Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 4. september 2008 3 Fólkaheilsurenningin er fyri øll Kom við: Í vikuskiftinum verður Fólkaheilsurenning. Øll, ung sum gomul, eru vælkomin at luttaka og longu nú hava nógv fólk meldað seg til renningina, sum verður í Klaksvík leygardagin og í Havn sunnudagin. Runnið og gingið verður á tveimum teinum. Annar teinurin er 5 kilometrar og hin er 2 kilometrar. Allir luttakarar fáa frukt og okkurt leskiligt at drekka. Eisini fáa luttakararnir endurskinsvest við prenti á til minnis um dagin. Tilmelding Tilmelding til renningina í Klaksvík fer fram á www.renn.fo. Freistin at melda seg til er fríggjakvøldið klokkan 22.00 ella við startin klokkan 13.45 leygardagin. Í Havn er eisini møguleiki fyri at melda seg til á Torginum í SMS frá hósdegi til leygardag, umframt á www.renn.fo. Startnummar og endurskinsvestur Tórshavn: Startnummar og endurskinsvestur heintast á Torginum áðrenn leygardagin kl. 16.00 ella 1 tíma innan startin. Klaksvík: Startnummar og endurskinsvestur heintast millum 13.00 og 13.45 í Badmintonhøllini. Luttøkugjaldið, sum fer óskert til feløgini, er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn og skal gjaldast tá startnummar verður avheintað. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um ymsar vinningar. Sí annars www.renn.fo fyri nærri kunning. Leygardagin 6. september (byrjar við Badmintonhøllina) Tilmelding og útflýggjan av startnummur og endurskinsvestum Felags upphiting og stutt kunning um rutuna Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti, setur renningina Lutakast Sunnudagin 7. september (byrjar við SMS) Tilmelding og útflýggjan av startnummur og endurskinsvestum Heðin Mortensen ber fram stutta heilsan Felags upphiting og stutt kunning um rutuna Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setur renningina Lutakast 12:00 12:45 12:50 13:00 14:30 13:00 13:50 14:00 15:30 Klaksvík Tórshavn Almanna- og Heilsumálaráðið sansir.fo