hósdagur 4. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 169 - 4. september 2008
Fleiri mugu útbúgva seg
Grønlendska landsstýrið skipar fyri einari ráðstevnu um tað grønlendska
útbúgvingarverkið. Tá ráðstevnan bleiv sett í gjár, segði landsstýris
maðurin í vinnu og arbeiðsmarknaðarmálum, Siverth K. Heilmann, tey
nýggju vinnugreinarnar, sum fara at menna seg í Grønlandi tey næstu
árini innan eitt nú olju og aluminiumsvinnuna, geva góðar vónir um
framtíðina, men at grønlendingar munu taka avbjóðingina og nema sær
tann neyðuga kunnleikan, tí annars verður tað útlendsk arbeiðsmegi, sum
fer við arbeiðsplássunum. Hagtøl í Grønlandi vísa, at alt fleiri velja at
útbúgva seg, men at vantandi bústaðartilboð til fólk í útbúgving er ein
trupulleiki. Tað ásnanaði landsstýrismaðurin eisini, sigur KNR.
Nógvar byggiverk
ætlanir eru í gongd
í Havn fyri tíðina,
og ein av teimum er
byggiverkætlanin
í Heygsbyrgi, sum
H2M stendur
fyri. – Fyrstu fam
iljurnar kunnu
flyta inn til jólar,
sigur Havgrímur
Johannesen, eigari
av Platform, sum
stendur fyri sølu og
umsiting
Bygging
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað gongur skjótt við byggi
verkætlanini í Heygsbyrgi,
sum H2M stendur fyri. Teir
byrjaðu at seta upp í mai,
og gongur sum ætlað, verð
ur klárt hjá teimum fyrstu
familjunum at flyta inn til
jólar. Talan er um saman
bygd sethús, sum tó eru
sjálvstøðugar eindir. Tey
verða bygd soleiðs, at mill
um tvey og fimm hús eru í
hvørjari lon, og lonirnar
standa kring eitt stórt øki,
sum er ætlað til felagsøki,
har tað verður spælipláss
og felagshús, og kring hvørt
húsið eru parkeringspláss,
hjallur og sólkrókur.
Stórur áhugi
Nógv fólk leita eftir húsum
í miðstaðarøkinum, og eftir
øllum at døma er áhugin
fyri húsunum í hesari byggi
verkætlanini sera stórur.
Av teimum 11 húsunum í
fyrsta byggistigi, eru sjey ella
átta hús seld, og afturat tí eru
nøkur av húsunum í seinna
byggistigi, sum fer í gongd í
mai næsta ár, eisini seld, sigur
Havgrímur Johannesen, sum
stendur fyri sølu og umsiting
av verkætlanini.
Men
samstundis
sum
áhugin er sera stórur, vísir
tað seg at vera sera trupult
hjá familjum at fáa fígging
til at keypa hesi húsini. Og
hetta er nakað, Havgrímur
Johannesen, hevur ilt við at
skilja.
Tað vísir seg at vera sera
trupult hjá fleiri familjum at
fáa fígging til at keypa hesi
húsini, sum kosta millum 1,9
og 2,6 milliónir, men sam
stundis vísir tað seg at bera
til hjá familjunum at fáa fígg
ing til at keypa eini eldri hús
fyri nakrar fáar hundratúsind
minni, men sum kanska
krevja ábøtur fyri somu
hundratúsind innan fá ár.
Hetta er nakað, sum eg havi
ilt við at skilja, greiðir Hav
grímur Johannesen frá.
Tilvitaðir um
byggifusk
Seinastu tíðina hevur nógv
verið skrivað í bløðunum
um byggifusk, blámusopp,
fukt og lekar í nógvum at
teimum stóru byggiverkætl
anunum, sum eru gjørdar
seinastu fáu árini.
Hetta er nakað, ið H2M
eru sera tilvitaðir um, og
hava teir tí valt at taka neyð
ugu fyrivarnini.
Vit hava fingið tveir
óheftar verkfrøðingar at
gera støðulýsing av verkætl
anini, og teir vísa beinan
vegin á møguligar trupul
leikar, sum kundu stungið
seg upp, og so laga vit okk
um eftir teirra tilráðingum.
Sjálvandi lærur tú eisini av
teimum feilum, sum hava
verið gjørdir aðrastaðni, og
so hava vit valt taka neyð
ugu stigini til tess at forða
fyri hesum, leggur Havgrím
ur Johannesen dent á.
Sum nakað nýtt, og sum
ikki hevur verið roynt í Før
oyum áður, hava teir gjørt
eitt demohús, sum er full
komiliga liðugt og lutvíst
møblerað, har fólk so sjálvi
kunnu koma og hyggja eftir
handverkinum og gera sær
egnar tankar um hvat gólv
skal leggjast á og hvussu
húsið skal vera annars.
Vit hava valt at leggja
dent á góðsku og at keyparin
fær gleði av húsunum. Tí
kunnu tey koma inn her og
síggja húsini og teir hent
leikar, ið eru í húsunum.
Soleiðs kunnu tey eisini
føla seg tryggari við, hvat
tað er, sum tey fáa fyri peng
arnar, greiðir Havgrímur
Johannesen dent á.
Felagshús og
felagsøki
Afturat sethúsunum, sum
liggja í lonum kring eitt
stórt fríøki, verður eisini
eitt felagshús. Hæddarmun
urin millum ovara og niðara
vegin er umleið tríggjar
metrar, og ætlanin er so at
framsíðan á felagshúsinum
skal venda omaneftir, og at
omaná felagshúsinum verð
ur spælipláss og fríøki. Fel
agshúsið koma tey, ið keypa
hús á staðnum, at eiga.
Tá tú keypir eini hús frá
okkum, so keypir tú sam
stundis 1/32 part av felags
húsinum, og hetta kann so
nýtast til mangt og hvat, tað
verði seg bindiklubbar, føð
ingardagar, sveinagildi ella
okkurt heilt annað, vísir
Havgrímur Johannesen á.
Samstundis liggja húsini
allan vegin kring fríøkið,
og hetta merkir at tað verður
lívd á hesum økinum, og
samstundis hava foreldur
møguleika at halda eitt
vakið eyga við smábørnini.
Tískil má sigast, at hetta
er ein spennandi byggiverk
ætlan, ið frábregður nakað
frá
teimum
siðabundnu
byggiverkætlanunum.
Havgrímur Johannesen, eigari av Platform, stendur fyri sølu og
umsiting av byggiverkætlanini í Heygsbyrgi
Demohúsið er liðugtgjørt og møblerað, soleiðs at kundarnir
síggja, hvat teir keypa
Klárt at
flyta inn
til jólar