mikudagur 3. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 168 - 3. september 2008
Stutt Sagt
ES hevur
mist sítt
trúvirði
Russiska leiðslan heldur
lítið um avgerðina hjá
ríkis- og stjórnarleiðar-
unum í ES-londunum at
hótta
við
at
útseta
avtalaðar samráðingar við
Russland
orsakað
av
kreppuni við Georgia. Ein
russiskur
diplomatur
segði í gjár, at samtyktin
hjá ES-leiðarunum vísir,
at ES hevur ein størri
trupulleika enn Russland
í hesum máli.
- Hetta er meiri at revsa
seg sjálvan heldur enn
Russland, tí samtyktin
økir ikki trúvirðið hjá ES,
segði diplomaturin Vladi-
mir Tsjizhov. Hann segði,
at Russland hevur ikki
størri tørv á samráðingum
við ES, enn ES hevur, og
tí bítir ES seg í halan við
at útseta avtalaðar sam-
ráðingar. Mánadagin fara
umboð fyri ES til Moskva
at tingast við russar.
Vænta semju
á Kýpros
Í morgin byrja samráðingar
á Kýpros um eina varandi
loysn á trætuni millum
tann grikska og tann turk-
iska partin av oynni, og
sambært vælvitandi keld-
um hava útlitini fyri einari
semju
ongantíð
verði
betur enn júst nú. Stríðið
hevur varty í meiri enn 30
ár og hevur verið ein av
forðingunum
fyri,
at
Turkaland kann sleppa
upp í ES.
Fyri fýra árum síðani
legði ST eitt semingsupp-
skot fyri tað grikska
fólkið á Kýpros um at
sameina teir báðar partar-
nar, men uppskotið fall. Í
vár fingu teir griksku
kýprarnir nýggja politiska
leiðslu, og hon hevur
síðani roynt at virka fyri
einari varandi loysn.
Í morgin fara partarnir
so til samráðingarborðið.
Fyrrverandi
avstralski
uttanríkisráðharrin Alex-
ander Downer situr við
borðið sum serligt umboð
fyri ST.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Vit viðurkenna ikki Mikheil Saakasjvili sum forseta í
Georgia. Hann er ikki annað enn eiott politiskt lík
Dmitrij Medvedev, forseti
útlond
Tað kann koma John
McCain illa við, at
tað er komið fram,
at varaforsetaevni
hansara hevur verið
virkin í loysingar
flokkinum í Alaska
Okkurt kundi bent á, at
republikanararnir hugsaðu
seg ikki nóg væl um, áðrenn
teir gjørdu av, at Sarah Palin
skuldi
stilla
upp
sum
varaforsetaevni hjá John
McCain. Í hvussu er hevur
hon fingið nógv pláss í
amerikonsku fjølmiðlunum
teir seinastu dagarnar, og
tað er ikki jústan tann
umrøðan, sum hon og
McCain høvdu ætlað.
Fyrst kom fram, at ein 17
ára gomul dóttir hennara er
við
barn,
og
sambært
amerikonskum fjølmiðlum
samsvarar tað ikki serliga
væl við sjónarmiðini hjá
Sarah Palin um ungfólk og
kynslív.
Nú hava fjølmiðlarnir
eisini grivið fram, at Sarah
Palin hevur verið virkin
limur í flokkinum AIP, sum
teir seinastu 30 árini hevur
virkað fyri einari fólka-
atkvøðu um at loysa Alaska
frá USA. Slagorðið hjá
flokkinum er "Alaska First
- Alaska Always", og tað
rímar illa við slagorðið hjá
John McCain um "Country
First", skriva fjølmiðlarnir.
Forkvinnan í AIP, Lynette
Clark, sigur við ABC News,
at tað er ófatiligt, at Sarah
Palin skal stilla upp saman
við John McCain, hvørs
sjónarmið
viðvíkjandi
Alaska eru beint ímóti
teimum hjá henni.
Fyrrverandi demokratiska varaforsetaevnið Joseph Lieberman kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann styðjar republikanaran John McCain til
forsetavalið í novembur. Í røðu á republikanska uppstillingarfundinum segði Lieberman, at eftir hansara tykki er John McCain tann rætti
maðurin til amerikanska forsetaembætið, tí hann hevur drúgvar royndir og letur seg ikki trústa. Hann ásannaði, at Barrack Obama er
skilagóður, og at hann uttan iva fer at gera nógv gott fyri USA seinni. Joseph Lieberman var demokratur, men situr í dag í Senatinum sum
uttanflokkamaður.
Tríggjar ungar
kvinnur í Pakistan
vildu sjálvar sleppa at
gera av, hvørjum tær
skuldu giftast við. Tað
kostaði teimum og
tveimum tilkomnum
kvinnum lívið
Tær
fimm
kvinnurnar
vórðu jarðaðar livandi í
bygdini Babakot í útsynn-
ingspartinum av Pakistan
fyri meiri enn einum mán-
aði síðani, men ikki fyrr
enn nú eru myndugleikarnir
farnir at kanna málið, skriv-
ar bretska blaðið The Inde-
pendent. Sambært blaðnum
hevur løgreglan tikið trý
fólk, sum skulu hava havt
við illgerðina at gera.
Tær tríggjar ungu kvinn-
urnar, sum vóru tannáringar,
vildu sjálvar sleppa at gera
av, hvørjum tær skuldu
giftast við. Tað vildu familj-
urnar ikki góðtaka, og
genturnar vórðu tiknar og
burturfluttar. Tvær kvinnur,
38 og 45 ára gamlar, sum
stuðlaðu teimum trimum
ungu, vórðu eisini tiknar og
fluttar burtur.
Mannarættindafelagsska
pir siga, at tær fimm kvinn-
urnar vórðu fluttar til eitt
fjarskotið stað. Har vórðu
tær bukaðar og skotnar. Tær
doyðu kortini ikki av skot-
unum, men vórðu tveittar
niður í eina grøv og jarðaðar
livandi.
Málið er ikki komið
alment fram fyrr enn fyri
nøkrum døgum síðani, og
fyrradagin gingu fólk, sum
eru
fyri
javnrættindum
millum kynini, mótmælis-
gongu í býunum Lahore og
Karachi. Landspartastjórnin
í Sind hevur fordømt ill-
gerðina, men teir lokalu
politikararnir í Balutsjistan-
landspartinum siga, at til-
burðurin er ein partur av
einum elligomlum siði, og
at teir ætla sær at verja
siðin.
Mannarættindafelagsska
purin Human Rights Watch
sigur, at hann fekk kunn-
leika til hendingina tann
16. august, og at myndug-
leikarnir vórðu kunnaðir
sama dag. Krtini hendir
einki fyrr enn nú, skrivar
The Independent.
Fimm kvinnur jarðaðar livandi
Lieberman styðjar McCain
Sarah Palin var fyri
at loysa Alaska frá USA
Sarah Palin hevur
verið virkin á loysingar-
vonginum í Alaska
Mynd: AP
Fyrradagin
mótmæltu fólk,
at tær fimm
kvinnurnar blivu
jarðaðar livandi
Mynd: Polfoto
Russiski
forsetin,
Dmitrij
Medvedev,
fær vitjan
av ES-
umboðum
Mynd: Polfoto