mikudagur 3. september 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 168 • 03. sept. 2008
Jákup við mær. Teir vóru bert 3
mánaðir gamlir. Luttakaratalið
her sigur nakað um, hvussu
umfatandi og skiftandi norrøna
lutherska virksemið var í Etiopia.
Her kundu savnast um 200
trúboðarar.
Eina ferð var ein ógvusligur
ófriður í samband við Ogaden.
Hetta er eystasti landspartur
í Etiopia, har tað búgva nógvir
muslimar. Teir vildu sameinast
við muslimska Somalia við
valdsnýtslu.
Hetta varð mett at vera so
vandamikið, at konurnar við
børnum vórðu sendar heim eitt
tíðarskeið. Tá kom talið niður
á 40 á stevnunum. Nú man tað
liggja upp móti 100. Hetta er
eisini í tráð við royndirnar hjá
missiónsfeløgunum at fáa fólkið á
staðnum at yvirtaka størri og størri
part av arbeiðinum.
Tey sjúku verða latin
eftir
Eg fekk høvi til í eini feriu at fara
til Neghelli nakrar dagar. Tað var
her, eg steðgaði á í 1960, tá ið eg
kom til Konso á fyrsta sinni.
Á sjúkrahúsinum arbeiddu tá
ein norskur lækni, kona hansara,
og tríggjar norskar sjúkrasystrar
saman við fleiri etiopiskum med
arbeiðarum. Teir flestu sjúkling
arnir komu frá Borana, sum er ein
landspartur í Suður Etiopia.
Fólkið á hesum leiðum er fyri
ein stóran part nomadar, sum
flyta úr einum stað í annað við
neytafylgjum sínum. Tí er tað so
trupult at reka trúboðanarvirki
millum hetta fólk. Tá ið komið
verður aftur, eru tey flutt. Sum
rímiligt er kunnu tey ikki hava
rættilig hús. Tey seta nakrar steyr
ar niður í jørðina, har okkurt tilfar
verður spent millum fyri at verja
móti sólini.
Tá ið teir fara stað úr stað,
verða tey, sum eru ov ússalig at
ferðast, bert latin eftir við einum
bita, nakað av vatni og tann vissa
deyðan.
Teir hava ongantíð hoyrt um
kristindóm fyrr.
Ófriðurin á markinum millum
Etiopia og Somalia hevur eisini
ført til, at ránsmannalið hava
herjað og gjørt seg inn á fólkið
her. Meðan eg var í Neghelli, var
tað ein maður, sum lá á sjúkra
húsinum, sum fekk boð heimani
frá, at trý av hansara børnum vóru
dripin av ránsmonnum.
Gamalt hatur førir til
kríggj
Vit eru nú komin til september
1970. Eitt kvøld fór Jóhannes
læknin til Konso. Gisli Arnkelsson
kom eftir honum, av tí at tvær
bygdir vóru farnar í kríggj móti
hvørji aðrari, og nógvir vóru
særdir. Tað er gamalt hatur, sum
vaknar upp av og á. Vápnini tey
nýta eru spjót, sum tey royna at
renna í mótpartin. Tann, sum fer
undan hevur tapt, og hetta kann
vinnarin meta sum sigur. Aftaná
komu tey við teimum særdu til
støðina at fáa viðgerð.
Ganga 4-5 dagar fyri
at koma á sjúkrahús
Nú fór at líða væl til nýggja
sjúkradeildin her í Gidole varð
liðug. Vit hava lagt sjúklingar
inn á tvær av teimum størstu
stovunum, sjálvt um húsið ikki
er liðugt. Serliga komu nógv
fólk frá Borana økinum fyri
at fáa skurviðgerð fyri ymsar
sjúkur. Hesin landspartur liggur
eystanfyri okkum, og sjúklingarnir
hava ofta gingið 45 dagar higar.
Doris kemur út
Í 1971 fór eg aftur heim til Føroya
í farloyvi. Nú er hent tað, at Doris
Heinesen úr Klaksvík hevur fingið
missiónskall, og hon kemur til
Gidole at loysa meg av. Tá ið eg
kom aftur, virkaði hon fyrst í fleiri
støðum um avloysari, inntil hon
kom at arbeiða fast í Geresse.
Doris er fødd 1. apríl 1941
í Marstal, dóttir Esther og
Fischer Heinesen. Hon tók prógv
sum sjúkrasystir á Bispebjerg
Hospitali i 1964. Doris starvaðist
sum sjúkrasystir nøkur ár í Dan
mark og Føroyum. Hon tók eisini
jarðarmóðurútbúgving í Bretlandi,
áðrenn hon fór út.
Doris varð vígd til trúboðara
sunnudagin 25. apríl 1971 í Klaks
víkar Kirkju. Prestur ta ferðina var
Jacob Magnussen.
Teir, sum luttóku í vígslunu,
vóru Leif Rasmussen frá Luthersk
Missionsforening í Danmark,
Fischer Heinesen, pápi Doris, Dia
Rasmussen, Eliesar Jacobsen
og Hans Jacob Ellingsgaard.
Víglsan var framd av Åge Jensen,
sum var formaður í Luthersk
Missionsforening.
At enda talaði Doris sjálv frá
kórgáttini.
Noyddist at drekka gor
Komin út aftur í 1972 fór eg
til Gata. Hetta er langt eysturi
í landinum. Tískil kom eg úr
Gøtu til Gata, sum annars var
yrkaranavnið hjá beiggja mínum
Esmari. Her var eg bert tveir
mánaðir. Eg varð tá biðin um at
fara aftur til Konso vegna sjúku
hjá eini sjúkrasystir, íslendsku
Ingun Gisladóttir. Hon doyði
seinni av sjúkuni.
Demmese eitur ein drongur,
sum arbeiðir á klinikkini við
skráseting av tí, sum hendir her.
Vinstri fóturin á honum er krøktur,
so hann gongur bert á hælinum,
meðan tærnar peika upp eftir.
Hann hevur arr eftir einum stórum
sári, sum var atvoldin til hetta.
“Hvussu byrjaði hetta?” spyrji
eg Demmese.
“Eg varð bitin av einum eitur
ormi, tá ið eg var smádrongur.
Fyrst royndu tey ymisk heimaráð,
sum einki hjálptu. Síðan fóru tey
við mær til ein trøllmann. Hann
skar í húðina upp eftir legginum,
so at eg bløddi. Síðan drupu tey
eina geit og góvu mær gorið
at drekka. Eg noktaði, men har
hjálpti einki, eg varð noyddur
at drekka tað. Eg spýði, og eg
minnist, at alt mól fyri mær. Eftir
hetta var eg ógvuliga sjúkur, og
eg hoyrdi, at tey talaðu saman
um, at eg fór at doyggja.
Eg kom tó fyri meg aftur, og
tey bóru meg síðan higar til
klinikkina. Her var eg eina tíð,
til sárið var næstan reint. Tá
knappliga kom pápi eftir mær
eina náttina og tók meg heim.
Tað skuldi hann ikki havt gjørt, tí
tá var tað, at fóturin fór at kropna
upp eftir, sum hann er nú.
Tað kom ilt í sárið, og tað lekt
ist ikki. Tá ið tvey ár vóru farin,
komu tey aftur higar við mær,
men tá var einki at gera við fótin,
men sárið lektist. So fór eg at
ganga í skúla her á støðini og fór
at ganga ørindi og tílíkt.
Pápi var gallikja, trøllmaður.
Fólk komu við kaffi, seyði, geitum
og øðrum til hansara, sum hann
skuldi ofra til satan. Hetta varð
gjørt heima hjá okkum. Kaffi
varð kókað, meginparturin varð
stoyttur á moldgólvið, og restina
drukku tey sum vóru til staðar.
Lambið og geitin vóru síðan
dripin og blóðið rann í túnið
uttanfyri dyrnar. Nakað av
blóðinum smurdu tey á veggir
nar á smáttunum og upp á
durastavirnar. Kjøtið varð lutað
sundur. Ein ella tveir menn tóku
tann eina lutin og fóru út um
bygdina við honum til eitt stað,
sum eingin annar mátti vita um.
Hetta skuldi satan hava. Tað sum
var eftir av kjøtinum, var síðan
etið av teimum hjástøddu, meðan
tey ákallaðu satan. Tað merkiliga
er, at hetta eru fyriskiparnir, tó í
avlagaðum líki, sum minna nakað
um fyriskiparnir, sum greitt er frá
í Bíbliuni. Spurningurin er, um
Bíblian kann hava verið kend her í
fornari tíð.
Pápi mín var tá sum oftast
settur av illum anda og fell í
óvit. Eg minnist, at eg var altíð
ræðuliga bangin, og eg visti, at
hetta var ikki av tí góða. Tá ið
tað bar til, rýmdi eg frá húsum og
kom ikki heim aftur, fyrr enn alt
var yvirstaðið. Tá var pápi illur við
meg og segði, at eg átti at heiðra
Satan.
Mamma var eisini sera ágrýtin
í hesum. Tað var helst, tá ið onkur
var sjúkur, at hesar ofringar fóru
fram. Men einki hjálpti. Trý av
mínum systkjum og pápi doyðu
eftir einum ári. Mamman fór eins
og Demmese at ganga á møti, og
bæði gjørdust kristin.
Gamal og nýggjur klædnamóti. Aftanfyri sæst bygdin í Konso
Sjúklingar á klinikkini í Konso bíða eftir teirra tørni
Næstu ferð
Í komandi parti koma vit at greiða nærri frá hungursneyðini í 1974,
sum komu á forsíðurnar um allan heimin, og sum var beinleiðis
orsøkin til kollveltingina, sum gjørdist ein partur av heimssøguni