einki broytt, sigur
Mads A. Winther.
Men enn bíðar verk
ætlanin eftir kommununi,
og spurningurin er so bert,
hvussu leingi hon má bíða.
Vit eru í bíðistøðu
Íslendsk afturtøka
Tey seinastu árini hava íslendsk íløgufeløg sett nógvar pengar í danskt vinnulív, og
millum feløgini, sum íslendingar hava sett pening í, kunnu nevnast flogfelagið
Sterling og handilsketurnar Illum, Merlin og Ilva. Men nú er líkt til, at íslendingar
hava hug at taka seg aftur úr Danmark, skrivar Børsen. Blaðið skrivar, at tað
íslendska fíggjarmynstrið byggir á tætt samband millum bankar og vinnulív, og tí
standa bankarnir eftir við rokningini, um íløgurnar miseydnast. Nú trýstir rentan
bankarnar, og so taka íleggjararnir seg aftur.
Fiskimenn endurgjald fyri brúgv
Í Svøríki hevur tann serligi Umhvørvisdómstólurin gjørt av, at felagið,
sum eigur og rekur tað fasta sambandið um Oyrasund, skal rinda svenska
ríkiskassanum endurgjald fyri tað, sum svenskir fiskimenn hava mist, tí
Oyrasundsbrúgvin bleiv bygd. Dómstólurin sigur, at Øresunds Konsortiet
skal rinda 55.000 danskar krónur um árið afturvirkandi til tað árið,
byggingin byrjaði. Orsøkin er, at tað fasta sambandið fór við fleiri stórum
gýtingarleiðum í Oyrasundi, sigur DR, sum ikki veit, um Øresunds
Konsortiet fer at kæra dómin.
Verkætlanin Miðlendi er í bíðistøðu. Her skitsutekning av
verkætlanini, sæð frá Hvítanesvegnum niðan móti Eystara Ringvegi