hósdagur 4. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 169 - 4. september 2008
Ein av teimum
mongu, sum flýggjaði
undan ódnini
Gustav, var Mari Ann
Roberson, sum býr
í New Orleans, og
saman við tveimum
millónum øðrum
býarbúgvum valdi
hon at rýma úr býn
um, tá borgarstjórin
gav boð um hetta
ÓDNARVEÐUR
Leo Poulsen, Sosialurin
leo@sosialurin.fo
Kári Mikkelsen, Rás2
karim@sosialurin.fo
Ann Mari Roberson hevur
seinastu 14 árini búð í New
Orleans saman við familju
síni. Sunnudagin valdi hon
og maðurin at rýma undan
ódnini Gustav saman við
báðum gentum teirra, fýra
og eitt ára gamlar.
- Vit høvdu tosað nógv
aftur og fram um vit skuldu
fara ella ikki, og høvdu
faktisk gjørt av ikki at fara,
tí vit roknaðu við, at ódnin
ikki fór at verða so hørð.
Men so gav borgarstjórin
boð um, at øll skuldu rýma,
og so máttu vit bara fara,
sigur Mari Ann Roberson.
Tað gekk so allur leygar-
dagurin við at rigga til. Tey
settu upp fyri vindeyguni,
pakkaðu og gjørdu seg
annars til reiðar at rýma úr
heimi teirra. Tey fóru so
avstað sunnumorgun, og
leiðin fekk til Florida.
- Vit plagdu annars altíð
at fara upp til Memphis, tá
vit evakueraðu, og tað er
ein koyritúrur upp á seks
tímar. Hertil, sum vit eru í
Pensacola í Florida, tekur
koyritúrurin vanliga fýra
tímar, men hjá okkum tók
hann átta, orsakað av nógvu
ferðsluni. Tað er kortini
nærri við, og so kunnu
børnini eisini hugna sær á
strondini, sigur Mari Ann
Roberson.
Evakueringinn
byrjaði
longu hósdagin, so tá fam-
iljan Roberson fór heiman
ífrá sunnudagin, sóu tey so
at siga ongar bilar.
- Tey, sum skuldu hava
hjálp, blivu longu evakuerað
hósdagin; gomul og sjúk og
illa gongd. Síðani kundu
tey, sum ikki høvdu bil,
ringja til eitt nummar hjá
kommununi, og kundu tey
sleppa við bussum út úr
býnum, sigur Mari Ann
Roberson.
Hetta fór fram allan
fríggjadagin og leygardagin
eisini, og fólk við egnum
bili byrjaðu so at rýma úr
býnum leygardagin.
Bíða eftir
streyminum
- Privatfólk byrjaðu longu
at fara fríggjadagin, tí
mánadagurin var almennur
frídagur, so fleiri høvdu
longu ætlanir um at fara úr
býnum kortini. So tá vit
fóru avstað sunnudagin,
sóu vit ongar bilar – uttan
løgreglubilar og National
Guard. So tað gekk fínt at
koyra, til vit vóru komin
ein tíma út um New Orleans,
tá rendu vit okkum í nógva
ferðslu, sigur Mari Ann
Roberson.
Tey vóru enn í gjár stødd
í Pensacola, og vistu tí einki
um, hvussu standurin var í
húsunum, sum tey venda
aftur til í dag.
- Nei, vit vita einki um,
hvussu støðan er í húsunum.
Men hesaferð liggja húsini
oman fyri havyvirflatuna,
og tað hevur ikki verið nøk-
ur vatnflóð í okkara granna-
lagi, so er nakað hent, er
tað ein trægrein móti einum
vindeygað ella á takið. Ann-
að skuldi ikki verið hent,
sigur Mari Ann Roberson.
Streymurin er farin um
allan býin, men hann er
komin aftur onkunstaðni.
Tó ikki í grannalagnum hjá
Mari Ann Roberson, og
áðrenn tað hendir, fara tey
ikki aftur til New Orleans.
- Hitin liggur um 30
gradir, so tað er ikki serliga
stuttligt at vera har við
ongari air-condition. So vit
hugna okkum bara her, til
streymurin kemur aftur,
sigur Mari Ann Roberson.
Partvís endurbygdur
Fyri trimum árum síðani
herjaði ódnin Kathrina við
deyðiligum fylgjum, tá 80
prosent av býnum fekk
skaða, og fleiri enn 1500
fólk lótu lív.
- Tað var nakað heilt
annað. Húsini, sum vit
høvdu tá, lógu undir hav-
yvirflatuni. Har fingu vit
eina vatnflóð, sum stóð
tveir metrar upp í húsinum,
so tey fóru heilt. Og tað
gingu tríggjar vikur, áðrenn
vit sluppu inn aftur í býin
bara at hyggja eftir húsun-
um, hvussu tað stóð til,
sigur Mari Ann Roberson.
Ta ferðina fluttu tey til
Houston, og har vórðu tey
verandi í eitt ár. Og tey vóru
ikki á einum máli um, hvørt
tey skuldu flyta aftur til
New Orleans ella ikki. Hon
segði ja, maðurin nei. Men
hví flyta aftur til ein bý,
sum er so útsettur fyri
ódnum?
- Eg veit ikki. Býr tú í
Kalifornia, so skal tú hugsa
um jarðskjálvtar, býr tú
longur norðuri, skal tú
hugsa um tornadoir, so tað
er allastaðni okkurt. Men
tað var so eitt, vit hugsaðu
um, tá vit skuldu hava nýggj
hús, og tað var, at tað skuldi
vera yvir havyvirflatuni,
sigur Mari Ann Roberson.
Nógv vildu verða við, at
Kathrina meiri ella minni
legði býin í oyðu, og at
hann ongantíð gjørdist hin
sami aftur, men so er tað
kortini ikki heilt.
- Teir partar av býnum,
har ferðafólk vitja, Franska
Kvarterið,
The
Garden
District Uptown, sær alt
júst tað sama út, sum tað
gjørdi áðrenn. Men so eru
tað aðrir býarpartar, sum
The Lower Minds World,
har er lítið og einki bygt
upp aftur, sigur Mari Ann
Roberson.
Hava lært av
Kathrina
Men útlitini fyri hesari
nýggju ódnini vógu grimari
enn tá Kathrina herjaði, tí
spátt var, at hon kundi koma
heilt upp í kategori fimm,
sum er tvey stig hægri enn
Kathrina var.
- Tá hon var yvir Kuba,
var hon kategori fýra, og
teir væntaðu tá, at tá hon
kom yvir heita sjógvin í
Golfinum, kundi hon koma
upp á kategori fimm. Og
tað var tá vit gjørdu av, at
vit nokk heldur máttu fara,
sigur Mari Ann Roberson.
Men
Gustav
gjørdist
ongantíð so sterk, og tá hon
rakti land var hon bert
kategori tvey.
- So hon gjørdist ongantíð
so sterk, sum teir óttaðust.
Men tað er ongantíð lætt at
siga, og tá tú skal evakuera
tvær milliónir fólk, so mást
tú
byrja
fleiri
dagar
framman undan. Og sum
støðan var mettu teir, at
frægast var at fáa fólkið út
úr býnum, sigur Mari Ann
Roberson.
Men brent barn ræðist
eld, og býarleiðslan í New
Orleans
hevur
lært
av
ódnini Kathrina.
- Evakueringin var nógv
betur
skipað
hesaferð.
Undir Kathrinu var tað líka-
sum at hvør var sær sjálvum
næst, meðan fólk hesaferð
fingu hjálp, sum høvdu
hjálp fyri neyðini. Ongum
nýttist at vera eftir í býnum,
sum ikki vildi vera eftir,
sigur Mari Ann Roberson.
Tey fara aftur til New
Orleans aftur tá streymurin
kemur aftur, og tað vónaði
hon verður í dag.
Føroyingur rann undan Gustav
Tað skal vera stuttligt at busta tenn
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út litfagra bók um at busta tenn, at eta heilsugóðan mat og um at
fara til tannlækna. Bókin ”Eg busti tenn!” er ætlað børnum, frá tí tey eru heilt smá, og leggur dent á, at
tað skal vera stuttligt at halda tenninar reinar. Hon er grunda á fýra tannráð: at busta tenn væl og
virðiliga tvær ferðir um dagin, at busta tenn minst tveir minuttir hvørja ferð, ikki at eta søtt ímillum
máltíðirnar og at fara regluliga til tannlæknan. Eitt kort fylgir við bókini, har barnið kann klistra eina
størnu í, hvørja ferð tað ger eftir ráðunum, og tá ið kortið er fult, fær tað eitt dinasuaramerki. Teksturin
ber upp á rím, og myndirnar eru nógvar og litríkar. Tilsamans skuldi hetta verið ein bók, sum gjørdi tað,
sum hjá nógvum foreldrum mangan er eitt stríð, til nakað stuttligt. Pauli Hansen hevur týtt bókina. Hon
er 10 blaðstíður úr blonkum pappi og kostar 65 krónur.
Mari Ann Roberson, her saman við eldru dóttrini, Ingrid, máttu rýma undan ódnini, Gustav, ið kortini ikki gjørdi eins nógvan
skaða á New Orleans, sum ódnin Kathrina gjørdi fyri trimum árum síðani
Mynd: Jóannes Niclasen
Døturnar, Ingrid (4) og Annika (2), vóru heima í Føroyum
saman við familjuni til Ólavsøku í summar. Um vikuskiftið
runnu tær undan ódnini Gustav
Mynd: Jóannes Niclasen