Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 169 - 4. september 2008 Topaz Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Telegrafisturin sigur, at fólk umborð á Topaz hava verið so ill, at ætlanir onkuntíð hava verið um at gjørt seg inn á skipið og útgerð umborð. - Eg eri skuffaður og dugi ikki at seta orð á mínar kenslur. Vadim Nepocrjtj er sam- an við 41 øðrum sjófólkum umborð á føroyska skipi- num Topaz, sum hevur ligið við kai í Las Palmas síðstu 11 mánaðirnar. Við útvarpið hjá Kring- varpinum sigur telegrafist- urin, at hann hevur konu og tvey børn í Ruslandi og bíðar framvegis eftir lønini, sum hann skal brúka til at forsyrgja familju síni við. Konan er nú noydd at læna pengar frá familju og vinum fyri at yvirliva. Skuldin veksur Vadim Nepocrjtj sigur, at meðan hann er í Las Palmas uttan løn, veksur skuldin hjá honum í Ruslandi. - Vit hava samskift við Bjarta Mohr síðani í mai og spurt hann, nær vit fáa løn. Hvørja fer fáa vit at vita, at tað verður skjótt, sigur Vadim Nepocrjtj við út- varpið hjá Kringvarpinum. Hava biðið um hýru síðani í mai  - Vit vilja hava okkara løn, so vit kunnu sleppa heim at forsyrgja okkara  familjum, sigur Vadim Nepocrjtj, telegrafistur umborð á føroyska skipinum  Topaz við útvarpið hjá Kringvarpinum Ferðamannaskip selt Norska reiðaríið Color Line hevur selt amerikanska felagnum Celebration Cruise ferða- mannaskipið "Prinsesse Ragnhild" fyri 180 milliónir norskar krónur. Skipið, sum liggur í Sandefjord, skal latast nýggju eigarunum tann 1. oktobur. Amerikonsku eigararnir ætla at umbyggja "Prinsesse Ragnhild" eitt sindur, og skipið fer so at sigla við ferðafólki í Karib- iska Havinum. Tað skal hava støð á Bahamas. "Prinsesse Ragnhild" er bygd í 1981. Skipið hevur yvirhøvur siglt millum Oslo og Kiel í Týsklandi, men onkur tíðarskeið hevur tað siglt millum Oslo og Hirtshals og millum ymsar havnir í Vesturnoregi, skrivar Aftenposten. "Prinsesse Ragnhild" er tað fimta skipið, sum Color Line hevur selt tey bæði seinastu árini. - Vit hava latið  fíggingarstovnin  vita, at talan er um  eina støðu, sum er  rættiliga álvarsom.  Vit halda, at stovnur- in, sum fíggjar  verkætlanina, eigur  at taka eina ávísa  ábyrgd av teimum  avleiðingum, sum  verkætlanin hevur  havt við sær fyri fleiri  sjófólk úr øðrum  landi, sigur formað- urin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag Topaz Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðan málið um verksmiðju- trolaran Topaz, sum liggur í Las Palmas á Grand Kanar- iu, tók seg upp, hava før- oysku manningarfeløgini og onnur tikið málið upp fyri at vita, hvat gerast kann fyri at hjálpa manningini úr teirri kreppu, hon er komin í. Skipið er undir føroyskum flaggi, men útlendska manningin er ikki limur í føroyskum feløgum. Kortini hevur reiðari, sum hevur skip undir føroyskum flaggi, ymiskar skyldur sambært lógini um trygd á sjónum og sjólógini. Tey trý manningarfeløg- ini, Føroya Skipara-og Nav- igatørfelag, Maskinmeist- arafelagið og Føroya Fiski- mannafelag, hava tosað saman um trupulleikarnar og ein teirra, sum hevur havt ein týðandi leiklut í málinum, er formaðurin í FNS, Eyðstein Djurhuus. - Eg frætti fyrstu ferð um viðurskiftini um ólavsøku- tíð. Tá setti umboðsmaðurin hjá altjóða felagsskapinum ITF seg í sambandi við okkum. Hesin segði, at teir høvdu trupulleikar við at fáa fatur á reiðaranum, Bjarta Mohr. Eg setti meg tá í samband við Bjarta, sum segði seg royna at loysa málið. Eyðstein sigur, at næsta stigið var at seta seg í sam- band við teir í Føroyum, sum fíggja Topaz-verkætlanina. - Vit lótu fíggingarstovnin vita, at talan er um eina støðu, sum er rættiliga álvar- som. Vit hildu, at stovnurin, sum fíggjar verkætlanina, eigur at taka eina ávísa ábyrgd av tí, sum er farið og fer fram millum reiðaran og verkætlan hansara – við teimum avleiðingum, sum hetta hevur havt við sær fyri fleiri sjófólk úr øðrum landi. Eyðstein sigur, at fígg- ingarstovnurin ikki var serliga hugaður at tosa við felagið um ávísar verkætlanir, sum teir hava við viðskiftafólk. - Vit hildu í hvussu er, at fíggingarstovnurin átti at vita, hvussu vorðið er, sigur hann. Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag sigur, at felagið síðan vendi sær til føroysku myndug- leikarnar á økinum, og í hesum førinum er talan um Skipaeftirlitið. - Sambært lógini um trygd á sjónum og sjómanslógini eru ávísar treytir, sum ein føroyskur reiðari hevur skyldu til at fylgja. Talan er eitt nú um, at manningar hava krøv um sømiligar arbeiðsumstøður, kost-og nøktandi heilsuumstøður. Vit lótu Skipaeftirlitið vita, at manningarfeløgini, sum hava havt samband við sjófólkini umborð á Topaz, ikki eru trygg við um- støðurnar og viðurskiftini hjá manningini. Eyðstein Djurhuus sigur, at feløgini eisini hava havt beinleiðis samband við onkrar av manningini um- borð á Topaz. - Vit hava tosað við umboð fyri manningina um, hvørjir møguleikar eru, og hvørji stig kunnu takast. Hann vísir á, at tá sjó- menninir umborð á Topaz ikki eru limir í føroyskum feløgum, er avmarkað, hvat feløgini kunnu gera fyri teir. - Vit hava eitt nú víst á, at altjóða felagsskapurin ITF, sum hevur umboð í Las Palmas, kann ”arrestrera” skipið og vísa til føroysku sjólógina, og tá verða tað hýrukrøvini, sum fáa fyrsta prioritet. Eyðstein Djurhuus vísir á, at talan er um ein reiðara, sum er komin í knýpi, og sjálvur dugir hann onga meining at síggja í, at Bjarti Mohr verður úthongdur og dálkaður. Fíggingarstovnurin hevur eisini ábyrgd - Tað gevur onga meining at hanga reiðaran Bjarta Mohr út. Tað, sum nú ræður um, er at finna eina sømiliga loysn fyri fiskimenninar, so hesir kunnu fáa tað, teir eiga til góðar, sigur Eyðstein Djurhuus Mynd: Vilmund Jacobsen Bjarti Mohr, reiðari