Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 169 - 4. september 2008 Stutt Sagt Løgreglu­ menn vóru drápsmenn Tveir ísraelskir løgreglu­ menn eru funnir sekir í drápi, tá teir arbeiddu sum eftirlitsmenn á Vestara Áar­ bakka í 2002, og teir kunnu nú vænta at fáa upp í 20 ára fongsul, skrivar AP. Shachar Botbeka og Denis Alhazova arbeiddu í býnum Hebron á Vestara Áarbakka í 2002, og sam­ an við tveimum starvs­ feløgum fóru teir herjandi ígjøgnum býin ein dagin í mars tað árið. Millum ann­ að tveittu teir táragassgran­ atir eftir fólki í gøtunum, og fýra tilvildarligir pal­ estinskir menn vórðu tikn­ ir inn í ísraelska hernaðar­ bílin og bukaðir. Tveir av teimum palestinsku monn­ unum blivu tveittir úr bilin­ um, meðan hann koyrdi við nógvari ferð, og annar fekk so stóran skaða í høvdið, at hann doyði. Tað vísti seg, at teir ísra­ elsku løgreglumenninir høvdu tikið allan tilburðin upp á sjónband, og tí tók tað ikki rættinum so langa tíð at døma Shachar Bot­ beka og Denis Alhazova sekar. Nú bíða teir so eftir, hvør revsingin verður, skrivar AP. Spanskur gest­ ur í Íslandi Spanski uttanríkisráðharr­ in, Miguel Angel Morati­ nos, er í hesum døgum á almennari vitjan í Íslandi, har hann er gestur hjá íslendska uttanríkisráð­ harranum, Ingibjörg Sólr­ ún Gísladóttir. Umframt uttanríkisráðharran skal Moratinos hitta aðrar íslendskar politikarar. Miguel Angel Moratinos hevur verið spanskur uttanríkisráðharri í góð fýra ár, síðani flokkur hans­ ara, Sosialistaflokkurin, vann tjóðartingsvalið og stjórnarvaldið í 2004. Á val­ inum í vár fekk flokkurin 44 prosent av atkvøðunum. Tað tryggjaði stjórnini at verða sitandi, og uttanríkis­ ráðharrin er tann sami sum undan valinum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Hetta er Amerika. Møguleikans dyr standa opnar fyri øllum kvinnum, sum vilja hava møguleikan Sarah Palin útlond Hóast hon ikki hevur tær nógvu royndirnar, legði Sarah Palin ikki fingrarnar ímillum, tá hon helt sína fyrstu røðu sum varaforsetaevni ­ Tað er mær ein heiður at taka av áheitan tykkara um at tilnevna meg varaforseta­ evni, segði Sarah Palin, tá hon fór undir tað, sum polit­ iskir eygleiðarar tulkaðu sum ta týdningarmestu røð­ una, sum hon nakrantíð hev­ ur hildið og kanska fer at halda. Eftir fagnaðinum undir og aftan á røðuna at døma er lítil ivi um, at sjálvt tey ivingarsomu á uppstill­ ingarfundinum høvdu góð­ tikið hana. Spurningurin er so, um veljararnir hava somu hugsan. Fyri bara nøkrum fáum døgum síðani vóru tað tey fáu, sum høvdu hoyrt navn hennara, og tað kom eisini púra óvart á teir flestu eyg­ leiðararnar, at John McCain valdi hana til sítt varafor­ setaevni. Men summir eyg­ leiðarar siga, at hetta er bara enn eitt dømi um, at McCain gongur sínar egnu leiðir og tekur tær avgerðir, sum hann heldur vera tær bestu. Sarah Palin gjørdi eisini sítt besta í nátt fyri at liva upp til álitið, og hóast hetta var hennara fyrsta veruliga røða, brúkti hon hana til at søkja at mótpartinum. Eitt nú vildi hon vera við, at Barrack Obama hevur drig­ ið orðið „broyting“ inn í valstríðið við tí fyri eyga at fáa persónligan ágóða burt­ urúr. ­ Sjálv eri eg ikki í iva um, hvørjar møguleikar amerikanararnir hava hesa­ ferð. Í politikki eru tað val­ evni, sum brúka broyting til at fremja egna lívsleið, og so eru tað tey, sum brúka sína lívsleið til at fremja broyting, segði Sarah Palin og varð stórliga fagnað. Tað var eisini týðiligt, at hon royndi at dyrgja eftir teimum kvinnuligu veljar­ unum. ­ Hetta er Amerika, og all­ ar dyr standa opnar fyri øll­ um kvinnum, segði hon. Sarah Palin er guvernørur í oljustatinum Alaska, og í røðuni nam hon eisini við tann orkupolitikk, sum ein stjórn undir McCain fer at reka. Hon segði, at USA hevur nóghva olju, og at ein komandi republikonsk stjórn fer at dúva upp á amerikanska orku og amer­ ikanskt uppfinningarsnildi. Ike fór í luftina Eftir bara fáum tím­ um mentist tropiski stormurin Ike til eina av teimum harðastu ódnunum Teir seinastu dagarnar hevur tropiski stormurin Ike ferðast tvørtur um Atlantshavið, men í nátt sprongdist hann, sum veðurmenninir kalla tað. Eftir seks tímum mentist Ike frá stormi til eina tropiska ódn í flokki 4. Harvið er Ike tann fimta tropiska ódnin í ár og tann triðja, sum hevur verið harðaði enn í 3. flokki. Í morgun var vindferð­ in í Ike umleið 60 metrar um sekundið og í hvirlun­ um upp í einar 70 metrar um sekundið. Veðurmenn­ inir siga, at teir næstu dagarnar fer Ike inn yvir Karibia, og at haðani fer hon helst ímóti Florida. Tað ger góðan mun í bardaganum ímóti rúsevnum, at matvørurnar eru vorðnar so dýrar Meðan brúkarar um allan heim kæra seg um, at mat­ urin er dýrkaður so nógv, feg­ nast ST­sendimaðurin í Afgh­ anistan, Antonio Maria Costa, um gongdina, tí tað ger tað lættari hjá ST og NATO at fáa bøndurnar í Afghanistan at dyrka grøn­ meti og annað til matna held­ ur enn rúsevnisplantuna opi­ um. Í einari nýggjari frágreið­ ing um støðuna skrivar Ant­ onio Maria Costa, at teir afghonsku bøndurnir brúka næstan 20 prosent minni lendi til at dyrka opium, enn teir gjørdu um hesa tíð­ ina í fjør. Í 18 landslutum hevur tað eydnast at fáa bøndurnar at fara frá opium til at dyrka grønmeti og ymsar matvørur. ST, NATO og teir afgh­ onsku myndugleikarnir hava tey seinastu árini roynt at fáa bøndurnar at dyrka annað heldur enn opium, sum fer til at gera rúsevnið heroin. Hetta hevur verið eitt torført stríð, tí bøndurnir hava fingið nógv meiri burturúr at dyrka opium heldur enn grønmeti og slíkt. Men nú matvøru­ prísurin er hækkaður nógv á altjóða marknaðinum, er munurin minkaður nógv, og tí velja altsamt fleiri bøndur at leggja um, skrivar Antonio Maria Costa. Men hóast tað gongur tann rætta vegin, verða framvegis 157.000 hektarar av afgh­ onskum lendi brúktir til at dyrka opium. Tað er umleið 30 prosent minni enn í fjør, og tað er serliga har suðuri í landinum, at nógvir bøndur framvegis dyrka opium. Høgi matvøruprísurin kemur væl við Góði mat- vøruprís- urin fær nógvar afghanskar bøndur at leggja um frá opium til grønmeti og annað Mynd: Polfoto Sarah Palin góðkend Sarah Palin á røðarapallinum í Minneapolis í nátt Mynd: Polfoto Ísraelskir her- menn í gøtunum í Hebron á Vestara Áar- bakka Mynd: Polfoto