hósdagur 4. september 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 4. september 2008
13
Oliver var føddur í Havn
29. juni 1830. Pápi hansara
Jón Guðmundsson (1784-
1866) var íslendingur, sonur
Guðmund Jónsson á Effer-
sey nærindis Reykjavík.
Jón var við í 1809 í upp-
reistrinum
hjá
Jørundi
Hundadagakongi og gjørd-
ist ráðharri hjá honum.
Jón fylgdi Jørundi sum
fangi á enskum krígsskipi
til Onglands. Haðani kom
hann til Føroyar. Í 1817
giftist hann við Súsannu
Óladóttir úr Vestmanna.
Oliver
Petræus
hevur
ivaleyst arvað nakað av tí
ævintýrblóði, sum var í
pápanum.
Hann
royndi
longu í 1848 at koma við í
bardagan millum Danmark
og Týskland. Men hann var
ov ungur tá og slapp ikki
við. Tá tók Hammershaimb
sær av honum. Hann helt tó
ikki, at Oliver var so
hugagóður til lesnaðin, sum
hann átti at verið.
Oliver tók filosofikum í
1852, las løgfrøði og tók
fyrsta part, men so bar ikki
til longur. Hann búði á Garði
(1854-1856) og tók dúgliga
lut í selskapslívinum har
inni. Hann var prúður og
vakur unglingi, altíð í góð-
um lag, so tað var ikki løgið,
at hann hevði ein stóran
vinarskara. Longu tá hevði
hann hug til lærarastarvið
og var samstundis, sum
hann las, lærari við Nikolaj
kirkjuskúla.
Hann
fekst
eisini við blaðstarv og skriv-
aði í ymisk bløð. Í Kolding
stovnaði hann og gav út
Koldingposten í 1863.
Í kríggj fyri Danmark
So brast kríggið aftur á
millum Danmarkar og Týsk-
lands. Hesa ferð var hann
ikki ov ungur. Hann legði
alt annað frá sær og fór av-
stað sjálvboðin. “…jeg har
nydt saa meget godt i Dan-
mark, som det nu er paa
Tide at vise mig taknemlig
for, og jeg er derfor traadt i
de danske Krigeres Rækk-
er”, skriver han í brævi 12.
mars 1864 til foreldrini.
Hann var við í bardag-
anum á Dybbøl og bardist
menniliga. “…Han viste
sig straks som en af de
bedste Soldater i Compagn-
iet, hvilket ikke havde
nogen stærkere Mand eller
bedre Skytte. Under For-
svaret af Dybbølstillingen
var han altid lige ufortrøden
under de større Strabadser
ved Møisommelige Arbejd-
er og i farefulde Øieblikke…
Hans glimrende Eksempel
tjente stedse til at opmunstre
Mandskabet paa hvilket
han havde en stor Indflyd-
else, og han brugte denne
kun til at styrke Diciplinen”,
skrivar ovasti hansara í ein-
um viðmæli 21. desember
1864. Seinni tá ið Dybbøl
var tikið og teir bardust við
bygdina Kjær á Als varð
hann særdur. Hetta hendi á
34 ára føðingardegi hansara.
Hann var særdur í mjødnini,
fall í óvit og lá sum lívleysur
á valinum. Danska herliðið
noyddist at víkja og fekk
ikki teir særdu við sær.
Bjargaður av ringi
Men so hendi tað, sum
bjargaði
lívi
hansara.
Áðrenn hann fór avstað
hevði hann ein dagin í kæti
sett eitt fingurgull, sum
systur ein vinmann hansara
átti, á fingurin. Men tað
vildu so illa til, at hann fekk
tað ikki av aftur, og í tí skili
noyddist hann at fara við
ringinum. Hesin var honum
nú til bjargingar. Tá ið bar-
dagin var av, tustu týsk-
ararnir út á vígvøllin og
tóku frá teimum deyðu alt,
ið hevði virði. Teir komu
eisini fram at Olivari og sóu
fingurgullið,
sum
teir
heldur ikki fingu av. Teir
ryktu og skryktu so nógv, at
hann at enda raknaði við
aftur og fór at rópa um
hjálp. Hann var nú bjargaður
og sat sum krígsfangi, til
kríggið helt upp at.
So fór hann heim til Før-
oyar og var fyrst fólkatings-
maður Føroya í nøkur ár.
Frá 1871 var hann annar-
lærari við realskúlan í
Havn. Hann búði í real-
skúlanum og yngsta systir
hansara Henrietta Effersøe
(1839-1911) helt hús hjá
honum. Hugagóður sum
hann var, og vælumtóktur
av øllum, royndi hann at
vera til hjálpar, har hann
kundi. Tvær ferðir var hann
blaðstjóri á Dimmalætting.
Umframt tað var hann
løgtingsmaður, limur av
borgarastjórnini, amtsskúla-
og sparikassastjórnini. Var
eisini roknskaparførari í
fiskipartafelagnum
Fox,
sum átti fyrstu sluppina, før-
oyingar keyptu úr Hetlandi
í 1872.
Hann var sera góður og
avhildin lærari. Tað gav at
býta, tá ið hann hevði verið
lærari í 25 ár. Tá hildu
næmingar hansara frá øllum
hesum árum úr øllum oyggj-
um stórtikna veitslu fyri
honum í klubbanum í Havn.
Men longu stutt eftir doyði
hann 7. januar 1897.
Eingin eftirkomari
í Føroyum
Oliver giftist 53 ára gamal
við Margrethu Djurhuus
(1854-1937), dóttir bóndans
á Húsagarði Hans Olaus
Djurhuus (1822-1866) og
Cathrinu Margrethu Olsen
(1826-1908).
Tey
fingu
trý
børn.
Haldor giftist við russisku
Tamara. Hann var fyrst
telegrafsrjóri í Russlandi.
Eftir kollveltingina í 1917
rýmdi hann til Kina, har
hann var telegrafstjóri í
Hong Kong. Seinni búðu
tey í Keypmannahavn. Tey
vóru barnleys. Turid giftist
í New Ark ikki langt frá
New York. Margretha Elisa-
beth var gift við telegraf-
stjóranum Jens Christian
Olsen í Havn, ættaður úr
Holbæk. Tey bæði áttu trý
børn Margit, Bent og Inge.
Margit giftist við einum
stýrimanni av “Barjamu”
og flutti til Bretland. Inge
giftist við einum verk-
frøðingi frá Kampsax og
flutti til Danmarkar.
Bent giftist við Inger,
systir Miu Mortensen og
Regin Olsen, sum hevur
givið sítt íkast til hesa grein.
Tey búsettust í Danmark og
fingu børnini Elin, Jørgen
og Carsten. Tískil er eingin
av teirra ætt í Føroyum.
Oliver átti átta systkin.
Tað vóru seks systrar.
Tríggjar teirra hava verið
umrøddur í hesi røð, nevn-
liga “jomfrýrnar” Josefina,
Vilhelmina og Henrietta.
Ein beiggi var Gudmund-
ur, sum gjørdist sýslumaður
í Suðuroy. Kendir synir hjá
honum vóru Rasmus, kend-
ur sum m.a. landbúnaðar-
ráðgevi, Oliver, sum var
kendur sambandspolitikkari
og Poul, sum hevur verið
umrøddur í hesi røð. Hann
var sakførari. Hin beiggin
Oliver var Tummas. Hann
førdi skip.
Oliver Petræus Effersøe:
Fór í kríggj fyri tað Danmark,
sum pápin »svíkti«
Effersøeættin er kend í Føroyum. Hóast hon ikki eru so mannsterk, hevur hon havt
stóra ávirkan. Ein av teimum mest sermerktu var Oliver Petræus
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
OLIVER PETRÆUS
EFFERSØE
R. AF D.
F. 29. JUNI 1830
D. 7. JANUAR 1897
REJST AF TROFASTE
VENNER
Oliver Effersøe sum sjálvboðin hermaður í 1864
Mynd frá eldri árum
Pápin Jón Effersøe
Beiggin Gudmund Effersøe
Næstu ferð
Í komandi parti fara vit at umrøða Jens Andreas
Jensen, sum var svágur Jens í Dali. Sonur hansara
Janus Øssurson er høvuðskelda til hesa grein um
Oliver Effersøe