Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 • 03. sept. 2008 MIÐvIkaN 27 higar at fáa viðgerð. Fólk komu higar úr upp til 10 ymiskum tjóð­ bólkum, sum tosa eins nógv mál. Sum oftast var onkur á støðini, sum dugdi teirra mál, og sum kundi vera tolkur. Serliga nógvir av monnunum dugdu fleiri mál, upp til 4­5. Teir hittust á marknað­ unum og vórðu noyddir at læra seg at tosa við hvønn annan. Í Gidole er sjúkrahús, sum tá hevði 40 seingjarpláss. Ætlanin var tá at byggja afturat sjúkrahúsinum. Ein onnur sjúkrasystir, Simonette Bruvik, sum var íslendsk, skuldi eisini arbeiða har. Tey, sum arbeiddu á missónstøðini, vóru íslendingar og ein norsk lærarinna. Sjúkrahúsið er bygt fyri góðum 40 árum síðani. Tað tænir einum øki við um 200.000 fólkum. Tað er í einum av teimum fátækastu pørtunum av landinum, har myndugleikarnir ikki hava lagt nakr­ an serligan dent á heilsuarbeiði. Útbúgvingarstøðið er eisini lágt, og tað er trupult at fáa fakfólk at fara til eitt so fjarskotið pláss. Fólk­ ið livir mest av jarðarbrúki til sín sjálvs við eitt sindur av sølu. Sjúkrahúsið er bygt av Norsk Luthersk Missionssamband, men tað verður nú rikið av Mekane Yesus kirkjuni í samstarvi við norðmenn. Ein partur av fíggingini kemur frá norskum vinnulívsfólki, sum á hendan hátt kunnu vera við til at hjálpa fátøkum og sjúkum menniskjum í einum av heimsins fátækastu londum. So gamalt sjúkrahúsið var, var tað eisini sera niðurslitið, og tað var líka við ikki at lúka treytirnir til eitt slíkt sjúkrahús fyri nøkrum fáum árum síðani. Tað hevur tískil fingið ábøtur fyri einar 4 milliónir krónur. Fólkið og lokalu myndugleikarnir slerdu ring um sjúkrahúsið og útvegaðu 35% av kostnaðinum. Hetta er sera nógvur peningur á staðnum. Men hetta er eisini í samsvar við málsetningin at fáa fólk í økinum at taka størri ábyrgd, eisini fíggjarliga. Afturat tí hevur býurin Gidole og sjúkrahúsið fingið ravmagn, sum er goldin av norskum kraftverkum. Sjúkrahúsið hevur nú 62 sengur við fleiri deildum og framkomnari útgerð. Tørvur­ in er stórur og ofta eru dupult so nógvir sjúklingar á sjúkra­ húsinum, sum tað er ætlað til. Her eru 85 starvsfólk og tey eru nú øll lokal. Hetta hevur eisini verið ein málsetningur, at fólkið í landinum skal yvirtaka øll arbeiðsøki. Útvegaði kvinnum arbeiði Millum tey, sum hava arbeitt í Gidole, er íslendski læknin Johannes Olafsson. Hann var fyrst giftur við Aslaug Johnson úr Íslandi. Hon doyði og Johannes giftist aftur við norsku Kari Bø. Javnan komu kvinnur á sjúkra­ húsið, sum vildu hava arbeiði hjá henni, og sum tað ikki bar til at geva teimum. Hon fekk tí eina góða kenslu av tørvinum at fáa arbeiði hjá fólki her. Tá fekk hon hugskotið at læra kvinnurnar at gera handarbeiði. Einasti reiðskapur var heklinál og garn. Við hesi útgerð kundu tær gera til dømis dúkar, teppir og pløgg av ymiskum slag. Hetta kundi so seljast á marknaðinum í býnum og geva nakað av inntøku. Hetta var byrjanin til Gidoli Handi­ craft. Tey fingu fatur í einum lítlum skúri at arbeiða í, og hevur hendan verkætlan givið arbeiði til 60 fátækar kvinnur í økinum. Kunnu uppliva hegling Norðmenn byrjaðu at arbeiða í Gidole umleið 1950. Tað hevur verið veking her í økinum nú í fleiri ár, og tað eru túsundtals menniskju, sum eru komin til trúgv á Jesus. Kristniboðsstøðin her í Gidole liggur høgt, 2250 m yvir havinum. Fjøllini kunnu vera einar 3.000 metur høg á hesum leiðum. Her uppi kundu tey uppliva hegling, og tað kundu tey eisini í Gidole. Stundum tyktist mær, at tað var heldur kalt. Í hvussu er samanborið við Konso í láglendinum, 700 metur longri niðri, er munurin stórur. Her regnar nógv meira enn í Konso, so her er grønt og fruktbart. Kristniboðstøðin liggur vakurt í eini brekku við fríum útsýni. Foreldrini funnu honum konuna Vit fara aftur til árið 1969. Á sjúkrahúsinum rokast teir nú við at byggja. Tað var trongligt inni á sjúkrahúsinum nú í seinastuni. Vit settu eyka sengur alla staðni, har nakað gólvpláss er. Laku er ein hjálpari á støðini. Hann byrjaði at hjálpa til í húsinum hjá einum norskum trúboðara sum smádrongur, og fekk samstundis høvi til at ganga í skúla. Hann gjørdist kristin, og hann er nú lærari á bíbliuskúlanum í Gidole. Her kann greiðast frá, hvussu hann fekk sær konu, soleiðis sum hann greiddi mær frá tí. Tað mest vanliga her í landinum hevur higartil verið, at foreldrini skipa fyri, hvørjum teirra børn skulu giftast við. Tey giftast helst innan teirra egna tjóðflokk. Tá ið foreldrini hava funnið eina gentu, sum tey halda vera hóskandi fyri sonin, tala tey við foreldur hennara um brúðarprísin. Hann verður helst goldin við kúm, seyði ella peningi. Hetta merkir, at tað kann tykjast at vera eitt kvett hjá eini familju at eiga gentur við hesi inntøku, sum eru av teimum, tá ið tær giftast. Men hóast hetta eru tað dreingirnir, sum verða mettur at hava størsta virði. Tað eru jú hesir, sum føra slektina víðari, og tað telur meira enn annað. Tá ið alt er í lagi og báðir partar eru nøgdir, tástani fáa tey ungu at vita, at tey eru trúlovað. Soleiðis var eisini hjá Laku. Ein dagin var tað onkur, sum peikaði honum á eina gentu á marknaðin­ um, har hann var staddur. Hesin segði honum, at “har gongur gentan, tú er trúlovaður við!” Hann mátti sjálvandi steðga á fyri at síggja, hvussu gentan hjá honum sá út! Serliga hugdi hann eftir beinunum. Hann greiddi frá, at “tá ið eg sá beinini, helt eg hetta var í lagi”. Hetta hevði týdning fyri, hvussu væl hon var fyri at arbeiða. Men hetta hevur riggað væl, og nú áttu tey níggju børn, sum eisini gingu í skúla. Hetta bleiv eitt gott kristið heim. Børnini komu væl undan. Yrkisskúlar Eg plagdi at fara einar tvær ferðir árliga til høvuðsstaðin Addis Abeba at keypa medisin og útgerð. Í Addis Abeba var nógv broytt, síðan eg kom higar fyrstu ferð. Stór nýmótans hús eru bygd nógva staðni í býnum. Enn var tó nógv fátækdømi at síggja, tá ið ein gekk eftir gøtunum. Kom ein eitt sindur burtur frá Addis Abeba vóru ikki stórar broytingar uttan vegirnir. Hesir eru í mongum støðum ein stóran mun betri enn fyri nøkrum árum síðani. Nýggir skúlar eru bygdir ymsa staðni, men enn er tó bert ein partur av ungdóminum, sum fær skúlagongd. I Vondo Genet, sum liggur nakað sunnanfyri Addis Abeba, hevur Luthersk Missionssamband búnaðarskúla. Ungir menn og dreingir verða sendir hagar frá teimum ymsu kristniboðsstøð­ unum til at læra. Teir komu so heim aftur til sínar bygdir at nýta sín lærdóm og at læra frá sær. Luthersku missiónirnar róku eisini ein studentaskúli sunnan­ fyri Addis Abeba. Nógvir leiðandi menn í Etopia hava í síni tíð fingið sína útbúgving her. Á hesum skúla høvdu vit einaferð árligu trúboðara­ stevnuna. Hattar var í januar 1962. Tá hevði eg Jóhannes og Her eru teir á veg heim úr kríggi Doris kemur til Etopia í 1971. Nú eru teir tveir føroyingar