Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 169 - 4. september 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Sum nevnt í Sosi­al­ i­num fríggjadagi­n í sei­nastu vi­ku fór ongi­n at vi­nna Gekki­n tá, og tí er Gekkuri­n enn mi­nst líka áhugaverdur. Hesaferð er hann verdur hei­lar 600.000 krónur, men møgulei­ki­n at sleppa at snara hevur ongantíð veri­ð mi­nni­ enn í løtuni­ Eydnuspæl Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað kann sýnast løgi, at sagt verður at møguleikin at vinna ongantíð hevur ver­ ið minni, men orsøkin til hetta, er at tað er sera langt síðani, um nakrantíð, at so nógvir Gekkaseðlar hava verið seldir. So tað eru alsamt fleiri sum sita við røttu tølunum til fulla plátu, og tí gerst kappingin til tele­ fonina alsamt harðari. Nýtið antennuna Ofta hava fólk tosað um at tað bert eru fólk uttanfyri miðstaðarøkið, ið sleppa ígjøgnum, og fleiri frá­ greiðingar eru til hetta. ­ Vit hava fyrr gjørt kann­ ingar um hvør tað er, sum spælir Gekk. Tað vísti seg rættiliga skjótt, at í mun til fólkatalið, eru tað sera fá í Havnini, ið spæla Gekk. Harafturímóti eru tað sera nógv í Suðuroynni og í Norðoyggjum, sum spæla. Eitt annað, sum kann ávirka, er at nógv í Havn nýta Televarpið, og tað er ofta upp til trý sekund seinni enn sambandið gjøgn­ um vanligu antennuna, og tað gevur hinum betri for­ treytir, fortelur Jens A. Sim­ onsen, ið hevur høvuðs­ ábyrgdina av Gekkinum. Vinnararnir funnir Jens A. Simonsen greiðir frá, at Gekkatølini verða drigin í Danmark, áðrenn Gekkurin byrjar fríggja­ kvøld, so kontrolnumrini á Gekkunum, sum kunnu vinna eru klár áðrenn send­ ingin nakrantíð byrjar. Samstundis eru tað fleiri Gekkar, sum eru líka. Tað vil siga, at bert 2000 ym­ iskar plátur eru, og 12.000 ymiskar samansetingar av teimum. ­ Tað er ofta so, at fleiri hava røttu plátuna til at sleppa at snara hjólinum, og tað er orsøkin til, at mann má vera skjótur við telefonini, og aftaná vinn­ andi talið er komið, koma ofta eini seks tøl áðrenn tøl­ ini verða steðgaði. Tað hev­ ur við sær, at nógv fáa fulla plátu, men í veruleikanum ongan møguleika hava at koma ígjøgnum. Men tað kemur meira enn so fyri, at ongin ringir, ið hevur ein Gekk, sum vinnur á fyrst møguliga talinum, sigur Jens A. Simonsen. Byrjar ikki á 200.000 Nógv hava tosað um, at ov lítið verður goldið út av samlaðu inntøkuni hjá Gekkinum, har 40 prosent av vinninginum skulu út aftur til Gekkaspælararnar. ­ Tað eru 40 prosent av nettovinninginum, sum skulu útaftur til spælararnar, so tað er aftaná alt, lønir, prent av seðlum og so fram­ vegis. Men tað er ongin loyna, at vit í løtuni hava størri vinning enn vanligt. Hvat verður gjørt við hetta veit eg ikki heilt, men vit byrja ikki við til dømis 200.000 krónum, tá hesin er vunnin, tí so verður tor­ ført at byrja aftur við 50.000 krónum. Harafturímóti kundi hugsast at Gekkurin fer at vaksa skjótari, ella at vit gera onkrar eykavinning­ ar, áðrenn árið er liðið, fyri at fáa tølini at passa. Gekkahjólið Í seinastu viku greiddi Petr­ ina Berg frá, hon er ein av vertunum, at Gekkahjólið bert verður stýrt umvegis telefonina. Nú hevur Jens A. Simon­ sen eina meira umfatandi frágreiðing um hjólið. ­ Hjólið verður stýrt bein­ leiðis gjøgnum telefonina. Tá tað er farið í gongd mel­ ur tað skjótari og skjótar, hóast ferðøkingin gerst minni og minni. Hetta verð­ ur gjørt, so tað ikki er so lætt at rokna út hvar hjólið endar. Viðvíkjandi nálini kann eg siga, at tað er ein vanligur kambur, har tindar­ nir eru tiknir av. Kamburin verður skiftur umleið ann­ aðhvørt ár, útgreinar Jens A. Simonsen. Onki óvanligt Seinast Gekkurin varð umtalaður í Sosialinum, greiddi Petur Zachariassen frá, at møguleikin at Gekk­ urin ikki varð vunnin í 24 vikur, er umleið 4,7 prosent. Nú hevur hann hugt meira at tølunum yvir vunnar Gekkar, síðani hjólið fekk sítt núverandi skap. Tølini eru útvegaði frá Kringvarp­ inum og ganga heilt aftur til februar 2005, tað vil siga 182 vikur. Sambært tølunum hjá Peturi Zachariassen, sum eisini sæst á stabbamyndini eru sera smá frávik frá tí, sum er væntandi. Og minn­ ast má altíð til at í hvørjum einstøkum føri, kunnu hag­ tøl í veruleikanum ikki siga so øgiliga nógv, men heldur eru nakað, sum yvir tíð vísir seg. Petur Zachariassen leggur dent á, at alt vísir seg at vera púra tilvildarligt, og at ávirkanin hjá fólkið á hjólið, ikki sær út til at hava ávirkan á talið av vunnum Gekkum. Til stuttleika kann nevn­ ast at møguleikin fyri, at Gekkurin heldur ikki verður vunnin í morgin, er umleið 4,1 prosent í mun til 4,7 prosent seinast. So sigast kann, at møgu­ leikin at sleppa at snara er minni enn nakrantíð, men sleppur tú ígjøgnum, gerst møguleikin til ikki at vinna, minni og minni hvørja viku. Men tann einkulti hevur altíð 12 prosents møguleika, tá viðkomandi er komin í gjøgnum. Møguleikin er altíð 12 prosent Petur Zachariassen, hagfrøðingur, hevur kortlagt Gekkavinnarnar seinastu árini. Úrslitið er, at tilvildin ræður Hóast møguleikin at hjólið ikki endar á Gekk­ inum í morgin er 4,1 prosent, er møguleikin hjá tí, sum ringir inn altíð 12 prosent