hósdagur 4. september 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 169 - 4. september 2008
Bjarti Mohr, reiðari,
sigur, at trupulleikin
hjá honum við hýruni
hjá manningini
umborð á Topaz er,
at hann bíðar eftir
peningi, sum hann
hevur til góðar hjá
einum øðrum reiðaríi
Topaz
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Við útvarpið hjá Kring
varpinum
segði
Bjarti
Mohr, reiðari í gjár, at hann
bíðar eftir peningi, sum
hann hevur til góðar hjá
einum statsreiðaríi fyri sølu
av skipinum, Glen Rose.
Avtalan fevnir um 10
miljónir krónur, men enn er
eingin
peningur
komin,
sigur hann, og tí hevur
likviditet
til
at
gjalda
manningini umborð á Topaz
sína hýru í løtuni.
Bjarti Mohr vísir á, at
hann í februar í ár gjørdi
sáttmála við eitt statsreiðarí,
og henda avtalan skuldi
innfríast í apríl í ár.
Men enn hevur reiðaríið
ikki goldið okkum peningin,
og tí havi eg ikki megnað at
hildið
mínar
skyldur
mótvegis monnunum, sum
eru umborð á Topaz.
Reiðarin sigur, at hann
gjørdi avtaluna við reiðaríið
í reinum sinni – og í góðari
trúgv.
Hetta gjørdi eg, tí trupul
leikar plaga ikki at vera við
statsreiðaríum.
Men
nú
hava teir lovað at komið við
einari bankatrygd.
Bjarti Mohr sigur við
útvarpið hjá Kringvarpin
um, at sjómenninir við
Topaz hava fingið tað, sum
svarar til forskotið, sum teir
eru
vanir
at
fáa
við
russiskum skipum.
Eg vóni, at bankatrygdin
kemur innan fyri eina viku,
so sjómenninir kunnu fáa
sítt.
Gongur
tað
ikki,
noyðist eg at finna alterna
tivar loysnir, sigur reiðarin.
Vónandi í næstu viku
- Myndugleikarnir
í Las Palmas sýta
fyri at lata okkum
bingjur til rusk.
Vit noyðast tískil
at hava alt ruskið
umborð. Hetta
merkir, at Topaz
við tíðini gerst
eitt ruskpláss,
sigur manningin á
føroyska verksmiðju-
trolaranum í brævi
til føroyingar
Topaz
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Manningin, sum er eftir
umborð á føroyska verks
miðjutrolaranum Topaz,
sum liggur í Las Palmas á
Grand Kanaria, hevur sent
bræv til manningarfeløg í
Føroyum,
føroyskar
myndugleikar, fjølmiðlar
og ITF umboð í London.
Brævið er dagfest 2.
september í ár.
Nøkur av tykkum
hava hoyrt um teir trupul
leikar, sum vit hava
fingið. Fyri einum mán
aða síðan bóðu vit um
tykkara hjálp til at loysa
okkara trupulleikar. Men
tíverri eru vit enn í somu
støðu. Okkara sáttmáli er
úti, og vit eru framhald
andi umborð. Vit hava
onga løn fingið í 67
mánaðir. Hvør vika byrjar
við orðum frá okkara reið
ara, Bjarta Mohr, um, at
vit skulu vera róligir, tí
hýran kemur skjótt.
Aðrir trupulleikar
Manningin sigur í bræv
inum, at reiðarin eisini
skyldar
skipaumboðs
manninum
og
havna
myndugleikunum í Las
Palmas pening.
Hetta er eisini vorðið
ein trupulleiki hjá okkum,
tí myndugleikarnir sýta
fyri at lata okkum bingjur
til rusk. Vit noyðast tískil
at hava alt ruskið umborð.
Hetta merkir, at skipið
við
tíðini
gerst
eitt
ruskpláss.
Teir siga, at eingin
heldur vil veita teimum
olju, hóast oljan er við at
ganga undan.
Hvat verður tað næsta,
vatn ella matur? spyrja
teir.
Manningin heldur, at
reiðarin vil hava teir at
fara av skipinum, áðrenn
hýran er goldin.
Vit skilja, at um onkur
okkara
ynskir
at
fara
heimaftur, vil reiðarin syrgja
fyri, at ferðaseðilin verður
goldin, men eingin hýra.
Sum skilst á brævinum,
sum manningin hevur
sent heim til Føroya, hava
teir ringar vónir um eina
loysn.
Alt sápubløðrur
Vit duga ikki at síggja, at
nakað hendir. Vit hava
framhaldandi ongan pen
ing fingið og síggja onga
framtíð fyri okkum og
familjur okkara. Lyftini,
sum vit hava fingið, eru
sum sápubløðrur.
Manningin umborð á
Topaz, sum í løtuni telir
42, heitir tí á manning
arfeløg, myndugleikar og
ITF um at hjálpa sær í
trætuni við reiðaran um
hýruna.
Ein vónleys
manning í brævi
til føroyingar
Eldraráðið í Havn kannar tørvin hjá teim eldru
Eldraráðið í Havn hevur sent øllum borgarum í kommununi, sum eru 60 ár og eldri, eitt spurnarblað, so tey kunnu
geva myndugleikunum fult yvirlit yvir tørv teirra eldru. Talan er um 3.340 brøv. Eldraráðið í Tórshavnar kommu
heldur tað vera av størsta týdningi, at tey eldru sjálv eru við til at áseta eldrapolitikkin í kommununi. Tí hevur ráðið
sent borgarum, sum eru 60 ár og eldri áheitan um at svara spurningum, sum eru sendir teimum. Endamálð er at geva
kommununalu myndugleikunum fult yvirlit yvir tørv og ynski borgaranna. Fyrsta valið til eldraráð var í november
2005. Fimm limir eru í ráðnum. Allir borgarar í kommununi, sum eru fyltir 60 ár, kunnu stilla upp til eldraráðið. Val
til eldraráðið er fjórða hvørt ár fyrstu viku í oktober. Hetta fyrsta valskeiðið gongur út 31. desember 2008, og 1. januar
í 2009 tekur nýggja eldraráðið við.
Limirnir í eldraráðnum eru:
Marita Arge Magnussen, forkvinna Súni Vinther Elinborg Trónd Johansen Jákup Lindenskov og Anna Sofía Poula Apol
Tað, sum nú ræður um,
er at finna eina sømiliga
loysn fyri fiskimenninar, so
hesir kunnu fáa tað, teir eiga
til góðar hjá reiðaranum.
Formaðurin
í
Føroya
Skiparaog Navigatørfelag
hevur skilt, at Topaz er eitt
stórt verksmiðjuskip, sum
Bjarti Mohr hevur keypt,
og sum leingi hevur verið
til
umbyggingar
í
Las
Palmas á Grand Kanaria.
Sum eg skilji, hevur
umbyggingin ikki gingið
eftir vild, og skipið er tískil
ongantíð
komið
til
fiskiskap.
Eyðstein Djurhuuus held
ur, at einir 70 mans vóru
umborð á skipinum í byrj
anini, og nú eru so 42 eftir
umborð.
Vit hava skilt menninar
soleiðis, at teir vilja ikki
fara at skipinum, fyrr enn
teir hava fingið sína hýru, tí
fara teir fyrst heim, er vandi
fyri, at teir ongantíð fáa sín
ágóða, sigur formaðurin í
Føroya Skiparaog Naviga
tørfelag.
- Sum eg havi skilt, hevur
umbyggingin av Topaz,
sum liggur í Las Palmas,
ikki gingið eftir vild, og tí
er stóri verksmiðjutrolarin
ongantíð komin til
fiskiskap, sigur Eyðstein
Djurhuus, formaður
í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag