Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 169 - 4. september 2008 Politikarar ov nógva pensjón Í seinastuni hevur kjak tikið seg upp í Noregi, tí tað er komið fram, at fleiri fyrrverandi politikarar hava ilt við at halda ásetingarnar í reglunum um, nær og hvussu nógva pensjón teir hava rætt til. Sambært reglunum færr ein fyrrverandi stórtingslimur pensjón, men bara um ársinntøkan hjá viðkomandi er minni enn 359.000 norskar krónur. Nú er komið fram, at fyrrverandi forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland hevur fingið stórtingspensjón, hóast hon tjenti væl meiri enn tað ásetta markið. Sambært blaðnum VG er Gro ikki einsamøll. Ein annar fyrrverandi forsætisráðharri, Kjell Magne Bondevik, skal eisini hava fingið penstjón, sjálvt um hann tjenti meiri enn mestamarkið. Blaðmaður standa skúlarætt Italski blaðmaðurin Franco Brevini, sum arbeiðir hjá tí størsta blaðnum í Italia, Corriere della Sera, hevur fingið eina heldur sjáldsama innbjóðing. Hann er boðin at vitja grønlendska býin Tasiilaq. Tað er býráðið, sum hevur sent honum innbjóðingina, tí býráðslimirnir vilja fegnir tosa við blaðmannin um nakrar greinar, sum hevur skrivað um fólkið í Eysturgrønlandi, og sum sambært býráðnum í Tasiilaq eru alt annað enn jaligar. Harafturímóti rósar blaðið einasta italiumenninum, sum býr í Tasiilaq, men hann sigur seg ikki vera keldan til greinarnar. Tí vil býráðið nú hava orð á blaðmannin sjálvan. Spurningurin er so bara, um blaðmaðurin kemur. Nýggja útlendinga­ lógin hevur virkað í tveir mánaðir og men enn eru ikki nógvir útlendingar komnir til Føroyar Útlendingalógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú eru tveir mánaðir síðani, at nýggja útlendingalógin kom í gildið, sum ger tað munandi lættari hjá arbeiðs­ gevarum at fáa ES­borgarar til Føroyar at arbeiða. Men enn sær ikki út til at tað stóra er hent á økinum. Á nýstovnaðu útlendinga­ stovuni siga tey, at skipanin er so nýggj, at enn má hon sigast at verða undir upp­ bygging. Tí hava tey enn ongi tøl fyri, hvussu nógvir útlend­ ingar eru komnir higar eftir hesi nýggju skipanini. Skipanin er soleiðis, at føroyskir arbeiðsgevarar kunnu søkja danska donsku útlendingatænastuna um eina almenna góðkenning og fáa teir hana, kunnu teir frítt fáa ES borgarar til Før­ oyar at arbeiða, bara teir boða frá hvørja ferð, teir fáa útlendingar hendavegin og, hvussu leingi teir skulu vera her. Men tey fáa í mesta lagi loyvi at vera her í eitt ár ísenn. Treytin er, at útlendingar­ nir arbeiða eftir føroyskum sáttmálum og teir skulu hava trygd fyri minst 30 tíma arbeiðsviku. Hetta er fyri at gera tað nógv skjótari og smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya. Útlendingastovan sigur, at tey hava fingið upplýst frá donsku útlendingatæn­ astuni, at í farnu viku høvdu 20 føroyskir arbeiðsgevarar søkt um almenna góðkenn­ ing at fáa útlendingar úr ES­londum higar at arbeiða. Higartil eru 14 umsóknir játtaðar og hinar seks eru undir viðgerð. Men hetta sigur sum so onki um, hvussu nógvir útlendingar eru komnir hendavegin, tí tey tølini hevur útlendingastovan ikki fingið enn Fakfeløgini siga, at teim­ um vitandi eru ikki nógvir útlendingar komnir til Føroyar eftir hesi lógini. Men mett verður, at ein orsøk til tað er, at skipanin so nýggj og hartil hevur hásummar verið og tá hevur ikki heilt so nógv arbeiðið verið, tí alt er ávirkað av summarfrítíðini. 20 arbeiðsgevarar søkt um góðkenning til útlendingar Næsta ár ætlar sam­ gongan at gera lívið lættari hjá pensjón­ istum og lágløntum, men tað er ógvuliga ivasamt um oljuav­ gjaldið verður tikið av Fíggjarlógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Næsta ár skulu pensjónistar og tey lágløntu í Føroyum hava eina skattalætta sum munar. Tað hevur samgongan avtalað, nú hon av álvara er farin undir arbeiðið at leggja fíggjarlógina fyri næsta ár til rættis. Karsten Hansen, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum, sigur við Sosialin, at enn er alt ov tíðliga at siga nakað um, hvussu fíggjarlógin fer at síggja út. Enn hevur samgongan ikki fingið feskar inntøku­ metingar fyri næsta ár og samstundis hevur samgong­ an heldur ikki avtalað, hvussu raðfestingarnar skulu gerast. Tí ber heldur ikki til at seta eitt yvirskipað mál fyri avlopi ella halli á fíggjar­ lógini, fyri íløgum og rakstr­ arútreiðslunum. Í sambandi við fíggjarlóg­ ina fyri næsta ár hevur nógv verið tosað um korini hjá pensjónistum og lágløntum, nú matur, olja og aðrar vør­ ur og tænastur eru so nógv dýrkaðar. Ikki minst hevur verið tos­ að um illa lýdda oljuavgjald­ ið og tað eru fleiri politikar­ ar, sum hava róð framundir, at tað skal avtakast ella í minsta lagi, skerjast mun­ andi fyri at lætta um hjá teimum lágløntu og serliga hjá pensjónistunum. Men tað skilst á Karsten Hansen, at tað er ivingar­ samt um oljuavgjaldið verð­ ur tikið av. Oljuavgjaldið gevur lands­ kassanum eina inntøku upp á 80 milliónir um árið og missir landskassin ta upp­ hæddina, skulu vit antin spara 80 milliónir, ella skulu vit taka peningin inn onkra aðrastaðni frá. ­ Eg fari at lurta eftir sjón­ armiðjunum hjá teimum, sum vilja avtaka oljuav­ gjaldið fyri at vita, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til ta mistu inntøkuna, tí samstundis eru krøvini stór til betri skúlar, heilsuverk og almennar tænastur, sigur Karsten Hansen. 140 milliónir í lætta Men verður oljuavgjaldið ikki avtikið, merkir tað kort­ ini ikki, at ætlanin er bara at lata standa til. ­ Vit hava avtalað at avtaka bæði kringvarps­ gjaldið og gjaldið til sjúkra­ kassan og at leggja tey gjøldini beinleiðis undir vanliga skattin ístaðin, sigur Karsten Hansen. Hann heldur, at tað er ein sera effektivur máti at lætta um hjá pensjónistum og lág­ løntum upp á. Kringvarpsgjaldið er til­ samans einar 40­50 milli­ ónir um árið og sjúkrakassin er slakar 90 milliónir um árið, so tilsamans er talan um einar 130­140 milliónir, sum føroyingar skulu gjalda minni í beinleiðis avgjøldum næsta ár. ­ Tað er ein skattalætti sum munar, serliga hjá pen­ sjónistum og teimum lág­ løntu, tí hjá teimum er kringvarpsgjaldið og sjúkra­ kassin ein byrða. Karsten Hansen sigur, at nú skal roknast út, hvussu kringvarpsgjaldið og sjúkra­ kassin kann roknast upp í skattin, so at sama upphædd kemur innaftur. ­ Men tað verður eftir eini skipan, har tey lágløntu betala nógv minst og so hækkar gjaldið, alt eftir sum inntøkan hækkar. Verða hesi gjøldini løgd undir skattin, kann tað lætt­ liga merkja ein lætta til pen­ sjónistar og láglønt upp á einar 3000 ­ 4000 krónur um árið. Ein annar spurningur, sum hevur verið til umrøðu, er nógv umrøddi frádrátturin til fiskimenn. Nakað síðani sendi Tór­ bjørn Jacobsen, landsstýris­ maður í tilfeingismálum út tíðindaskriv frá samgong­ uni, har hann staðfesti, at fiskivinnan skal klára seg uttan nakað sum helst slag av stuðuli yvirhøvur. Aftan á staðfesti lands­ stýrismaðurin, at hetta eisini umfataði fiskimanna­ frádrátturin og at hann sostatt skuldi avtakast. Men hetta er Karsten Han­ sen ikki sinnaður at tosa um beint nú. ­ Eg havi so ikki sent nak­ að tíðindaskriv út og spurn­ ingurin um frádráttin til fiskimenn er ikki viðgjørd­ ur, men tað er ein spurning­ ur, sum løgtingið avgerð. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur hann eina meining um frádráttin, men hana heldur hann fyri seg sjálvan enn, tí hann er ikki sinnaður at fara í eitt kjak um hetta beint nú. 140 milliónir í skattalætta til pensjónistar og láglønt Næsta ár sleppa allir føroyingar undan avgjøldum, sum eru ógvuliga tyngjandi fyri pensónistar og láglønt