Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 168 - 3. september 2008 Skip hótta stórhval Amerikanska stjórnin hevur nú skotið upp at áleggja skipum eina hámarksferð á ávísum leiðum nærhendis amerikonsku strondini. Endamálið við at avmarka ferðina er at verja slættibøkuna, sum er í vanda fyri at doyggja út, sigur stjórnin í Washington. USA setti líknandi reglur í gildi fyri tveimum árum síðani. Tá bleiv hámarksferðin sett til 30 míl, men eftir samráðingar við útgerðarfeløg sigur stjórnin hesaferð, at mest loyvda ferðin eigur at vera 20 íl. Mett verður, at umleið 300 slættibøkur eru eftir í heimshøvunum, og vísindafólk siga, at fleiri hvalir eru deyðir eftir samanstoyt við stór skip. Póllendingar á matstovur Í Danmark hava matstovur og gistingarhús ilt við at fáa nóg mikið av kokkum og tænarum, og tað hevur við sær, at tænastan bara versnar, skrivar metroXpress. Higartil hava donsku matstovurnar fingið arbeiðsmegi úr Svøríki, men tað vísir seg ikki at vera nóg mikið. Tí hevur felagið hjá matstovunum nú gjørt av at útvega ta írestandi arbeiðsmegina úr Póllandi. Fyribils hevur felagið fingið fatur á 15 polskum tænarum og kokkum, og eftir eina stutta upplæring kunnu teir fáa fast starv, skrivar blaðið. Tvær risastórar verk­ætlanir, hvør í milliardaflok­k­inum, liggja niðurbundnar, tí viðgerðirnar av umsók­nunum ganga so seint. Hvørk­i Stóra­ tjørn ella Miðlendi sleppa víðari, fyrr enn k­ommunan hevur avgreitt terra umsók­nir BYROKRATI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Teir standa klárir við spaka og pengum, men teir sleppa at brúka hvørki. Í blaðnum mánadagin høvdu vit samrøðu við stjóran fyri Stórutjørn verk­ ætlanini, Bárð Nielsen, har vit fregnaðust eftir, hvar málið fleyt. Hann segði við blaðið, at tað tóktist at draga so mikið langt út, at teir høvdu gjørt av at repa seglini og siga projektleiðaranum, Kára Dal­Christiansen, úr starvi. Tað er so, at tá ein slík verkætlan er játtað av býráðnum, skal hon liggja frammi til almenna skoðan í tríggjar mánaðir, so fólk hava møguleika at mót­ mæla, um tey av eini hvørji orsøk eru ímóti hesi verkætlan. ­ Hjá okkum var støðan hon, at justeringar vórðu gjørdar í verkætlanini við tí úrsliti, at verkætlanin mátti gjøgnum alla mylluna eina­ ferð aftrat. Og tá hon ikki varð løgd fram fyrr enn beint fyri Ólavsøku, eru vit komin inn í desember, áðrenn kærufreistin er úti. Og tástaðni ber til at sleppa víðari, sigur Bárður Nielsen. Men eitt er lógarásettar reglur og mannagongdir; tær skulu sjálvandi fylgjast. Eitt annað er, at tað tykist taka ógvuliga drúgva tíð at fáa málini viðgjørd og avgreidd í umsitingini og viðkomandi býráðsnevnd, í hesum føri byggi­ og býarskipanarnevndin. Kunnu missa íleggjarar Sjálvandi eru tað eisini justeringarnar í verkætlanini hjá Stórutjørn sum hava gjørt, at tað málið hevur drigið so langt út, sum tað hevur gjørt. Men upp­ runaliga ætlanin segði, at fyrsti spakin skuldi setast í í februar í ár. Nú vil stjórin, Bárður Nielsen, als ikki seta nakað dato á, men sigur bara, at teir byrja, tá alt er klárt. ­ Vit mugu bara staðfesta, at tað hevur tikið ógvuliga drúgva tíð at fingið málið gjøgnum alla mylluna, sigur Bárður Nielsen. Og sambært Mads A. Winther eru útlitini hjá teimum eisini ein drúgv bíðitíð. Hóast umsóknin er latin inn fyri fleiri mánaðum síðani, so er málið ikki kom­ ið fyri í býráðnum enn. ­ Eg kann bara staðfesta, at tað gongur ikki skjótt, sigur Mads A. Winther. Bæði Bárður Nielsen og Mads A. Winther siga, at stóra seinkingin ikki hevur ávirkað áhugan hjá íleggj­ arunum – enn. Men hinvegin er heldur eingin loyna, at støðan í altjóða fíggjarheiminum ikki er uppeftir gangandi, og útlitini eru fyri, at tað kann ganga rúm tíð, áðrenn hesar báðar verkætlanirnar sleppa í gongd. So tað er neyvan skeivt at staðfesta, at íløgur fyri tvær milliardir bíða eftir Tórshavnar kommunu. ­ Her er ik­k­i talan um avgreiðslumál. Bæði málini eru umfatandi og hava lógarásettar mannagongdir og tíðarfreistir, sum vit sjálvandi mugu fylgja, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri BYGGILOYVI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, sat á fundi alla morgun, men tað eydnaðist okkum kortini at fáa eina stutta viðmerking frá honum. ­ Viðvíkjandi Miðlendi er tað at siga, at tað er ikki so ógvuliga long tíð síðani teir hava sent sína umsókn inn. Økið er eitt øki 7, sum tað verður nevnt, og tað er ikki bara sum at siga tað at broyta viðtøkurnar í hesum økjum. Millum annað eigur landið ein part av økinum og veðurstøðin stendur jú eisini har. Og í síðsta lagi skulu vit minnast til, at summar­ frítíðirnar júst eru lidnar, sigur Heðin Mortensen. Hetta er altso eitt mál, sum má taka ta tíð, tað tekur. Viðvíkjandi Stórutjørn var málið sum so avgreitt, men so ynsktu eigararnir at broyta miðbýin í verk­ ætlanini, og tað tekur tíð. ­ Vit skulu minnast til, at talan er um serstaka byggisamtykt, og tað er ikki bara sum at siga tað at broyta slíkar. Fyrst hava vit tríggjar vikur freist at kunngerða, at broytingar verða gjørdar í byggisam­ tyktini, og síðani skal broytingin liggja alment frammi í tríggjar mánaðir, har almenningurin hevur møguleika at kæra um broytingarnar. Tá allar hesar treytir eru uppfyltar, verður málið sent til lands­ stýrið til avgreiðslu. Og málið er um at verða av­ greitt frá okkara síðu, sigur Heðin Mortensen. Av tí at borgarstjórin hevði so ringa tíð, venda vit aftur til málið í blaðnum í morgin við enari meir gjølligari frágreiðing. Vit liggja ikki á boðunum Hetta eru ikki avgreiðslumál, talan er um, og tað tekur sína tíð at fáa tey avgreidd Tvær milliarda íløgur bíða eftir kommununi Bæði Stóratjørn (myndin) og Miðlendi er verkætlanir í milliardaflokkinum